hósdagur 9. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Almennur pallborðsfundur
hósdagin 9. mars kl. 20.00,
í Glæmuni í Kvívík
Á heysti 1998 kom tann
leingi væntaða frágreiðing-
in frá kommununevndini.
Álitið var rúgvusmikið,
men almenna orðaskiftið
aftaná, stóð als ikki mát við
tað umfatandi álitið. Tí síð-
ani kommuniálitið varð al-
mannakunngjørt hevur nær-
um onki verið at hoyrt um,
hvørjar broytingar ið eru á
veg í kommunalu skipanini
í Føroyum. Tað kemst neyv-
an av ongum, tí líkt er til at
politisk semja enn ikki er
funnin um, hvussu komm-
unurnar skulu endurskipast
og hvørji málsøki tær skulu
umsita.
Norðstreymoyar Tjóð-
veldisfelag heldur tað ikki
vera nøktandi, at naggatódn
er komið í hetta umráðandi
málið. Kommunali bygnað-
urin í einum landi hevur
stóra ávirkan á dagliga lívið
hjá borgarunum, og tí er tað
ikki haldbært at politisku
avgerðirnar í kommunu-
málinum støðugt vera út-
settar. Neyðugt er tí at fáa
innlit í, hvar teir politisku
trupulleikarnir í málinum
eru, og ábendingar um
hvussu teir kunnu loysast,
og tí hevur felagið tikið stig
til henda fundin.
Men tað er eins umráð-
andi at vit føroyingar gera
okkum greitt, hvat vit vilja
við kommununum. Í staðin
fyri bert at endurskipa tær
tí tær eru ov smáar, mugu
vit avgera hvørjar uppgávur
tær endurskipaðu kommun-
urnar skulu røkja. Tí miðar
fundurin eisini ímóti at
greiða verður fingin á,
hvørjar uppgávur ið skulu
leggjst út til tær endurskip-
aðu kommunurnar. Og her
er ein ørgrynna av ósvarað-
um spurningum: Hvussu
verður framtíðar uppbýtið
millum land og kommunur?
Merkir endurskipanin av
kommununum, at almenn
umsiting verður flutt úr
miðstaðarøkinum til útjað-
aran? Er vandi fyri vinar-
og kenningapolitikki, um
tær endurskipaðu kommun-
urnar fáa ov stórt vald? Á
hvønn hátt skal eftirlitið við
kommununum
skipast?
Hvønn týdning fáa komm-
unumørkini í framtíðini?
Norðstreymoyar Tjóð-
veldisfelag væntar ikki at
allir hesir spurningar vera
svaraðir á einum fundi. Men
kann skjøtil setast á nakrar
av teimum, er endamálið
við fundinum rokkið. Som-
uleiðis kann roknast við, at
stórur áhugi er í at tjakast
um tey nýggju kommunu-
mørkini aftaná eina endur-
skipan, men ivasamt er um
tíðin er búgvin til at gera
nakra greiða niðurstøðu um
henda spurningin.
Við pallborðið sita:
Anfinn Kallsberg, løgmaður
Fólkaflokkurin
Høgni Hoydal, varaløgmað-
ur Tjóðveldisflokkurin
Vilhelm Johannesen, løg-
tingsmaður Javnaðarflokk-
urin
Leivur Hansen, býráðsfor-
maður Tórshavn
Gunn Joensen, bygdaráðs-
formaður Vestmanna
Malan Johansen, tíðinda-
fólk fyrrv. skrivari í Komm-
ununevndini
Orðstýrari verður Øssur
av Steinum, sigur Norð-
streymoyar Tjóðveldisfelag.
Hvat vilja vit við kommununum, spyr Norðstreymoyar
Tjóðveldisfelag
Kommunali bygnaðurin
hevur stóran týdning
EDVARD JOENSEN
Lønardeildin í Fíggjarmál-
astýrinum noktar blankt at
gjalda eftirløn til tvær vask-
ikonur hjá Toll- og Skatt-
stovuni í Vágum. Tað hevur
annars verið siðvenja, at tað
almenna hevur fylgt sátt-
málunum á privata arbeiðs-
marknaðinum, tá talan er
um fólk, sum arbeiða hjá tí
almenna. Tað hevur verið
galdandi fyri bæði lands-
stovnar og kommunur.
Málið snýr seg um, at
Lønardeildin ikki vil gjalda
tvey prosent eftirlønargjald-
ið til tvær vaskikonur, sum
arbeiða tímaløntar hjá Toll-
og Skattstovuni í Vágum.
Hóast hetta verður gjørt á
øðrum økjum hjá sama
stovni, sigur Ingeborg Vint-
her, formaður í Føroya Ar-
beiðarafelag.
