Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ein annar minniluti í nevndini (Jóannes Eides- gaard, Edmund Joensen og Heðin Mortensen) er samd- ur um hesar felags viðmerk- ingar og tilráðingar í sam- band við uppritið, landsstýr- ið hevur latið uttanlands- nevndini til ummælis í sam- band við tær samráðingar, verða skulu millum Føroyar og Danmark um ríkisrætt- arligu støðuna: Vísandi til samgongu- skjalið, løgtingssamtyktina frá okt. 1998, og til uppritið, so er tað ferð eftir ferð sligið fast, at málið hjá landsstýr- inum var og framhaldandi er at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki, v.ø.o. loysing. Hesum tekur hesin minni- lutin ikki undir við. Búskaparligu avleiðing- arnar av hesi ætlan lands- stýrisins liggja í óvissu, tí landsstýrið hevur ikki annað boð enn, at teir ynskja so langa skiftistíð sum gjørligt, umframt eisini kapitaliser- ing og avskriving av skuld. Allar búskaparfrágreiðing- ar, sum snúgva seg um av- leiðingarnar av eini skjótt minkandi ríksiveiting, vísa týðiliga, at vælferðin og liv- ikor føroyinga verða fyri stórum afturstigi. Hetta er ein gongd, sum hesin minn- ilutin avgjørt vil arbeiða í- móti. Fullveldisætlanin hevur verið marknaðarførd sum ein verkætlan, ið byggir á nakrar heilt órealistiskar væntanir og vónir um, hvussu bjart alt verður, um bert vit fáa fullveldi. Hetta heldur hesin minnilutin ikki á nakran hátt vera eitt nóg haldgott støði at grunda ein nýggjan búskap á. Øll tey rættindi og allir teir møguleikar, sum ver- andi skipan gevur okkum føroyingum sum ein náttúr- ligur partur av ríkisfelags- skapinum, vil landsstýrið samráða seg fram til at varð- veita, eftir at Føroyar hava loyst og eru farnar burtur úr ríkisfelagsskapinum. Hetta er ein vandamikil gongd, sum bert hvílir á danskari vælvild, sum mest minnir um eina biddaragongd. Harafturat vil uppskot landsstýrisins um ábyrgd í Føroyum fyri ávísum máls- økjum, sum Danmark fram- haldandi skal umsita, ikki føra til greiðari valds- og ábyrgdarbýti, tvørturímóti. Tí tekur hesin minnilutin ikki undir við samráðingar- upplegginum hjá landsstýr- inum og mælir teimum frá at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina við hesum grundarlagi. Minnilutin mælir í staðin til, at samráðingar verða tiknar upp við ríkisstjórnina um eina nýggja skipan mill- um londini við greiðum valds- og ábyrgdarbýti. Eina skipan, sum greitt gevur Føroya Løgtingi evsta vald í yvirtiknum málum, og har ongar avmarkingar eru fyri, hvørji mál kunnu verða yv- irtikin. Hetta ger Føroya Løgting av. Úrslitið av komandi sam- ráðingum við donsku stjórnina eigur at gera greitt, hvat ríkisfelagsskapurin í framtíðini fer at bera í sær. Minnilutin viðurkennir, ar ríkisstuðulin er ein týðandi partur av grundarlagnum undir okkara vælferðarskip- an, men at arbeiðast skal framhaldandi ímóti búskap- arligum sjálvbjargni, har vælferðin verður varðveitt og ment. Minnilutin vil, at Føroyar sjálvar stinga út í kortið í uttanríkismálum, tá tað ræð- ur um føroysk viðurskifti. Minnilutin er samdur um, at tíðin er búgvin til broyt- ingar. Hansara boð skal skiljast sum eitt alternativ til uppskotið frá landsstýri- Búskaparligu avleið- ingarnar óvissar num. Eitt alternativ, sum er ein skipan í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønlandi, har givnir verða møguleikar fyri reellum og ikki bert for- mellum sjálvstýri í Føroy- um, sum verður ment og útbygt í mun til okkara egnu umsitingarligu og fíggjar- ligu førleikar. Umboðini í hesum minn- ilutanum vísa annars hvør í sínum lagi til uppskotini