hósdagur 9. mars 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 48 - 9. mars 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 48 - 9. mars 2000
JÁKUP MØRK
Í bólki A og B vórðu til sam-
ans leiktir fýra dystir týs-
dagin. Eftir hesar er greitt,
at Barcelona í bólki A longu
hevur tryggjað sær víðari
luttøku í kappingini, maðn
Manchester United, Fioren-
tina og Valencia framhald-
andi berjast um rættin til lut-
tøku í fjórðingsfinalunum.
Bólkur A
Barcelona komið
víðari
Spanska stórfelagið, Barce-
lona, gjørdist fyrsta liðið,
sum tryggjaði sær luttøku í
fjórðingsfinalunum.
Hetta hendi eftir at teir
týskvøldið eisini vunnu
seinnu iberisku uppgerðina
móti Porto.
Kósin varð sett móti end-
anum av fyrra hálvleiki, tá
eitt hornaspark frá Figo
endaði hjá Abelardo, sum
langaði bóltin í meskarnar
handan Vitor Baia í portu-
gisiska málinum.
Dysturin varð í roynd og
veru avgjørdur, tá eitt kort-
er varð leikt av seinna hálv-
leiki. Barcelona fekk frí-
spark uttan fyri brotsteigin,
og sum ikki einaferð var
brasiliumaðurin, Rivaldo,
neyvur, og sendi hann bóltin
dygst inn um stongina.
Eftir hetta royndi Porto at
trýsta móti Barcelona mál-
inum, og nakrir møguleikar
spurdust eisini burtur úr
hesum. Barcelona hevði tó
sanniliga eisini møguleikar
at økja um leiðsluna, men
mál komu so ikki fleiri í
dystinum.
Eftir dystin var hollendski
venjarin hjá Barcelona,
Louis van Gaal, sera fegin
um úrslitið. - Tað er flott av
okkum, at vit longu hava
tryggjað okkum víðari lut-
tøku í kappingini, og tað
haldi eg ikki, at nakað ann-
að felag kann breggja sær
av í løtuni, helt hollending-
urin fyri, og legði hann aft-
urat, at tað er týdningarmik-
ið at gerast vinnari av bólk-
inum, við tað at hetta ávirk-
ar, hvørji lið ein kann hitta
í næsta umfarinum.
Í hinum dystinum í bólk-
inum, sum var millum Spar-
ta Prag og Hertha Berlin,
eydnaðist tað tjekkiska lið-
num at vinna dystin 1-0.
Málið kom tó ikki, fyrr enn
farið varð um teir níti min-
uttirnar, tá Milan Fukal
royndi seg við einum lang-
skotið, sum smoygdi sær
framvið stongini.
Við sigrinum varveitti
Sparta Prag møguleikan fyri
at tryggja sær víðari luttøku
í kappingini, men kortini
má tað framhaldandi met-
ast, at Porto er tað liðið, sum
hevur bestu møguleikarnir
at fylgja Barcelona í fjórð-
ingsfinalurnar.
Bókur B
Einki er avgjørt
Teir hava gjørt tað fyrr, og
týskvøldið gjørdu teir tað
enn einaferð. Manchester
United og Ole Gunnar Sol-
skjær megnaðu enn einaferð
at venda einum hóttandi tapi
til sigur, tá teir týskvøldið
vóru á vitjan hjá fronsku
meistarunum úr Bordeaux.
Franska liðið legði seg á
odda, tá eitt, at síggja til,
vandaleyst skot frá Michael
Pavon, varð sent móti mál-
inum. Flestu áskoðararnir
væntaðu helst, at Raimond
Van der Gouw hevði fult
tamarhald á støðuni, men
onkursvegna smoygdi bólt-
urin sær í málið.
Mistakið førdi við sær, at
franska liðið veruliga fekk
tak á ensku meistarunum,
og eisini høvdu teir onkran
møguleika at økja um leið-
sluna. Alt hetta broyttist tó,
tá áleyparin, Laslandes,
fyrst fekk gult kort fyri at
sparka bóltin, eftir at hann
varð dømdur rangstaddur,
og tíggju sekund seinni fekk
enn eitt gult, og harvið reytt,
kort frá dómaranum, eftir at
hann hevði roynt seg við
eini harðligari tackling móti
David Beckham.
