Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2000 út at koyra Fuji eigur Subaru Tað er japanska fyri- tøkan, Fuji Heavy Industries, sum eigur Subaru. Teir sam- starva við Suzuki um plattformar og kom- ponentar, eins og teir hava sølusamstarv við Volvo og Pors- che. Kelda: Bilen Motor & Sport MAGNUS GUNNARSSON Volvo Cars hava brúkt ta nýggjastu menningina inn- an tøkni til at gera heimsins fyrstu »interaktivu« instruk- tiónsbókina á fløgu. Higartil hevur tann informatión, sum fylgir við einum nýggj- um bili, verið instruktións- bókin. Men líkamikið, hvussu væl ein instruktións- bók er gjørd, eru tað fáir bil- eigarar, sum lesa hana gjølla fyri at læra teirra nýggja bil at kenna. Vanligat er, at tað er, tá ein sikring ella pera skal skiftast, at bókin verður tikin úr handskarúminum. Interaktiv fløga Nýggir bilar fáa støðugt fleiri funktiónir, sum bileig- arin skal læra seg at halda skil á. Meðan Volvo V70 hevur staðið í gerð, hevur tekniska deildin hjá Volvo arbeitt við eini fløgu, sum kundin kann granska, með- an hann bíðar eftir bilinum. Fløgan inniheldur frá- greiðingar um allar hugs- andi funktiónir í bilinum. Hon er býtt upp í tveir part- ar, har ein partur er vanligar upplýsingar, meðan hin er MAGNUS GUNNARSSON Opel Omega, ið er flagg- skipið hjá Opel, er nógv broyttur bæði uttan og inn- an, eins og bilurin er gjørd- ur út við tí, sum nýggjasta tøknin kann bjóða. Verkfrøðingarnir hjá Op- el hava bøtt koyrieginleik- arnar á hesum vælkoyrandi bakhjólstrekta bilinum. Lyklaorðið hjá teimum var, at bilurin skuldi vera ljóð- leysur, og dygdin á høgum støði. Omega hevur fingið ein nýggjan bremsuforsterk- ara, Quick Power, sum gev- ur munandu betri bremsu- kraft. Síðuspeglini hava fingið nýtt design, sum ger, at lítið hoyrist til vind, tá ferðin er nógv. Innan manglar einki, t.d. er fjar- stýring í rættinum til radio og aðra kommunikatións- útgerð. Omega 2000 fæst sum sedan við fýra hurðum og sum stationvognur við fimm hurðum, eins og fimm bensin- og diesel- Flaggskipið hjá Opel – Omega árgang 2000 motorar eru at velja ímill- um. Bilurin fæst í fýra útgáv- um: standard útgávan er Comfort, síðan koma Ele- gance og Sport, meðan tann fínasti er Executive. Kelda: Nyt fra Opel Chrysl- er PT Cruiser Tann nýggi »gamal- dags« MPV bilurin hjá Chrysler, PT Cruiser, verður fram- leiddur á eini verk- smiðju hjá Chrysler í Mexico. PT stendur fyri People Transport. Kelda: Bilen Motor & Sport Skoda Fabia Ein nýggjur Skoda er á veg. Talan er um Skoda Fabia, ið kem- ur á marknaðin í vár. Seinni í ár kemur hann sum station- vognur. Kelda: Bilen Motor & Sport Volvo instruktiónsbók komin út á fløgu »interakti«, har týðuligar myndir vísa allar lutir og skipanir frá ymsum síðum. V70 á skerminum Man kann starta upp við at rotera bilinum á skerminum fyri at síggja hann frá øllum síðum. Um vit klikkja á t. d. bakhurðina, kann dúrkið í viðførisrúminum latast upp og eykasetrið til tvey børn hálast upp. Meðan gólvið er opið ber til at nýta møguleikan til at læra seg at skifta akkumu- lator. Klikkja vit á akkumu- lator, kemur akkumulator- urin upp í einum horni á skerminum. Soleiðis kanst tú blíva við og royna allar møguleikarnar, ið bilurin hevur. Ein stórur partur av fløguni er sjálvandi um trygd, og hvørjar verjuskip- anir verða settar í verk við ein samanstoyt. Kelda: Volvo Personvogne Danmark A/S út at koyra MAGNUS GUNNARSSON Eftir at Skipasýnið hevði virkað sum bileftirlit, varð Bileftirlitið sett á stovn í 1960. Tá vóru færri enn túsund bilar í Føroyum. Síðan tá er talið av bilum vaksið al- samt, og Bileftirlitið hevur seinnu árini fingið rættuliga góðar umstøður at virka undir. Bygningurin við Hoy- víksvegin er sera væl egn- aður til endamálið, og um- sitingin av nummarplátum og koyrikortum var í 1996 flutt frá Fútaskrivstovuni til Bileftirlitið. Hetta árið fingu vit eisini