hjá flokkum sínum um, hvussu teir ynskja, at viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark eiga at verða skipað í framtíðini, og sum eru al- mannakunngjørd Føroya fólki. Álitini handað løgmanni Uttanlandsnevndin hevur við skrivi, dagfest 25. januar, fingið upprit frá landsstýrinum um sam- ráðingar við donsku ríkisstjórnina um rættarstøðu Føroya. Í skrivinum verður boðað frá, at lands- stýrið hevur stevnt donsku ríkisstjórnini til sam- ráðingar um rættarstøðu Føroya, og vil lands- stýrið, samsvarandi stýrisskipan Føroya, ráðføra seg við uttanlandsnevndina í hesum sambandi. Uttanlandsnevndin hevur havt eina røð av fund- um, har málið hevur verið viðgjørt, millum annað hevur landsstýrið verið inni og greitt frá og umrøtt einstøku partarnar í uppritinum umframt svarað spurningum. Nevndin hevur undir viðgerðini av málinum býtt seg í tríggjar minnilutar. Arbeiði við at fyrireika før- oyska vinnuluttøku í einari komandi oljuvinnu gongur støðugt framá. Fleiri virkir arbeiða við at fáa eitt góð- kent góðskukervi, og í Vinn- uhúsinum verður arbeitt við spurningum sum fevna um vinnuna sum heild Vinnuhúsið skrivar, at Oljubólkurin hjá Føroya Ar- beiðsgevarafelag arbeiður í løtuni við at skipa skráset- ing av føroyskum veitarum á besta hátt, soleiðis at tey virkir, ið ætla at luttaka fáa so góðar møguleikar sum gjørligt, at gerast sjónlig hjá útlendsku operatørfeløgu- num og teirra undirlever- andørum. Eisini verður ar- beitt við at skipa standard- kontraktir fyri veitingar. Í hesi vikuni verða umboð fyri leiðsluna í Norsku veit- araskránni Achilles og Bretsku veitaraskránni FirstPoint á vitjan í Føroy- um, har teir skulu greiða frá sínum skipanum og umrøða samstarvsmøguleikar við- víkjandi skráseting av før- oyskari vinnu. Leggjast saman Í hesum sambandi kann við- merkjast, at innan oljuheim- in hevur í seinastuni verið tosað um, at báðar nevndu veitaraskráðir møguliga verða lagdar saman til eina fyritøku, ið so kemur at dekka allar veitingar innan oljuvinnuna í norðuratlants- havi og norðsjónum. Ætlanin er, at karmarnir fyri einari loysn viðvíkjandi skráseting av veitarum, skulu verða greiðir í apríl mánaði. Fyrst í mai skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri einum tiltaki, har feløg við áhuga í oljuvinnuni verða kunna um: Tilmæli um veitaragrunn, sáttmála- modell í leititíðarskeiðnum og møgulig samarbeiðsmo- dell millum veitarar og olj- ufeløg, skrivar Vinnuhúsið. Skráseting av veitarum klár í apríl 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2000 NÝTT HÁR! Nú koma vit aftur á vitjan í Føroyum. Við okkum hava vit snotuligasta úrvalið av hár- kollum og parúkkum. Vit hava einaumboðan av nýggjari japanskari tægr, sum er einastandandi slitsterk, og tískil serstakliga vælegnað til fólk við kropsliga hørðum arbeiði - til dømis fiskimenn, handverkarar og onnur. Hárluturin hevur ótrúlig evni at halda hársniði, og verður ikki sleipin sum frálíður. Harumframt er hann sera vælegnaður til varandi áseting. Og júst varandi áseting er serøki okkara. Lagdur verður ein tráður undir húðina, og síðan verður hárluturin fastgjørdur. Nú vaskar og greiður tú hárið, sum var tað títt egna. Ein lættur og fittligur máti at endurnýggjað hárið. Sjálvur avger tú alt um lit, snið, bygnað o.s.fr. Legg til merkis: Vit eru fremstu útvegarar og serfrøðingar Danmarkar tá umræður øðrvísi hár, so kom innar og hygg at tilfarinum... HOTEL HAFNIA (Loftið) Leygard. 11. mars og sunnud. 12, mars frá kl.14.00 - 19.00 SJÓMANSHEIMIÐ Í KLAKSVÍK Mánad. 