mikudagur 10. juni 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • 10. juni 2009
MIÐvIkaN
31
manningini Ziska Jacobsen undir
ringast hugsandi umstøðum at
svimja í land, so menninir kundu
stjórast inn í fjøruna.)
Ættin er nokk sunnan í dag og
vit hava 800 fiskar.
Leygardagur, 5. apríl
Veðrið er gott, ættin er útsynn
ingur. Vit hava o.u. 1500 fiskar.
Nógv skip at síggja millum annað
"Silver Spray".
Sunnudagur, 6. apríl
Tað er óveður. Fyrrapartin var
tað heldur frægari, men nú er
ódnarveður. Ættin er landnyrð
ingur. Høvdu lestur um middagin.
Alt væl.
Mánadagur, 7. apríl
Óveður fyrrapartin, men blíðkaði
seinnapartin. Hálaðu av um 3
tíðina í dag. Hava nokk o.u. 1000
fiskar. Ættin er sunnan. "Dúgvan"
preiaði okkum, hon hevði 20.000.
Vit hava nú 10.000. Alt væl.
Týsdagur, 8. apríl
Nakað av vindi av landsynningi
fyrrapartin. Gott veður seinna
partin. "Ondina" sigldi tætt
framvið okkum, men preiaði ikki.
Vit hava eisini sæð "Marshall".
Hava o.u. 700 fiskar. Alt væl.
Mikudagur, 9. apríl
Veðrið gott í dag. Hava o.u. 1400
fiskar. Alt væl.
Hósdagur, 10. apríl
Veðrið er eisini gott í dag. Vit
hava o.u. 1000 fiskar. Alt væl.
Fríggjadagur, 11. apríl
Veðrið er toluligt í dag. Vit hava
o.u. 800 fiskar. Alt væl.
Leygardagur, 12. apríl
Veðrið sjaskut. Vit hava o.u. 1000
fiskar. Ættin er norðan. Alt væl.
Sunnudagur 13. apríl
Ættin er landsynningur eystan.
Nakað av vindi í kvøld. Høvdu
sum vanligt lestur um middagin
og andakt í kvøld. Alt væl.
Mánadagur, 14. apríl
Vit hava ligið bakk langt út á
dagin vegna illveður. Hálaðu av
eina løtu seinnapartin. Fingu o.u.
200 fiskar. Alt væl.
Týsdagur, 15. apríl 1930
Tað er illveður í dag. Hava siglt
fyrrapartin av degnum, hálaðu so
eina løtu seinnapartin og fingu
o.u. 300 fiskar. Ættin er norðan.
Alt væl.
Mikudagur, 16. apríl
Gott veður, fingu o.u. 2000 fiskar.
Ættin er norðan, t.v.s. var, tí nú er
stilli í kvøld. Alt væl.
Inn í Reykjavík.
Hósdagur, 17. apríl
Skírisdagur. Sigla nú inn á
Reykjavík. Veðrið er gott og ættin
landsynningur. Sóu nógv skip,
sigldu eisini framvið skipunum á
grynnuni. Sóu "Sigrid" og "Silver
Spray". Komu ikki inn í kvøld.
Teir vóru ikki lidnir at gera reint
fyrrenn kl. 6 í morgun. Tá vóru teir
smáu nakað sløjir. Summir vóru
heilt vitleysir og bardust, summir
fullu frá og sovnaðu. Teir hava nú
havt frí í allan dag, nú er summir
uppi av teimum. Alt væl.
Fríggjadagur, 18. apríl
Komu inn á Reykjavík kl. 7 í
morgun. Her eru fleiri skip inni.
"Marshall" er inni eisini. Eg havi
verið í landi í kvøld. Vit liggja
nú við kei. Tað var møti í kvøld.
Jóanis var ikki. Alfred (Petersen,
sjómanstrúboðarin) hann var
sjúkur, hann hevur verið sjúkur
síðani hann kom yvir. Eitt rend
var eg eisini á sjómansstovuni.
Eg fekk bræv frá systrunum og
heilsu frá Onnu, men einki bræv.
Alt væl.
Leygardagur, 19. apríl
Hava landað eitt sindur í dag,
men góvu uppat, tí teir vrakaðu
so nógv og trektu eisini ov nógv
av. Loðsurin kom umborð, tá vit
vóru lidnir og skuldi koyra okkum
frá, men allir noktaðu at hjálpa
honum. Skiparin var ikki umborð.
Har stóð hetta ólukkudýrið og
rykti sum hundur í klossu á
endarnar. At enda fekk hann
nakrar at hjálpa sær, so hann
fekk okkum uppá síðuna á "Doru".
