hósdagur 9. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 48 - 9. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 48 - 9. mars 2000
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
NÁTT-
BUSSURIN
v/ Øssur Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um Kvívík
og Kollafjørð, tá fráboð-
an fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Streymoy
* * *
Staðið
har vit
hittast
* * *
Mat-
seðilin
Hósdagin 9. mars:
Suppukjøt
Fríggjadagin 10. mars:
Kotelettir
Leygardagin 11. mars:
Lambasteik
Mánadagin 13. mars:
Kjøtfrikadellir
Týsdagin 14. mars:
Gartnaragrýta
Mikudagin 15. mars:
Kalkunsnitzel
Kostnaður 30,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
MINI
BUSS 3X21
TAXA
SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING
v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta
13. B, FO–100 Tórshavn
TAXA
MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI
288888
FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD
Opið er:
Mán.– Hós.
kl. 19.
00 – 23.
30
Fríggjadag
kl. 17.00 – 03.30
Leygardag
kl. 19.00 – 03.30
Sunnudag
kl. 17.00 – 23.30
Long drinks
Café
Við gongugøtuna
Leygarkvøldið
spælir
MOON-
SHOT
KLUBBADANSUR
Sosialurin - 311820
Sosialurin - 311820
GALLAN BJÓÐAR:
Tilboðið er galdandi 10-13 mars
TILBOÐ
Frítt
val 98,-
Eru tit 5 ella fleiri koyra vit
ÓKEYPIS til dyrnar.
Bílegging á tel. 350000
HOTEL TÓRSHAVNAR
SJÓMANSHEIM
HOTEL TÓRSHAVNAR
SJÓMANSHEIM
Grillað
kalkunbringa
við stoktum grøn-
meti og choron sós
Piparbúffur
við madagascar
piparsós
Franskur
búffur
við persillusmøri
Chilli búffur
við hvítleykssmøri
Innbakaður
búffur
við reyðvínssós
Enskur búffur
við leyki, agurksalat
og soðsós
Mørbrad-
búffur
við champignon
a 'la creme
frá
Kaggin
TAXI
TAXI
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Fríggja- og
leygarkvøldið
spæla
til dans
Sunnukvøldið
undirhalda
Taxi
Sosialurin - 311820
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Leygar-
kvøldið 11/3
verður
dansur við
plátu-
vendara
Sosialurin - 311820
Nor›oyggjar
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Undir „Oljuhoyringini“ í
Útvarpshøllini í farnu viku
helt bóndin í Stóru Dímun,
Óla Jákup í Dímun eitt inn-
legg, sum vit prenta í fullum
líki. Hann segði:
- Tá eg varð spurdur um
eg vildi vera við í hesum
tiltakinum játtaði eg. Ikki
sum serfrøðingur, men havi
eg, sum væl allir føroyingar
meir og minni, gjørt mær
tankar um hetta samfelagið:
Tíðina, sum er farin, tíðina,
sum er og tíðina, sum koma
skal.
Tað er bæði við stúran og
spenningi eg hugsi um,
hvørjar
samfelagsligar
broytingar vit kunnu hava
fyri framman, um olja verð-
ur funnin við Føroyar. Her
kann gerast talan um eitt
ríkidømi, sum lættliga kann
kollrenna føroyska samfel-
agið, verður ikki borið rætt
at. Verður harafturímóti rætt
borið at, kunnu vit her fáa
eitt blómandi samfelag við
optimalum trivnaði fyri ung
og gomul.
Ábyrgdina av fyrireikandi
og
grundleggjandi
ar-
beiðinum, ið gerast skal,
áðrenn skjøtil rættiliga
verður settur á, liggur hjá
nýggja aðalstýrinum, sum
er skipað, og mugu vit hava
álit á, at hetta er í lagi.
Tað, sum eg her kundi
hugsað mær at sagt nakað
um, er, hvussu eg meini við
sum frægast verja føroyska
samfelagið, sum vit eru góð
við, soleiðis at vit ikki missa
fótafestið. Tv.s. at vit stýra
oljuvinnuni á føroyskum
øki, samfelagnum at gagni
og ikki øvugt.
vit í dag gjalda fyri, saman
við avlopinum á fíggjarlóg-
ini, er føroyska vinnulívið
ført fyri at fíggja raksturin
av samfelagnum.
