Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 108 - 10. juni 2009 ] Liam Kalla farin av landinum Liam Killa er ikki longur partur av hópinum hjá AB. Tað skrivar heimasíðan hjá argjamonnum. Tað hevur ongantíð eydnaðist miðvallaranum at vunnið særssfast pláss í byrjunaruppstillingini hjá uppflytarunum. Hann hevur havt skaða at drigist við, og tað er fyrst og fremst orsøkin til, at hann ikki heldur fram á Argjum. Liam Killa skal í komandi mánað til royndarvenjing í Skotlandi. Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tað er ikki so langt síðani, at U21 landsliðið sá dagsins ljós. Fleiri ferðir hava ungu menninir tey bæði seinastu árini verið um reppið at skaka fótbóltsheimin, og í gjár vunnu teir 1-0 á Russ- landi. Úrslitið er so glæsi- ligt, at tað dregur tankarnar aftur til 12. september 1990 og 1-0 sigurin á Eysturríki! Serliga hugaligt er tað at staðfesta, at føroyska liðið ongantíð var kroyst so illa, sum føroyingar ofta hava verið ímóti stórum fótbólts- tjóðum. Tað kann væl vera, at russiska liðið ikki livdi upp til tað, sum tað kann roknast við frá fulltíðar yrkisspælarum úr so stórari fótbóltstjóð. Russararnir vóru merkiliga lítið ágrýtn- ir, ferðin var ikki serliga høg, teir vístu ikki bóltfør- leikan, sum teir eiga at megna, og teir framdu nógv persónlig mistøk. Einki var at ivast í, at teir undirmettu føroyska liðið, sum leygardagin hevði lagt rygg til 4-0 tap ímóti Rum- enia. Men hetta eigur avgjørt ikki at taka nakað sum helst frá føroyska avrikinum: Jóan Símun Edmundsson drønstútaði eftir 58 sekund og úr ellivu metrum upp í handara hornið eftir innlegg úr høgru frá Johan Ellings- gaard, og so var dagsskráin sett: Okkara menn vístu rætta hugburðin. Teir arbeiddu allir fyri ein og ein fyri all- ar. Í verjupartinum vóru støðurnar skilagóðar, tak- lingarnar nærlagdar og neyvar, og í høvuðspælinum stóðu okkara einki aftanfyri mótstøðumenninar. Størri tyngd í fram­ rættaða partinum Serliga hugaligt var at síggja, hvussu væl tað í álopspartinum ofta eydnað- ist at spæla, sjáldan var neyðugt at sparka, og at tað so ofta vóru nógvir føroy- ingar á mótstøðuhálvuni. Sammett við leygardagin, tá ið Føroyar taptu 4-0 ímóti Rumenia, var miðvøllurin broyttur. Nú vóru tveir á verjukenda sentrala partin- um, og bæði Róaldur Jacob- sen og Kristoffur Jakobsen arbeiddu yvir evni, tordu at taka bóltin niður, høvdu sjálvsálit til at bjóða av og spældu skilagott. Á framrættaða partinum var Christian R. Mouritsen sum fiskurin í vatninum. Hann vísti, hvussu nógv býr í honum, og hann dugdi væl at hjálpa Páll Klettskarð í fremstu ódnini. At geva Jóan Símuni Edmundsson møgu- leikan í vinstru vísti seg at vera frágera gott hugskot. Toftamaðurin hevur øgi- lig evni, og sjálvsálitinum bilti einki, tá ið hann helt upp á bóltin og bjóðaði av soleiðis, at viðspælararnir høvdu møguleika at flyta seg fram. Síðuspælarin hinumegin, Johan Ellings- gaard, legði upp til málið, og teir báðir saman við Pálli Klettskarð og Christiani R. Mouritsen vóru oftast við heilt frammi. Bólturin varð ofta vunnin frammarlaga, og tí vórðu føroysku álopini ofta vanda- mikil. Rógvi Holm stýrdi saman við Pól Jóhannesi Justinus- sen meistarliga verjuni. Pæt- ur T. Jørgensen kom væl frá tí í høgru, og Erling Jacob- sen vísti seg at vera fínur styrkur at hava fingið inn á vinstra vongverja. Jóan Pauli Dahl Jakobsen hevði tríggjar heilt góðar bjargingar, hann dugdi væl at lesa spælið,og hann var stinnur í luftini. Onkra ferðina hjálpti tvør- træið til. Tá ið Føroyar skulu vinna á stórari fót- bóltstjóð, so skulu marginal- irnir vera í okkara parti. Soleiðis var tað í gjár- kvøldið, tá ið veðrið eisini lagaði seg alt betri, sum dysturin leið. Í staðin fyri grátt kvøld og tapið, sum avrikið leygarkvøldið kundi lagt upp til, so var talan um gott kvøld og óvæntaðan, men uppibornan sigur, ið eigur at geva íblástur og áræði undan næstu uppgáv- unum. Brian Kerr og hansara menn vóru millum áskoðar- arnar, og tað skal ikki undra, um fleiri av teimum, sum vóru á vøllinum, næstu ferð verða á a-landsliðnum. Nú fæst at síggja, hvussu avrikið hjá a-liðnum verður í kvøld. Eftir síðsta bríksl í gjárkvøldið helt annar av venjarunum, Heðin Ask- ham, at talan hevði verið Føroyar-Russland U21 1-0 (1-0): Flettu russisku bjørnina Móti dystarenda kókaðu russiku frustratiónirnar yvir. Nakað sum kom til sjóndar, tá Artem Dzyuba royndi at senda Rógva Holm í gólvið við hesum stútaranum. Men heldur ikki tann royndin eydnaðist hjá russiska framherjanum Dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð, og so er fagnaðurin ovurstórur á Í 1985 nýttu Elkjær og Laudrup fýra skot, áðrenn russiska bjørnin fall í Parkini. Týskvøldið skuldi Jóan Símun Edmundsson bert skjóta tað eina plettskotið, áðrenn bjørnin var lamskotin Serbia uttan Vidic Størsta stjørnan á serbiska fótbóltslandsliðnum, Nemanja Vidic, verður ikki við, tá Føroyar í morgin skal royna seg móti Serbia á Tórsvølli. Verjuleikarin noyddist av vøllinum í landsdystinum móti Eysturríki leygardagin, tí hann hevði fingið ein stoyt í fótin. Og tað vísir seg nú, at hann ikki verður førur fyri at spæla í morgin.