Teir á heimaliðnum vóru
alt annað enn væl nøgdur
við hesa avgerð, tí teir hildu
at enski spice-drongurin
gjørdi dekan ov nógv av í
falli sínum, men dómarin
var eirindaleysur.
Yvirtalsstøðan gav sjálv-
sagt enska liðnum stóran
fyrimun, og hesum kundi
liðskiparin, Roy Keane, ger-
a sær dælt av, tá hann slapp
at fara einsamallur móti
franska málinum.
Í seinna hálvleiki royndu
fronsku meistararnir fram-
haldandi at spæla seg ígjøg-
num mótstøðuverjuna, og
Kappingin harðnar
Fótbóltur: Seinna bólkaspælið í europeisku meistarakappingini er nú farið at
halla, og meðan bólkur A at kalla er avgjørdur, eru framvegis trý lið í bólki
B, sum hava góðan møguleika at leika seg fram til fjórðingsfinalurnar
einar tvær reisur var heilt
nær við, at bólturin varð
sendur í netið, royndirnar
endaðu ávíkavist á stongini
og við síðuna av málinum.
Tá einir seks minuttir vór-
u eftir at leika, gjørdi Alex
Ferguson av at senda Ole
Gunnar Solskjær á vøllin.
Norski áleyparin hevur
fleiri ferðir áður prógvað, at
hann er førur fyri at venda
dystargongdini, og soleiðis
var eisini hesu ferð.
Hann hevði einans verið
á vøllinum í ein knappan
minutt, tá hann fekk fatur í
einum langum útspæli frá
Van der Gouw, smoygdi sær
fram við einum verjuleikara
og langaði bóltin í netið til
endaliga úrslitið.
Seinasti dysturin týs-
kvøldið stóð millum Va-
lencia og Fiorentina. Span-
ska liðið skuldi vinna dyst-
in, um teir framhaldandi
skuldi gera sær vónir um at
koma víðari í kappingini, og
tað eydnaðist teimum eisini
at vinna 2-0.
Fyrsta málið kom, tá A-
drian Ilie fekk fatur á einum
innleggið, og onkursvegna
fekk snarað sær á og sent
bóltin í netið.
Eftir hetta hevði Valencia
fleiri vandamiklar atsóknir,
men italski eykamálverjin,
Giuseppe Taglialatela, stóð
ein branddyst, og tók sær
av øllum, sum varð sent
móti honum.
Fiorentina hevði tó eisini
nakrar vandamiklar atsókn-
ir, og millum annað fingu
teir eitt mál kolldømt, um-
framt at argentinski fram-
herji teirra, Gabriel Bati-
stuta, rakti stongina, tá hann
slapp leysur í spanska brots-
teiginum.
Í staðin kundi Valencia at
enda gera tað til 2-0, tá
Mendieta sendi bóltin í net-
ið frá ellivu metrum, eftir
at Claudio Lopez varð feld-
ur í brotsteiginum. Seinna
málið kann vísa seg at fáa
avgerandi týdning fyri lagn-
una hjá Valencia í kapping-
ini, tí hava tvey lið eins
nógv stig, eru tað innanhýs-
is uppgerðirnar, sum gera
av, hvussu støðan skal
verða.
Manchester United er nú
á odda í bólki B við níggju
stigum, Firentina hevur sjy
stig, meðan Valencia hevur
seks. Niðast er Bordeaux
við einum stigi.
JÁKUP MØRK
Um vikuskiftið verður
norðurlandameistara-
kappingin í svimjing fyri
rørslutarnað hildin í Dan-
mark.
Kappingin fer fram í
Greve, og eru tvær før-
oyskar svimjigentur mill-
um luttakararnar hesu
ferð.
Tær báðar eru Heidi
Andreasen av Eiði og Est-
her Gaard Hansen úr
Havn, sum eisini teljast
millum luttakararnar, sum
verða við, tá Paraolymp-
isku leikirnir verða settir
í Sydney í heyst.
Báðar skulu tær royna
NM í svimjing
Um vikuskiftið skulu tvær føroysk-
ar svimjigentur royna seg í kapp-
ing við svimjarar úr øðrum Norð-
anlondum
seg í somu kappingum,
nevnliga 50, 100 og 400
metra frísvimjing, um-
framt at tær eisini skulu
svimja 100 m firvald og
200 m blandað.