13. mars kl.12.00 - 18.00 Vinarliga ring og bílegg tíð Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu og Jákup Sverri Kass) tekur í høvuðsheitum undir við uppritinum- og vil við hesum leggja dent á nið- anfyristandandi: Rættarstøða Føroya Mælt verður til, at rættar- støða Føroya verður skipað soleiðis, at evsta vald og einkarrætturin til at skipa tað verður lagt til Føroya fólk, og at hetta vald verður útint gjøgnum tess fólka- ræðiligu stovnar. Neyðugt er, at føroyingar sjálvir skipa egið lóggávuvald, út- innandi vald (stjórnarvald) og í aðru syftu dómsvald. Tá ið tað snýr seg um løg- verjuna, verður mælt til, at samstarvssemjur verða gjørdar viðvíkjandi útbúgv- ing og kriminaltekniskum kanningum soleiðis, at ein so mikið týdningarmikil partur sum hesin fær ta við- gerð, honum er uppiborið. Við eini komandi sjálv- berandi og sjálvstýrandi tjóð liggur sjálvsagt tað í menningini, at Føroyar fáa altjóðarættarligt virkisføri, og at Føroyar á tann hátt verða síðuskipaðar øðrum sjálvstýrandi tjóðum, ið samstarvast skal við fram- eftir. Samsvarandi grein 102 í stovningarsáttmála ST verða einans altjóða sátt- málar hjá suverenum lond- um, - bygdir á altjóða fólk- arætt, - skrásettir har. Rætt, rímiligt og avgerandi er at tryggja framtíðar rættar- støðu Føroya í einum bind- andi altjóðasáttmála, sum byggir á altjóða fólkarættin, so at brot á henda er at skilja sum brot á altjóða rætt. — Hesin minnilutin tekur tí undir við, at sáttmálin verð- ur skrásettur samsvarandi grein 102 í stovningarsátt- mála Sameindu Tjóða og kunngjørdur har, tí einans soleiðis kann suverenitetur Føroya tryggjast. Sjálvstýrisheimildirnar Tá sjálvstýrisheimildir Før- oya eru givnar við fólka- tingslóg, er talan um dele- gatión ella umboð frá ríki- num, sum sjálvandi kann takast aftur og broytast av sama lóggevara, sum er Fólkatingið. Tí eigur sjálv- sagt Føroyum at verða grundlógartryggjað rættindi ígjøgnum føroyska grund- lóg. Sum nevnt omanfyri, eru hesi viðurskifti ein týdning- armikil partur av virkisføri Føroya, og av tí at evsta vald verður at liggja hjá Føroya fólki og Løgtinginum, er sera umráðandi, at samráðst verður fram til, at Føroyar bara hava eitt lóggevandi vald, ið er Løgtingið. Umráðandi er, at Føroyar sleppa undan avmarkaðu heimildum sínum at virka í millumtjóða høpi, har eitt nú mannarættindadómstól- urin í Strassbourg verður hildin at vera einasti kæru- møguleiki, um yvirskipaða valdið undir heimastýris- lógini ger seg inn á eitt und- irskipað øki. Hesum eiga føroyingar at sleppa sær undan skjótast gjørligt sum sjálvstýrandi og sjálvber- andi tjóð. Búskapur Omanfyri nevndi minniluti leggur stóra herðslu á, at vit búskaparliga grundfesta okkara sjálvstýrandi tjóð trygt, og tekur tí undir við einari varisligari skiftisskip- an soleiðis, at vit so væl sum møguligt útinna eina skipan, sum bæði vit og okkara eftirkomarar so trygt sum gjørligt kunnu virka, liva og mennast undir. — Tí tekur hesin minnilutin undir við uppritinum, men ger vart við enn einaferð tað varnið, ið virkast skal undir, tá samráðst verður. Eingin er betri at verja síni viðurskifti enn ein sjálvur, og tí má tað vera verkevni Føroya fólks at taka fulla ábyrgd av egnum landi og búskapi. Omanfyri nevndi minni- luti tekur sum heild undir við ásetingunum í uppriti- Taka undir við uppritinum num um gjaldoyra- samstarv, búskaparliga skiftisskipan, fyrisitingar- ligt samstarv, javnstøðu í tjóðskapi, eins og hildið verður rætt og rímiligt at hava greiðar ásetingar um felagsnevnd um sáttmála- broytingar, herundir sátt- málauppsøgn. Eftir at