føroyskt koyrikort. Eitt av endamálunum við Bileftirlitinum er, at øll skulu kunna ferðast trygt í ferðsluni. Tá bilur verður sýnaður Sýnsmenn á Bileftirlitinum Til sýn á Bileftirlitinum greiða her frá arbeiðs- gongdini, tá ein persónbil- ur verður sýnaður. Tá bileigarin kemur til sýnshøllina við bilinum, er tað av týdningi, at koyrt verður fram ímóti garasju- portrunum, so teir vita, um tað nú er tann rætti bilurin, ið er komin. Tá bilurin er komin inn- um, verður útsúgvingsút- gerðin sett á endan á út- stoytinum, og kannað verð- ur, um allar perurnar eru í lagi, og um lyktirnar eru rætt stillaðar. Síðan verður koyrt inn yvir bremsutestaran, sum vísur, um bilurin bremsar tað hann eigur, ella um hann bremsar skeivt o.a. Eftir tað verða støddoyvarnir kann- aðir, eins og eitt tól vísir, um bilurin skal sporast. Tá bilurin verður koyrdur inn yvir lyftina, verður hugt eftir, hvussu hann sær út uttan og millum hurðarnar. Tá tað er liðugt, verður bil- urin lyftur upp so sleppast kann at hyggja at undir- vogninum, um bremsurørini eru í ordan, og um berandi lutir eru rustaðir, um olju- lekar eru, og um gátturnar eru tærdar o.s.v. Á lyftini standa forhjólini á eini ristiplátu, og tað virk- ar rættuliga ógvusligt, tá teir trýsta á knøttin og allur bil- urin sum hann er verður rist- ur harðliga, hetta fyri at av- dúkað, um slit er í upphang- um og róðurgreiðum. Undirvognurin skal vera reinur Tað, sum Bileftirlitið kann- ar, er um bilurin lýkur øll trygdarkrøv, ikki feilfinning í bilinum sum heild. Eitt, sum er avgerandi fyri ar- beiðsgongdina í sýnshøllini er, at fólk koma til ta ásettu tíðina. 15 minuttir eru settir av til hvønn bilin, so um fólk koma ov seint, verður alt ov lítil tíð til at sýna bilin, sum hann skal, og tað gongur út yvir tann næsta, sum kemur til tíðina og bíð- ar eftir at sleppa til. Tá vit fáa boðan um at koma til sýn við bilinum, stendur aftanfyri á fráboð- anini, at bilurin skal vera vandaliga reinsaður, so at allir lutir lættliga kunnu kannast. Ein sýnsmaður, sum sýnar ein bil, sum er so skitin, at hann einki sær, kann ikki geva trygd fyri at bilurin er í lagi. Tað er bil- førarin, sum hevur ábyrgd av, at bilurin, hann koyrir, er í lagi. Umframt høvuðsdeildina við Hoyvíksvegin í Havn hevur Bileftirlit Føroya sýnshølir í Skálabotni, í Klaksvík, á Tvøroyri, í Mið- vági og á Sandi. Stjóri á Bileftirlitinum er Jákup Jacobsen. Bileftirlit Føroya Bileftirlit Føroya varð stovnað í 1960. Fyri 1960 stóð Skipasýnið fyri sýnum av bilum. Í 1960 vóru færri enn 1.000 bilar í Føroyum Umframt bilasýnið umsitir Bileftirlit Føroya eisini: • Koyriroyndir • Koyrikorti • Nummarplátur Bileftirlit Føroya húsast, umframt í høvuðs- deildini við Hoyvíksvegin í Havn, í Skálafirði, í Klaksvík, í Tvøroyri, í Miðvági og heima á Sandi Inni í sýnshøllini. Grøvin høgrumegin á myndini er til stór akfør, so sum lastbilar, trailarar og bussar Mynd: Álvur Haraldsen Tá bilurin kemur innum, verður útsúgvingsútgerðin sett á endan á útstoytinum Mynd: Álvur Haraldsen Tað virkar rættuliga ógvusligt, tá teir trýsta á knøttin, og allur bilurin sum hann er verður ristur harðliga fyri at avdúka, um slit er í upphangum og róðurgreiðum Mynd: Álvur Haraldsen Ellisakfør aðalfund Leygardagin komandi hevur Føroya Ellisakfør aðalfund. Endamálið hjá felag- num er at varðveita gom- ul akfør og at bøta um umstøðurnar hjá teimum, ið fáast við hetta ítrív. Fel- agið arbeiðir eisini við at nøra um hendan partin av mentan okkara, eitt nú við at savna saman siðsøgu- ligt tilfar um bilar, ferðslu og um bilstarvsgreinina annars. Felagið er í løtuni í ferð við at innrætta gamla vatnbrunnin við Gráa- stein í havn til tøkniligt fornminnissavn. Tað er Brynjávlur Jen- sen í Havn, ið hevur verið formaður í felagnum síð- ani stovnanina í 1992, og sum Sosialurin skilir still- ar hann uppaftur á aðal- fundinum leygardagin.