Hetta vísi eg á, tí eg meti,
at ríkisstuðulin og ein
møgulig komandi oljuinn-
tøka kunnu samanberast. Í
báðum førum er talan um
pening, har eingin fram-
leiðsla liggur til grund her í
landinum.
Vinnulívið er væl fyri í
dag, so at siga uttan rakstr-
arstuðul av nøkrum slag, og
eiga vit at hava lært, at al-
mennur stuðul av slíkum
slag, ið givin varð í 80-árun-
um, ongantíð tænir nøkrum
góðum endamáli.
Koma
oljuinntøkur
-
kanska stórar inntøkur - er
sostatt umráðandi, at skipað
verður so fyri, at hesar inn-
tøkur ikki koma at órógva
vinnulívsbúskapin, sum í
dag nærmast kann kallast
reinur marknaðarbúskapur.
Hesin peningur eigur at
haldast uttanfyri vanliga
raksturin av samfelagnum.
Harafturímóti síggi eg
fyri mær nógvar møguleik-
ar, har ein slík inntøka kann
koma til gagns. Men um-
ráðandi er altíð at gera sær
greitt, hvørji mál vit seta
okkum og hvat verunliga
gagnar hesum samfelag.
Tað kundi verið til verju av
náttúruni, varðveitan av bú-
staðarmynstrinum, útbúgv-
ing/vísind, sum er lykilin til
framburð, mentan so sum
leiklist, rithøvundar og
varðveitan av okkara ident-
iteti, sømulig kor til tey
eldru og veiku í samfelagn-
um o.m.a. Sostatt ikki gen-
erellar stuðulskipanir, ið av-
laga vinnulívið, hækka
kostnaðarstøði og harvið
skaða kappingarføri.
Hetta var so um almennu
Føroyar í eini møguliga
komandi oljuvinnu.
Hugsast kann, um nógv
føroysk arbeiðspláss verða
í hesi vinnu, at so verður
lagt trýst á lønarlagið á ar-
beiðsmarknaðinum.
Oljuvinna á opnum havi
krevur jarðfrøðisligan og
tøkniligan førleika á sera
høgum støði, og er hetta eitt
gott høvi og motivatión hjá
føroyingum at nema sær út-
búgving innan hesa vinnu.
50-100
føroyingar
eru
longu í vinnuni.
Sum kunnugt eru trygd-
arkrøvini innan vinnuna
sera strong, so heldur enn í
so máta at stúra fyri van-
lukkum, kunnu vit læra eitt
og annað. Eg haldi at før-
oyingar bæði á sjógvi og
landi ofta hava lyndi til at
fara lætt um trygdina.
Krav til politikararnar
Samanumtikið er ein tíð við
stórum avbjóðingum fyri
framman, har kravið til po-
litikararnar má verða at bera
so í bandi, at føroyingar fáa
sum mest gagn av hesi
vinnu, og at negativu árinini
gerast so lítil sum tilber.
Tað er enn eitt sindur tor-
ført at fyrihalda seg til evnið
við tað, at vit hvørki vita,
hvussu nógv olja og gass
verða funnin, hvussu nógv
føroysk arbeiðspláss verða
í hesi vinnu, ella hvussu
stórar almennu inntøkurnar
verða. Tó er sannlíkt, at olja
verður funnin í 2001 ella
2002 og at farið verður und-
ir framleiðslu í 2005.
Tá hetta hendir eru vit ein
partur av eini nýggjari
vinnu, har oljufeløtgini gera
risastórar íløgur á føroysk-
um øki. Sum kunnugt skal
hvørt oljusamtak nýta ca. .1
mia. krónur til royndarbor-
ingar, til tess at sláa fast, um
oljuframleiðsla loysir seg,
t.v.s. um keldan, sum er
funnin, kann geva uml.
300.000 tunnur/dag. Síðan
skulu aðrar 12 mia. kr. nýt-
ast til fyrireikingar, áðrenn
oljan kann takast upp.