Eftirlønarskipanin byrjaði
í 1997, og tá var okkurt
smávegis gníggjarí í Vága
Øki. Síðan hendi tað, at tey
fólkini, sum tá vaskaðu á
stovninum góvust. Tá so
nýtt fólk kom, var semja
um, sigur Ingeborg Vinther,
at hetta skuldi avgreiðast
eftir verandi siðvenju.
Toll- og Skattstovan lov-
aði tá bæði bót og bata, og
eingin ivi skuldi vera um,
at her skuldi gjaldast bæði
til eftirløn og lívstrygging,
sigur Ingeborg Vinther, for-
maður í Føroya Arbeiðara-
felag.
Men nú eru komin harra-
boð úr Fíggjarmálastýri-
num, har sagt verður, at
einki verður goldið, tí Før-
oya Arbeiðarafelag hevur
ongan sáttmála um størvini.
Men líka mikið, um nakar
undirskrivaður sáttmáli er
ella ikki, er talan her um
sáttálabrot, sigur Ingeborg
Vinther. Tí tað almenna
hevur við at halda eina sið-
venju í hevd í trífjórðings-
øld bundið seg til sáttmálan
hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Nýggjur trupulleiki
Bæði landið og kommunur-
nar hava bundið seg til at
halda galdandi sáttmálar á
privata arbeiðsmarknaði-
num, sigur Ingeborg Vinth-
er, formaður í Føroya Ar-
beiðarafelag. Og tað hevur
altíð verið hildið, líka til nú,
sigur hon.
Ingeborg Vinther sigur, at
nú nýggir leiðarar eru
komnir á almennar stovnar,
er ein nýggj tíð eisini byrjað
í fyrisitingini. Tað verður
blást á alt, sum hevur verið
siðvenja, síðan Føroya Ar-
beiðarafelag varð stovnað
fyri skjótt 75 árum síðan,
sigur formaðurin.
Hon vísir á, at tað er altíð
lættast at fara eftir teimum,
sum minst formáa sær. So-
leiðis er eisini hesaferð.
Nú eru tað tvær vaskikon-
ur, sum skulu knúlvast, tí
leiðarin á Lønardeildini
sigur, at eingin sáttmáli er,
hóast sáttmálin hevur verið
praktiseraður í meira enn
ein mansaldur.
»Hetta er heilt nýtt í okk-
ara verð«, sigur Ingeborg
Vinther. »Men teir sleppa
ikki so, tí teir hava við sið-
venjuni góðtikið, at sáttmál-
in skal haldast, og tí fara vit
at stríðast fyri.«
Ingeborg Vinther sigur, at
tað hevur ongantíð verið
nakar trupulleiki við al-
mennu stovnunum, uttan
Toll- og Skattstovuni. Hon
nevnir stovnar sum Lands-
verkfrøðingin, Føroya Tele,
SEV og Strandferðsluna.
Har hava ongantíð verið
nakrir trupulleikar við at
halda eina avtalu, sigur hon.
Hví hesin trupulleikin nú
skal vera á Toll- og Skatt-
stovuni, dugir Ingeborg
Vinther ikki at skilja. Har
hevur borið til at arbeitt eftir
sáttmálanum hjá Føroya Ar-
beiðarafelag fyrr, vísir hon
á.
Men nú eru nýggir tónar
komnir á Fíggjarmálastýri-
num,
sigur
Ingeborg
Vinther.
Munur er á
Ingeborg Vinther sigur, at í
Føroya
Arbeiðarafelag
standa tey púra býtt. Tí sam-
stundis sum Fíggjarmála-
stýrið noktar at gjalda tvey
prosent í eftirløn til tvær
vaskikonur, sum fáa eina
tímaløn upp á kr. 80,17,
leggur løgmaður uppskot
fyri Løgtingið um at hækka
sína egnu og landsstýris-
mannaeftirlønirnar við 60-
70 prosentum.
Ingeborg Vinther heldur
tað vera løgið, at ein lands-
stýrismaður skal vera so
nógv meira verdur enn
vaskikonan.
Landsstýrismaðurin skal
hava kr, 26.000 um mánan,
sum er fleiri ferðir ta fullu
lønina hjá vaskikonuni.
»Eg haldi, at skommin nú
er fullkomin«, sigur Inge-
borg Vinther, formaður í
Føroya Arbeiðarafelag.
Har er einki eftir, sum eit-
ur menniskjansligheit, held-
ur Ingeborg Vinther, sum
sigur seg hava tosað við
nógv fólk, sum beinleiðis
skammast av teimum, sum
ráða landinum.