Skiparin kom tá umborð. Hann
og loðsurin skeldaðust so eina
løtu. Loðsurin lovaði bæði eitt og
annað. Kl. 4 seinnapartin fóru vit
frá. Møti var í kvøld.
Sunnudagur, 20. apríl
1. Páskadagur. Tað er av fínasta
veðri. Vit liggja inni, tað er stilli
og sjógvurin stendur sum ein
sveiti. Eg var í landi seinnapartin
og koyrdi við bili bayin runt, eisini
út til løkirnar. Seinni var eg so
til møti í norðarhúsinum. Havi
so verið á sjómansstovuni og so
travað. Alt væl.
Mánadagur, 21. apríl
Gott veður fyrrapartin. Í kvøld
er stormur. Eg havi verið í landi
allan seinnapartin. Vit hava
koyrt í bil til tváttløkirnar, og
runt beiin. Var so til møti, skriva
bræv heim og síðani sitið á
sjómansstovuni við hvørt og við
hvørt gingið og spákað aftur og
fram. Vit fóru umborð kl. 1 í nátt
við stórbátinum á "Guiding Star",
tí okkara var so lítil. Umborð á
"Guiding Star" vóru vit eina góða
løtu. Fingu kaffi og prátaðu. Hann
liggur beint inn á land. Alt væl.
Týsdagur, 22. apríl
Óveður, stormur av landnyrðingi.
Skiparin og Niels, Sandal og
Eli fóru í land, men sluppu ikki
umborð aftur. Tað er ódnarveður
í kvøld. Vit liggja fyri báðum
(akkerum). Fleiri skip fóru í drift.
Ein línubátur kom niður á okkum,
men okkara lá. Vit fóru í drift
í dag meðan vit lógu bara fyri
einum (akkeri), hon støðgaði tó
aftur. "Fylla" (danska) er næstan
farin á land uttanfyri pirin. Hon
spular dekk, her sum hon liggur,
og rokið stendur langt upp um
"Island", sum liggur við kei. Tað
halda 3 mans vakt hjá okkum í
nátt. Alt væl.
Mikudagur, 23. apríl
Sama veðrið, ella kanska eitt
sindur frægari fyrrapartin.
Seinnapartin linnaði eitt sindur,
so loðsbáturin slapp umborð við
teimum hjá okkum, sum vóru í
landi. Magni fór eftir "Fyllu" og
togaði hana upp undir "Energy".
Tað linnaði nakað í kvøld og vit
fóru í land, men støðgaðu næstan
einki, tí vindurin vaks aftur. Vit
komu 3 umborð í eini línu, og
loraðu so bátin í land aftur til
hinar. Alt væl.
Hósdagur, 24. apríl
Frægari veður, men nógvur vindur
av og á. Tvey skip fóru út, "Fame"
og "Riddarin". Tvey komu inn
"Eysturoy" og "Thorshavn". Vit
fóru ikki út. Teir fóru í land. Eg
fór ikki, eg havi spulað dúrkini og
annað sovorðið. Alt væl.
Fríggjadagur, 25. apríl
Fóru út kl. 7 í morgun. Sigldu í
Faksabuktina. Tað var væl av
vindi fyrrapartin. Nú er næstan
stilli. Ættin er norðan. Vit síggja
einki skip. Vit hava fingið o.u.
1200 fiskar. Alt væl.
Leygardagur, 26. apríl
Veðrið er gott. Vit hava o.u. 1100
fiskar. Hann er lágur í ættini, eg
haldi hann man vera sunnan. Eitt
skip sigldi framvið okkum, tað var
"Eysturoyggin". Nú fer tíðin at
halla. Eg leingist illa, og tað er nú
ikki so løgið. Alt væl.
Sunnudagur, 27. apríl
Tað er ikki so gott veður, sum eg
kundi ynskt, tí tá sunnudagurin
ikki er góður, er vikan fyri ongum.
Tað er tó toluligt veður. Ættin er
sunnan. Vit liggja undir Skagen.
Tað eru nógv skip farin inn á
Reykjavík. Tað sær út til at koma
illveður. Nú líður tíðin til at fáa
svarið, hvat man tað fara at verða,
ja ella nei? Gud skal ráða, er tað
hansara vilji, verður tað nokk,
ja. Eg elski teg Anna. Á, hvat eg
leingist. Vit hava sum vant havt
lestur og andakt. Alt væl.
Mánadagur, 28. apríl
Tað bleiv tó ikki sum
eg spáddi. Tað er gott
Áðrenn farið verður, sendir Bernhard
bræv til Onnu, sum hann er góður við,
og biður um hana. Bernhard má bíða
eftir svari til hann kemur heim aftur
Reiðari á báðum skipum var Ebba Müller, omma blaðstjóran á Sosialinum
Sonur hennara Ebbe arbeiddi eisini á reiðarínum
➘