Bara í hesi fasuni fáa §
10 og 11 í oljulóggávuni,
sum sigur, at allar veitingar
skulum føroyska havn ella
flogvøll, stóran týdning fyri
aktivitetin á landi í Føroy-
um.
Nógvir spurningar verða
aktuellir: Skulu vit framyvir
bert útflyta olju sum rávøru
fyri eitt minni avgjald, ella
skuluit við í petrokemiska
ídnaðin, har teir nógvu
pengarnir liggja og víðari-
framleiðslan er m.a. benzin,
diesel, tungolja, plastik
v.m.?
Gassframleiðsla: Vaks-
andi marknaður. Lítið dálk-
andi, lítið CO2 úát. Kunnu
vit fáa gass á landi í Før-
oyum, sum so t.d. kann nýt-
ast til gassturbinur til el-
framleiðslu, sum orka til ali-
vinnuna, vakstrarhús o.s.v.?
Skulu vit gerast limir í
OPEC?
Opec hevur í dag slakan
helmingin av allari fram-
leiðsluni, og hevur ca. 70%
av øllum reservum.
OPEC megnaði herfyri
eftir stuttari tíð, við at av-
marka útboðið av olju, at
hækka prísin úr $ 9 til $ 30/
tunnu.
Sagt verður, at oljufram-
leiðsla við Føroyar loysir
seg neyvan fyri minni enn
$ 14/tunnu.
Politisk nýhugsan
Eg havi longu nevnt, at um-
ráðandi er, at vit stýra vinn-
uni ella rættari hava tamar-
hald á teirri ávirkan henda
fær.
Men verður talan um heilt
nógva olju og nógv føroysk
arbeiðspláss, tað verði seg
innan
gistingarvirksemi,
tænastur og veitingar av
ymiskum slag á landi og
beinleiðis á boripallum,
verða vit tá før fyri at stýra
lønar- og kostnaðarstøðin-
um í landinum?
Fer okkara núverandi
høvuðsvinna at klára seg í
kappingini um arbeiðs-
megi?
Fara vit í so fall at síggja
eina enn skjótari fráflyting
frá útjaðaranum?
Verður hetta gongdin, er
neyðugt við politiskari ný-
hugsan til tess at fyribyrgja
hesi gongdini. Talan kundi
eitt nú verði um eina øðrvísi
skattaskipan og eini útlíkn-
an av skattainntøkum.
Kanska verður neyðugt,
frá almennari síðu at hjálpa
til fíggjarliga, so virksemi
eisini verður í útjaðaranum.
Neyðugt verður at gera
tiltøk, ið verunliga muna, so
tað verður verandi attraktivt
at búgva í útjaðaranum.
Júst hetta er ein týðandi
táttur, tá talan er um at verja
okkara mentan.
Annars undrist eg við-
hvørt á, hvussu lítið orða-
skifti higartil hevur verið
um Føroyar og framtíðin aí
oljuhøpi.
Vit eiga at ásanna, at hetta
við oljuni er farið av bakka-
stokki, og at vit helst standa
fyri heilt stórum avbjóðing-
um, kanska eini líka stórari
kollvelting, sum tá Føroyar
vóru hersettar í 1940.
Hesar avbjóðingar koma,
um vit vilja tað ella ikki.
Í Føroyum býr gott fólk
við stórum kunnleika á øll-
um økjum.
So við góðum vilja og
góðum samstarvi kenni eg
meg vísan í, at henda vinna
kann blíva føroyngum øll-
um at gagni.
Tá eg tosi um samstarv,
meini eg eisini á politiska
pallinum, har vit tíanverri
higartil alt ov ofta uppliva
skaðiligar politiskar polar-
iseringar, tá stórmál verða
umrødd og avgerðir skulu
takast, Føroya landi at
frama.
-Koma oljuinntøkur - kanska stórar inntøkur - er umráð-
andi, at hesar inntøkur ikki koma at órógva vinnulívsbú-
skapin, sum í dag nærmast kann kallast reinur markn-
aðarbúskapur. Hesin peningur eigur at haldast uttan fyri
vanliga raksturin av samfelagnum heldur Óla Jákup í
Dímun, bóndi, sum luttók á hoyring um oljuríkidømi og
árin í Havn herfyri
Oljuinntøkur haldast
uttan fyri raksturin
av samfelagnum
Gamla orðatakið sigur, at
onki er so ringt, at tað ikki
er gott fyri okkurt. Hetta
sagt her, tí vit eiga at nýta
dýrtgoldnu royndirnar sein-
astu 20 árini til gagns fram-
yvir.