Boðini um, at eingin eft-
irløn skuldi gjaldast vaski-
Blása á siðvenjuna
Nýggju almennu stjórarnir blása á alt, sum hevur verið siðvenja í fyristiting-
ini. Teir gera, sum teimum líkar best, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Før-
oya Arbeiðarafelag
konunum, komu frá Lønar-
deildini í Fíggjarmálastýr-
inum.
Leiðarin á Lønardeildini,
Tummas Magnussen, var
ikki at hitta, tá roynt varð at
fáa viðmerking frá honum.
Og hóast annar maður hevur
skrivað undir brævið, sum
Føroya Arbeiðarafelag hev-
ur fingið, fekst eingin at siga
nakað um málið.
Ingeborg Vinther sigur, at nýggju aðalstjórarnir í al-
mennu umsitingini einki leggja í gamlar siðvenjur á
arbeiðsmarknaðinum
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 48 - 9. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 48 - 9. mars 2000
Hvørgin parturin vil slaka
Føroya Lærarafelag stendur fast við
síni krøv, meðan Fíggjarmálastýrið
ikki til hoyra talan um so nógvar
meirútreiðslur. Drúgt verkfall er fyri
framman
EYÐUN KLAKSTEIN
Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálastýrið eru langt
frá eini loysn á sáttmála-
stríðnum, og verkfallið,
sum nú rakar fólkaskúlan,
kann gerast drúgt.
Tá fólk fóru hvør til sítt á
midnátt týskvøldið, høvdu
báðir partar vrakað sem-
ingsuppskotið, sum sem-
ingsmenninir, Rúni Heine-
sen og Allan Skaalum,
høvdu lagt fyri teir.
Og hvørgin parturin er
sinnaður at slaka, nú fólka-
skúlalærararnir fyri fyrstu
ferð eru farnir í lógligan ar-
beiðssteðg.
–GVit hava bakkað nóg
leingi. Nú fara vit at standa
fast við okkara krøv, sigur
Elsa Birgitta Petersen, sum
er formaður í Føroya Lær-
arafelag.
Í
tíðindaskrivi,
sum
Fíggjarmálastýrið
hevur
sent pressuni, staðfestir al-
menni arbeiðsgevarin, at
hann er ikki sinnaður at lata
Lærarafelagnum
meira
pengar, enn onnur feløg á
almenna arbeiðsmarknaði-
num hava fingið.
Ymiskar fortreytir fyri
samráðingunum
Fíggjarmálastýrið saman-
tvinnar lønarkrøvini hjá
Lærarafelagnum og krøvini
um betri arbeiðstreytir til
lærararnar. Og hesi samlaðu
krøvini vóru millum 10 og
11 prosent í semingsupp-
skotinum týskvøldið. Tað
vildu Karsten Hansen og
hansara fólk ikki ganga við
til.
Hinvegin helt Føroyar
Lærarafelag, at hetta var
ikki nóg mikið.
Lærarafelagið leggur upp
til, at lærararnir fáa somu
lønarhækking, sum onnur á
almenna arbeiðsmarknaði-
num hava fingið. Men har-
afturat krevur felagið betri
arbeiðsumstøður, so lær-
ararnir kunnu liva upp til
nýggju fólkaskúlalógina.
Hesar treytir botna í, at fleiri
lærarar skulu setast í starv
– helst eini 50 nýggir lær-
arar.
Tað hevði kostar tí al-
menna nógv milliónir, og
hóast Lærarafelagið er sinn-
að at tosa um eina tillaging-
artíð, vil Fíggjarmálastýrið
ikki lata fleiri pengar til lær-
ararnar, enn onnur á al-
menna arbeiðsmarknaði-
num hava fingið.
– Fíggjarmálastýrið hevur
gjørt 31 sáttmálar, sum allir
hava kostað nøkunlunda tað
sama, og tí kundu vit ikki
lata ein einstakan bólk fáa
næstan dupult so nógv, sum
onnur hava fingið, verður
sagt í tíðindaskrivinum frá
Fíggjarmálastýrinum.
Landsstýrismaðurin sigur
seg vera bilsnan av, at
semingsuppskotið liggur so
langt frá øðrum sáttmálum,
sum eru gjørdir á almenna
arbeiðsmarknaðinum sein-
astu tíðina.
Ósamd um arbeiðstíð
Fíggjarmálastýrið sigur í
tíðindaskrivi sínum, at um
tað hevði gingið við til
semingsuppskotið
hevði
undirvísingartíðin hjá lærar-
unum í Føroyum verið lægri
enn hon er í Danmark, Nor-
egi og Svøríki.
– Hetta er púra við síðuna
av, sigur formaðurin í Lær-
arafelagnum, sum hinvegin
vil vera við, at undirvísing-
artíðin í Føroyum er tann
hægsta í norðurlondum.
