mikudagur 10. juni 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 108 - 10. juni 2009 ]
Gott at
skylda
uppá
Russisku spælar
arnir tosaðu
und an dystinum
um, at tað var ein
trupulleiki hjá
teimum at spæla
á graslíki. Góð
undanførsla, segði
Abraham Løkin
um hetta
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein av mongu áskoð
arunum í Gunda dali
týskvøldið var Abraham
Løkin, sum nú eisini er
ein av hjálparvenjarun
um hjá Alandsliðnum.
Meðan spenningurin
í dystinum var upp á
tað hægsta, fekk Rás2
orðið á hann. Millum
annað vísti tíðinda mað
urin á, at russisku spæl
ararnir undan dystinum
høvdu nevnt, at gras
líkið kundi gerast ein
trupulleiki hjá teimum.
Men hesum var Abra
ham Løkin als ikki
samd ur í.
Sjálvandi er tað ein
fyrimunur fyri okkara
spælarar, at teir spæla á
einum undirlagi, sum
teir eru vanir við. Men
eg dugi slettis ikki at
síggja, at hetta skal
vera ein trupulleiki hjá
russunum. Vøllurin her
er veruliga góður at
spæla á, og í Russlandi
spæla teir nógvar av
sínum dystum á gras
líki, so eg dugi ikki at
skilja tær atfinning
arnar.
So tú vilt kanska
kalla hetta fyri tað bera
grenj?
Grenj veit eg ikki.
Men tað kann jú vera
gott at skylda uppá, um
tað nú skuldi víst seg,
at dysturin ikki gongur
eftir vild hjá teimum,
staðfesti Abraham Løk
in.
Løgmaður setir Regatta
Føroya løgmaður setir Atlantic Airways Færø Regatta, sum
verður í Ishøj leygardagin. Sjálvt tiltakið byrjar klokkan
11.00, tá øll savnast við felagshúsið Neystið. Fimm korter
seinni setir Kaj Leo Johannesen tiltaki, sum varar til
klokkan fýra um morgunin, tá dansurin við The Reverends
endar. Tað er føroyska róðrarfelagið í Ishøj, Neystið, ið
skipar fyri Færø Regatta. Fleiri upplýsingar um tiltaki eru til
taks á www.neystid.dk
Vaktu ans í Tipsbladet
Danske Tipsbladet plagar at fylgja við tí mesta, sum fyriferst
innan fótbóltin, og tað vakti ans á redaktiónini, tá føroyski
U21sigurin móti Russlandi var veruleiki. Undir yvirskriftini
»Færøsk sensation« verður avrikið hjá føroyska liðnum lýst
sum størsta sensatiónin á føroyskari fótbóltsjørð. Víst verður
í hesum sambandi á, at størsta bragdið hjá føroyska
fótbóltslandsliðnum yvirhøvur fór fram á uttanveltaðum
vølli í Svøríki.
12. maður er ikki heilt
so aktivur longur,
men fjepparafeløgini
kring landið hava
stáplað eitt felags átak
á beinini, so stuðulin
til Serbiadystin
kann gerast tann best
gjørligi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinnu árini hava føroyskir
fótbóltsfjepparar skipað seg
í verulig fjepparafeløg hjá
ymsu Vodafoneliðunum.
Samstundis er áhugin fyri
12. manni, sum er fjeppara
felagið hjá landsliðnum,
minkaður munandi.
Men hetta skal ætlandi
broytast í dag. Dan Brims
vík, sum er ein av hvítu
tikarunum, sum stuðla B36,
og saman við øðrum hevur
hann tikið stig til eitt felags
fjepparaátak í dag.
Tað hevur verið tosað
um tað fyrr, og nú eru vit
bara farnir í holt við tað.
Vit hava fingið eina sektión
á Tórsvølli, har vit ætlandi
skulu bæði trumma og
larma, og vit vóna veruliga,
at hetta kann vera við til at
stuðla landsliðnum, sigur
Dan Brimsvík.
Sjálvur dagurin hjá okk
um byrjar klokkan 15 á
Café Mica í Miðbýnum, og
so verður hitað upp til
brakið á Tórsvølli. 12.
maður hevur eisini verið
lagaligur mótvegis okkum,
so vit hava andlitsmáling
og alt tað, sum hoyrir fjepp
arum til, sigur Dan.
Hann leggur afturat, at
øll eru vælkomin til fjepp
araátakið, og er onkur, sum
ynskir at frætta nærri um
hetta, eru tey altíð vælkomin
at ringja til Dan á telefon
250099.
Undan dystinum
høvdu russisku
spælararnir hug at
niðurgera føroysku
mótstøðumenninar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Høgt kall gevur høgt fall!
Tað var í øllum ein læra,
sum russiska U21lands
liðið í fótbólti fekk við sær
av ovara vølli í Gundadali í
gjár.
Undan dystinum varð
mett, at russiska liðið hevði
á leið somu styrki sum tað
rumenska, ið vann tryggan
sigur á Føroyum leygar
dagin. Tann dystin høvdu
russar sjálvandi sæð, og tí
mundu teir ikki ivast í, at
talan bara var um ein dyst,
sum skuldi fáast frá hond
ini.
Tá vit stóðu í gongini í
B36húsinum. Til reiðar at
fara á vøllin, flentu teir for
hánisliga eftir okkum. Iva
leyst høvdu teir sæð dystin
hjá okkum móti Rumenia,
so teir ætlaðu sær helst ein
heilt lættan sigur her, sigur
Bill
McLoud
Jacobsen,
sum er annar av føroysku
venjarunum.
Tað tók altso bara 58
sekund hjá føroyingunum
at turka smílið av russisku
andlitunum,
og
sjálvur
heldur Bill, at talan var um
eitt framúr avrik, sum heilt
víst ger sítt til, at dagurin í
dag verður ein av teimum
heilt góðu.
Hatta var jú heilt fan
tastiskt hjá okkum, og tað
er stuttligt at koma úr seing
ini ein slíkan dag sum í dag.
Nú ræður so bara um at
njóta løtuna hjá okkum. Eg
havi ongar sum helst ætlanir
fyri dagin sum so, men eg
fari so ein túr niðan á Tórs
vøll, tá Alandsliðið spælir.
So fáa vit at síggja, hvussu
leikur fer har, sigur Bill
McLoud Jacobsen.
Landsfevnandi
fjepparatiltak
Flentu eftir føroyingunum
Undan dystinum høvdu
russisku spælararnir hug
at gera gjøldur burtur úr
føroyska liðnum, segði
Bill McLoud Jacobsen,
sum er annar av føroysku
venjarunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Stuðulin til A-landsliðið hevur ikki verið heilt so stórur seinastu tíðina. Men tað er nakað, sum
fjepparafeløgini kring landið nú vilja broyta