Hví gekk alt galið? Hví
fór alt samfelagið av knór-
anum?
Dialogurin hevur tíðun
snúð seg um, hvørt føroy-
ingar ella danir høvdu á-
byrgdina. Sjálvur haldi eg
ikki henda spurning vera so
áhugaverdan.
Men, hvussu kundi tað
bera til at fáa fígging í 80-
árunum til stórt sagt, hvat
tað skuldi vera á sjógv og
landi? Tað sýntist sum allir
lánistovnar, føroyskir sum
útlendskir,
heldur
enn
gjarna vildu sleppa at fíggja
í Føroyum.
Við øðrum orðum: Før-
oyar vóru mettar at hava eitt
ófatuligt kreditvirði.
Ríkisstuðu-oljuinntøka
Orsøkin til hetta, hvat eg vil
kalla fiktiva kreditvirði,
stavaði óbeinleiðis frá ríkis-
stuðlinum. Meginparturin
ella so at siga ein tilsvarandi
peningaupphædd sum ríkis-
stuðulin, varð nýtt at stuðla
vinnulívinum. Tíðin hevur
so aftaná víst, at hetta var
til stóran skaða fyri alt sam-
felagið. Eg kann sostatt ikki
koma til aðra niðurstøðu,
enn at vinnulívið og før-
oyska samfelagið var betur
farið uttan ríkisstuðulin, so-
leiðis sum hann varð nýttur
í 80-árunum.
Uttan tær vanlukkuligu
fylgjurnar av kreppuni, sum
JAN MÜLLER
Pallborðsfundurin,
sum
Suðurstreymoyar Tjóðveld-
isfelag skipaði fyri í Havn í
farnu viku er søguligur og
uttan iva ein háttur, sum
onnur feløg eisini fara at
royna í framtíðini. Vit hava
spurt Ronnie Thomassen,
skrivara í Tjóðveldisflokk-
inum, hví teir hava tikið
hetta óvanliga stigið?
-Orsøkin til at vit skipaðu
fyri fundinum undir hasum
forminum var, at pallfund-
arformurin er rættuliga keð-
iligur. Vit hava so hugsað
eitt sindur um, hvussu man
kann fáa meira lív í slík til-
tøk, uttan at tað gongur út-
yvir tað seriøsa innihaldið.
Komu so fram á hendan
formin, ið er inspireraður úr
amerikansku skipanini við
t.d. senats-hoyringum.
Royndirnar frá fríggja-
kvøldinum vístu greitt, at
hatta er ein gongd leið. Tó
skulu uppleggini frá pall-
Frá Hoyringini í Havn um oljumál og samfelag. Vm. eru pallborðslutakararnir og hm.
politikararnir, ið settu spurningar. Slíkur orðaskiftisfundur er ikki royndur í Føroyum
áður. Mynd Álvur Haraldsen
borðinum vera eitt sindur
styttri (uml. 5 min.), og pol-
itikararnar skulu læra seg
at
seta
spurningarnar
soleiðis, at teir ikki vera ov
langdrignir sigur Ronnie
Thomassen, sum leggur
dent á, at hugskotið við
hesum forminum heldur
fram og leggur aftrat:
- Tað er altavgerandi, at
tað eru politikarar, ið eru
spyrjarar. Tað er hetta, ið
lyftir fundin upp, so lív er í
honum. Men samstundis
gevur hetta politikarunum
høvi til sjálvir at stýra ein-
um dialogi við serfrøðingar
av ymiskum slag, og hetta
kann vera ógvuliga gevandi
fyri báðar partar. Politikarin
stendur ikki sjálvur í and-
glettinum, men kann í stað-
in fyri vera konstruktivur.
Og júst hetta er nýbrotið,
ið kann fáa týdning fyri før-
oyska tjakið framyvir sigur
Ronnie Thomassen í við-
merkingini.
Hoyring avloysir
pallborðið