eitt úrslit fyriligg- ur, sum gevur Føroyum sjálvstýri, er sjálvsagt, at føroysku fólkatings-sessir- nir verða frásagdir. Uttanríkispol- itisk viðurskifti Minnilutin heldur tað vera umráðandi at kunna donsku ríkisstjórnina um, at full- veldi ikki merkir, at fram- haldandi samstarv verður slept, men ætlanin er tvørt- urímóti at leita upp skipanir, ið rúma nýggjum møguleik- um fyri samstarvi millum tvey javnnsett lond undir somu krúnu. Samstundis vil minnilutin leggja herðslu á, at Føroyar í fullan mun frameftir lut- taka í millumtjóða sam- starvi á stjórnarstigi, sum sømir seg einari sjálvstýr- andi og sjálvberandi tjóð. Støða Føroya uttanfyri og Danmarkar innan fyri ES hevur eisini merkt okkara møguleikar fyri handilslig- um samstarvi, serliga innan øki, har føroysk og donsk áhugamál ganga tvørt av øðrum. Havandi í huga, at Dan mark leitar sær longur inn í hetta samstarv, og serliga, at hetta skal gerast uttan fólkaatkvøðu frameftir, fána donsku møguleikarnir fyri at tæna føroyskum áhuga- málum til lítar. Hesin minnilutin mælir tí landsstýrinum til - og metir hetta sera umráðandi - longu nú at kanna eftir og taka upp samstarv við ES, WTO og aðrar okkum viðkomandi felagsskapir, sum kunnu gagna útflutn- ingi Føroya, marknaðará- hugamálum, vinnulívi og harvið føroyska fólkinum dyggiliga. Verjupolitisk viðurskifti Minnilutin heldur, at Før- oyar hava verið sera illa fyri í verjupolitiskum høpi líka síðani, kalda kríggið tók seg upp, og fram til dagin í dag. Havandi í huga, at eingin fær frið longur, enn grannin vil, og at Føroyar liggja í einum hernaðarliga sera viðkvomum øki, er umráð- andi, at landsstýrið tekur upp samband við granna- londini og roynir eftir møg- uleikum fyri samstarvi. Mælt verður landsstýri- num staðiliga til at taka upp samráðingar við donsku rík- isstjórnina um rættindi okkara til endurgjald fyri at hava verið skotbjálvi undir kalda krígnum. Hetta end- urgjald eigur at verða grundað á tað, ið seinni er komið fram um hesi viður- skifti, har Danmark hevur brúkt Føroyar og Grønland til at sloppið sær undan øðr- um útreiðslum. Umráðandi er, at føroyska tjóðin sjálv ger av, hvussu landið og havøkið kring Føroyar verða skipað í her- naðarligum høpi frameftir. Varligar tillagingar Vísandi til tað, minnilutin higartil hevur nevnt, skal ásannast, at endamálið er at tryggja eitt samráðingarúr- slit, sum órógvar føroyska búskapin sum minst og tryggjar føroyskum mynd- ugleikum umstøður at fremja varligar tillagingar av føroyska búskapinum. Av teirri orsøk, at her er talan um stórar upphæddir, metir minnilutin tað vera grundleggjandi fortreytir, at samráðingarpartarnir verða samdir um eina hóskandi og hóvliga skiftistíð soleiðis, at samfelag okkara kann laga seg til nýggju umstøðurnar sum eitt sjálvberandi og sjálvstýrandi land. Eingin ivi er um, at sam- starv millum brøðratjóðir í fleiri øldir — í við - og mót- gangi, - sum verið hevur millum Danmark og Føroy- ar, frameftir verður eyðkent av góðum og siðiligum samráðingaranda, har báðir partar vísa virðing hvør fyri øðrum, sum tað sømir seg framkomnum fólki. Ein triði minniluti í nevnd- ini (Jenis av Rana) hevur hesar viðmerkingar til upp- rit landsstýrisins um sam- ráðingar við danir. Undir 1. viðgerð á Løg- tingi av hesum fyri Føroya fólk so týdningarmikla máli vísti Jenis av Rana á nakrar veikleikar, sum gjørdu, at hann ikki uttan víðari tók undir við ætlanum lands- stýrisins. Høvuðssjónarmið hansara var og er framvegis, at trygdin hjá tí einstaka føroyinginum má setast framum, eisini evt. fast- læstar