Eru væl fyri
Katrin Johansen, lands-
liðsvenjari, greiðir frá, at
genturnar tykjast at vera
rættuliga væl fyri, so
spennandi verður at síggj-
a, hvussu tær fara at
standa seg millum hinar
norðurlendsku svimjarar-
nar.
Ferðalagið fer úr Før-
oyum fríggjamorgunin og
verður aftur her á landi
sunnudagin.
JÁKUP MØRK
Fyri stuttum lat Ítrótta-
samband Føroya upp
heimasíðu á alnetinum. Á
heimasíðuni er møguleiki
hjá áhugaðum at fáa upp-
lýsingar um leiðslu og
lógir innan felagsskapin,
eins møguleiki eisini er
fyri at leita upp sersam-
bondini undir ÍSF og
nevndarlimir í øllum í-
tróttarfeløgum
kring
landið.
Ætlandi verður heima-
síðan útbygd enn meira í
framtíðini, soleiðis at eis-
ini aðrar upplýsingar
verða at síggja á skýggj-
anum.
Heimasíðan hevur a-
dressuna: www.isf.fo.
ÍSF á netinum
Ítróttasambandið hevur nú eisini
fingið egna heimasíðu, har til ber
at leita sær upplýsingar um ítrótt-
ina her á landi
Esther Gaard Hansen skal saman við Heidi Andre-
asen til Greve at royna seg í NM í svimjing
Ole Gunnar Solskjær hevði bert verið á vøllinum í knappan minutt, tá hann avgjørdi
dystin millum Manchester United og Bordeaux
HØGNI MOHR
Fýra listafólk vóru í
Oyndarfirði týsdagin.
Tað vóru teir báðir,
Amariel Norðoy og
Eyðun av Reyni, ið
vístu donsku listafólk-
unum, Jonnu og Ib
Adelbo, ymiskt áhuga-
vert. Í Oyndarfirði vóru
Rinkusteinar og kenda
og virðismikla altar-
talvan hjá danska ný-
klassisistiska listamálar-
anum, Christofferi Wil-
helm Eckersberg (1783-
1853), sum hongur í
Oyndarfjarðar Kirkju, á
skránni.
Føroysk list
frammalaga
Jonna og Ib Adelbo
hava gallerí og mynda-
verkstað í Norður-
jútlandi. Seinastu átta
árini hava donsku hjún-
ini skipað fyri fleiri
framsýningum har før-
oyska listin hevur verið
í hásæti. Nógv ymisk
listafólk hava verið um-
boðað á hesum fram-
sýningum. Eisini Eyðun
av Reyni, Amariel
Norðoy og Zacharias
Heinesen, ið donsku
hjúnini vitja í hesum
døgum.
Endamálið við vitjan-
ini í Føroyum er at
Rinkusteinar og
nýklassisisma
Danskir galleríeigarar eru í Føroyum og leggja til rættis hvítusunnuframsýning í Norðurjútlandi. Amariel Norðoy og
Eyðun av Reyni vóru ferðaleiðarar, tá ið farið var út at skoða landið
leggja til rættis hvítu-
sunnuframsýningina,
har teir tríggir føroysku
listamenninir millum
aðrar verða umboðaðir.
Hjúnini hava eisini tikið
myndir av føroyskum
málningum. Hesar skulu
vera partur av heima-
síðuni hjá hjúnunum.
List í útnorði
Umframt at vera hug-
tikin av føroysku náttúr-
Jonna og Ib Adelbo eru í Føroyum og leggja til rættis hvítusunnuframsýning á egnum galleríi í Danmørk. Føroysk listafólk vóru í vikuni sjarmuferð í Oyndarfirði við donsku
hjúnunum.
Mynd: Jens Kristian Vang
unum, og eitt sindur av
Rinkusteinum, sum tey
máttu kýta seg fyri at
síggja í rørslu, hava tey
eisini skoðað virknar
føroyskar listamenn.
Tórbjørn Jacobsen ar-
beiðir enn við stóru
altartalvuni í Miðvági,
og hana hildu donsku
hjúnini verða stór-
fingna.
Ib og Jonna fáast ikki
bert við føroyska list,
kortini. Tey hava eisini
stóran áhuga í grøn-
lendskari og íslendskari
list. Framsýningar við
listaverkum úr hesum
londum hava eisini ver-
ið á gallerínum í Dan-
mørk.