– Tað eru lagdar so nógv-
ar nýggjar arbeiðsuppgávur
á lærararnar í nýggju fólka-
skúlalógini, at teir klára ikki
at loysa hesar uppgávur við
verandi arbeiðsumstøðum.
Teir mugu fáa betri stundir
til at gera arbeiði, sigur Elsa
Birgitta Petersen.
Men Karsten Hansen vil
ikki seta undirvísingartíðina
munandi niður, tí tað fer at
kosta tí almenna ov nógvar
pengar.
Ein triðingur av lærar-
arunum í Fólkaskúlum eru
farnir úr skúlanum, og Lær-
arafelagið brynjar seg nú til
eitt langt verkfall, har tey
eisini fara at seta onnur til-
tøk í verk. Hvørji hesi eru,
er ikki greitt, men talan
kann verða um blokadu av
til dømis skeiðum, nevndar-
arbeiði og starvssetanum.
Børnini
sleppa
at strúka
Læraraverkfallið hevur við sær ósamanhang-
andi skúlagongd. Tað er óforsvarligt at
sleppa teimum yngstu børnunum upp á fjall,
halda skúlastjórar
EYÐUN KLAKSTEIN
Verkfallið hjá einum triðingi av
fólkaskúlalærarunum skapar ruðu-
leika í føroysku skúlunum.
Kring alt landið er undirvísingin
rakt av verkfallinum, og í flestu
førðum skulu næmingar í skúla
partar av tíðini, teir vanliga eru í
skúla.
Teir lærarar, sum ikki eru verk-
falli, undirvísa sum vanligt, með-
an næmingarnar fáa frí, tá tey eiga
at hava ein av teimum sáttmála-
settu lærarunum.
Hetta hevur við sær ósaman-
hangandi undirvísing hjá teimum
flestu næmingunum, og tað er ser-
liga ein vansi hjá teimum yngstu
skúlabørnunum, sum skulu ansa
sær sjálvum, tá eingin lærari er at
taka sær av teimum.
Óforsvarligt
– Tað er er óforsvarligt at sleppa
teimum yngstu børnunum upp á
fjall, men vit fáa einki gjørt við
tað. Vit hava givið foreldrunum
nýggja tímatalvu, so tey vita, nær
børnini fáa undirvísing og ikki,
sigur Hanus Joensen, sum er
skúlastjóri í Kommunuskúlanum
í Havn.
– Tað eru ikki øll foreldrini, sum
koma eftir teimum børnunum, tá
tey hava frítímar. Vit liggja mitt í
býnum, og tí kann tað vera vandi
á ferð, tá eingin er at ansa teimum
yngstu børnunum.
Partur av
verkfallinum
Aðrir skúlastjórar, sum Sosialurin
hevur tosað við, stúra eisini fyri
støðuni, nú 7 og 8 ára gomul børn
sleppa at strúka, uttan at nakar er
at ansa teimum.
Formaðurin í Føroya Lærara-
felag harmast um støðuna, men
hon heldur, at hendan støðan er
partur av verkfallinum.
– Vit hava roynt at gjørt eina
semju við Fíggjarmálastýrið, men
tað eydnaðist ikki, og tí verða vit
noydd at seta arbeiðssteðgin í
gildi, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Endamálið við einum verkfalli
er at gera støðuna so trupla, at tað
skundar undir eina loysn, og í hes-
um førði eru tað børn og foreldur,
sum eru líða undir, at Fíggjar-
málastýrið og Lærarafelagið ikki
kunnu semjast.
Ymiskt hvussu tað rakar
Umleið ein triðingur av lærar-
unum eru farnir í verkfall. Tað er
ymiskt, hvussu hetta rakar skúlar
og flokkar, men allastaðni er talan
um stórt órógv.
Hoyvíkar skúli er ein av teimum
harðast raktu, tí har eru 14 av 24
lærarum farnir í verkfall. Í Komm-
unuskúlanum í Havn er akkurát
triði hvør av 40 lærarum farnir í
verkfall.
Runavíkar kommunuskúli er
ikki so hart raktur, tí har eru 9 av
38 lærarum í verkfalli, og í Runa-
vík halda tey ikki, at hetta órógvar
so nógv, sum tað kundi gjørt.
Í skúlanum við Ósánna í Klaks-
vík eru 11 av 30 lærarum í
verkfalli.
Líkt er til, at verkfallið verður
drúgt, og allir skúlastjórarnir, sum
vit hava tosa við, siga, at tað heilt
einfalt ikki ber til at liva við einum
drúgvum verkfalli í fólkaskúla-
num.
Yngstu skúlabørnini verða slept upp á fjall, og koma foreldrini ikki eftir teimum, tá tey hava frítímar, er
eingin at ansa teimum. Hetta er ein óforsvarlig støða, halda skúlastjórar. Mynd: Jens Kr. Vang