floksideologiir. Gjørt varð vart við, at honum lík- aði ikki, at landsstýrið fór til samráðingar við danir og kom aftur við endaligum uppskoti, uttan at Løgtingið og Føroya fólk fyrst høvdu havt høvi at síggja og við- gera úrslitini av teimum kanningum, sum gjørdar vóru. Her varð m.a. hugsað um framrokningar av fíggj- arlógum fyri komandi ár fyri harvið at fáa hóming av, hvussu livikorini hjá tí ein- staka føroyinginum kundu hugsast at verða eftir møg- uligari stovnan av fullveldi. Hetta varð ført fram tá, síðani var samband við landsstýrið um júst hetta og aðrar veikleikar í uppskoti landsstýrisins - og varð tað, hann førdi fram, tikið til eft- irtektar. Soleiðis varð føroyingum tryggjað, at 1.orðaskifti varð á løgtingi eftir, at allar kanningar vórðu gjørdar, og áðrenn farið varð undir samáðingar við danir. 2.uttanlandsnevndin var og verður neyvt kunnað og eft- irspurd undir samráðingu- num. 3.allir flokkar eru umboð- aðir í teirri grundlógar- nevnd, ið sett varð 4.fólkaatkvøðurnar, ið verða, verða bindandi — og ikki bert vegleiðandi — fyri landsstýrið Alt hetta fyri at forða fyri, at nakað varð smoygt niður yvir føroyingin í óðum verkum, — veljarin skal neyvt vita fylgjurnar av tí, hann atkvøður um. Her varð sostatt ein roynd gjørd at fáa ávirkan á upp- skot landsstýrisins, heldur enn at seta seg uttan fyri ávirkan. Føroysku veljararnir valdu teir flokkar, ið nú mynda landsstýrið, í einum lutfalli, ið gjørdi teir førar fyri at finna saman um leiðslu landsins og førda politikkin. Ósamdir ella ikki mega vit virða demokrat- iska rætt teirra at kunna føra samráðingar um broyt- ingar í framtíðar ríkisrætt- arligu støðu landsins. Upp- gávan hjá andstøðupolitik- arunum er m.a. at fylgja við arbeiði teirra, royna at bøta um hetta við samráðingum og fremjan av egnum upp- skotum heldur enn fyrilita- leyst at arbeiða ímóti. Hesin minnilutin undrast á og skilir ikki, at lands- stýrið í uppleggi sínum ikki viðger hernaðarligu viður- skiftini, sum vit vórðu tengd at, tá NATO støðir vórðu lagdar á føroyskt øki. Tær frágreiðingar, uttanlands- nevndin hevur fingið um, hví hetta týdningarmikla økið ikki er við í uppriti- num, hava als ikki verið nøktandi. Nógv bendir á, at hetta skyldast ósemju inn- anhýsis millum landsstýris- flokkarnar, og er hetta ein veikleiki, sum kann koma okkum aftur um brekku. Minnilutin heitir á lands- stýrið um at fáa greiði á hes- um øki og væntar, at ítøki- ligar ætlanir verða í tí sátt- málauppskoti, sum landsstýrið leggur fyri utt- anlandsnevndini, áðrenn farið verður til samráðingar. Minnilutanum til stúran tykist landsstýrið at taka undir við tilráðingum em- bætismanna um eina kós, sum uttan iva slóðar leiðir teirra, sum treytaleyst ynskja Føroyar sum kom- andi ES limaland. Hetta, frammanundan at siga ja til evruna sum gjaldoyra, fær ikki stuðul og viðmæli frá hesum minnilutanum. Í uppleggi sínum miðar landsstýrið eftir við avtalum við danir at varðveita nú- verandi støðið á vælferð- arsamfelagnum. Minnilutin loyvir sær at minna á, at ein trygd, grundað á hjálp menniskja, altíð verður svikalig. Harnæst harmar tað minnilutan at staðfesta, at førdi politikkurin seinastu tíðina als ikki sannførir um, at tað er trygdin og trivnað- urin hjá øllum føroyingum, sum liggur monnum fremst í huga. Hugsan minnilutans er, at djúptgangandi hug- burðsbroyting krevst hjá samráðandi landsstýris- monnum, um hesir skulu verða førir fyri at umseta føgru orðini í uppritinum — um trygd, trivna og vælferð — til veruleika fyri borgar- an. Miðflokkurin viðrir samráðingarrættin