Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 108 - 10. juni 2009 ] Tvey sølustøð í dag Fótbóltssambandið boðar frá, at atgongumerkjasølan til landsdystin móti Serbia í kvøld, fer fram í Svimjihøllini og við Gundadalshøllina. Atgongumerkjasølan letur upp klokkan 16, og er kostnaðurin enn sum áður 150 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn. Á heimasíðuni leggur FSF dent á, at gjaldast má í reiðum peningi – og altso ikki við korti. Fabregas skaddur Spanska landsliðið hevði ikki stórvegis trupulleikar, tá teir í gjár vunnu 6-0 á Aserbadjan í venjingardysti. Tað var tó ein dyggur smeitur fyri Spania, at liðskiparin, Cesc Fabregas, mátti av vøllinum við skaða. Hetta hendi, tá Fabregas fór harðliga um koll í brotsteiginum. Brotsspark spurdist burturúr, og hetta nýtti David Villa til at skjóta sítt triðja mál í dystinum, men Fabregas mátti altso av vøllinum at verða seymaður. Badminton- skúlin verður aftur Eins og undanfarna ár, skipar Badmin­ tonsamband Før­ oyar fyri badmin­ tonskúla í Havn, sum hesa ferð er eitt samstarv millum Badmintonsam­ bandið og Havnar Badmintonfelag. Í ár verður spælt í ítrótt­ arhøllini á Hálsi Badminton Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Badmintonskúlin verður frá mánadegi 29. juni til og við fríggjadag 3. juli, sum er fyrstu vikan í sum- marfrítíðini hjá skúla- børnunum. Skúlin er fyri børnum í aldrinum 7 til 13 ár, og dentur verður lagdur á at hava tað stutt- ligt, samstundis sum børnini læra og spæla nógv badminton. Hvør dagur verður býttur upp í innan- og utt- andura spæl, umframt at svimjing verður ein part- ur av badmintonskúlan- um. Liðini verða býtt upp í vand og nýbyrjarar, so øll kunnu vera við. Børnini koma at venja antin fyrrapart ella sein- napart alla vikuna. Morg- unliðið venur frá klokkan 8.30 til 11.30, og seinna- partsliðið frá klokkan 12 til 15. Fríggjadagin 3. juli endar skúlin við ein- um hugna- og kappingar- degi. Fleiri góðir og væl skikkaðir venjarar eru í ár, teirra millum fyrrver- andi landsliðsvenjarin, Jonas Gai. Tilmeldingin byrjar fríggjadagin 13. juni, og nærri kunning um til- meldingina til Badmin- tonskúlan 2009 verður at síggja í vikuskiftisbløð- unum, umframt á heima- síðunum www.bsf.fo og www.hbf.fo. Avmarkað pláss er á skúlanum, og tí verða pláss- ini latin teimum, sum eru fyrst at tekna seg. Colin Calderwood, sum fyri nøkrum mánaðum síðani var upp á tal sum føroyskur A­ landsliðsvenjari, taldist millum áskoðararnar á ovara vølli í Gundadali í gjárkvøldið. Hann var imponeraður av føroyingunum, men rósti eisini báðum liðum fyri ein stak undirhaldandi dyst FÓtBÓLtUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Beint áðrenn dysturin í gjárkvøldið fór í gongd, fór næstan ein gjóstur ígjøgnum áskoðarafjøldina, sum var savnað í B36-skýlinum. Mitt í rúgvuni sóust tvey kend andlig, og beinanvegin fór fólk at teska sínamillum: »Er hatta ikki…?« Og, jú, tað var Colin Cald- erwood, ið var eitt dúgliga nevnt navn í føroysku miðl- unum fyri nøkrum mánað- um síðani, tá fyrst Sosialurin avdúkaði, at hann taldist millum føroysku landsliðs- venjaraevnini, og hinir miðl- arnir síðani tóku eftir. Onk- ur teirra vildi enntá vera við, at Calderwood var á veg umborð á eitt av flogfør- unum hjá Atlantsflogi, men ikki fyrr enn í gjár setti hann altso fótin á føroyska jørð. Saman við einum øðrum kendum fýri, Dean Saund- ers, var Calderwood millum áskoðararnar, og eftir dystin váttaði hann eisini, at hann í kvøld fer at hyggja eftir føroyska A-landsliðsvenjar- anum, sum spælir sín fyrsta dyst við Brian Kerr sum venjara. Stórt stig fram – Hetta var ein fínur dystur, serliga í seinna hálvleiki. Og tykkara málmaður hevði serliga í tí eina førinum eina heilt ótrúliga bjarging, segði skotin, sum helt bara henda dystin gera tað fult út vert at vera komin ein túr til Føroya. – Teir føroysku spælarar- nir spældu við sera stórum stríðsanda, men eg má eis- ini virða russar fyri, hvussu teir royndu at spæla sín dyst. Hetta var ein stuttligur dystur at síggja. Hóast Colin Calderwood sammetti liðini og rósti báð- um, var hann fullgreiður yvir, at hann hevði verið vitni til eina sensatión: – Tá ein tjóð, so stór sum Russland, tapir á vøllinum, óansæð hvør tað er, sum vinnur, er tað ótrúligt, tí russar megna at framleiða nógvar góðar ungar spælar- ar, og teir koma altíð heilt til endaspælið, segði hann. – Men hetta er eisini eitt stórt stig fram fyri føroyskan fótbólt, so allur heiður til føroyska liðið fyri avrikið. Teir byrjaðu sera væl, og hóast tað ofta er ein vandi í at fáa mál ov tíðliga, spældu teir dystin sera væl og dugdu at standa seg í tí støð- uni, at teir so tíðliga vóru komnir á odda. Teir spældu sera disiplinerað. Gott fyri ego Sum nevnt, var nógv at hoyra um Colin Calderwood fyri nøkrum mánaðum síð- ani, tá Fótbóltssambandið leitaði eftir einum avloysara fyri Jógvan Martin Olsen sum landsliðsvenjari. Calderwood vildi hvørki vátta ella avsanna í gjár- kvøldið, at hann veruliga hevði verið upp á tal sum føroyskur A-landsliðsvenj- ari. – Eg hevði akkurát mist starvið í Nottingham Forest, og tá hoyrdi eg, at tað vóru nakrar spekulatiónir. Tað er altíð deiligt at verða settur í samband við slík størv, tí tað er gott fyri títt ego, segði Calderwood eitt sind- ur skemtandi, uttan at fara nærri inn á evnið, men held- ur at halda seg til dystin ímóti Russum og tann hjá A-landsliðnum í kvøld ímóti Serbia. – Nú slapp eg fyrst at síggja U21-liðið hjá tykk- um, sum eg havi hoyrt nógv gott um, og sjálvandi skal eg eisini síggja A-landsliðið ímóti Serbia. Navnframir gestir vóru í Gundadali í gjár. Her situr Colin Calderwood (ytstur til vinstru) saman við Brian Kerry, Dean Saunders og Jákup í Stórustovu, umboðsmanni Mynd: Álvur Haraldsen Calderwood imponeraður