mikudagur 10. juni 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 108 • 10. juni 2009
veður í dag, eitt lítið lot av suðri.
Eg havi nú aftur bakað. Eg fekst
við at svølla eitt sindur herfyri,
nú eri eg sum sagt frískur. Eitt
skip hava vit sæð, tað er danska
"Fylla". Í dag havi eg verið í lastini
(og rivið um). Alt væl.
Týsdagur, 29. apríl
Veðrið er gott. Ættin útnyrðingur.
Vit hava o.u. 1200 fiskar. Eitt skip
hava vit sæð. Eg havi arbeitt í
lastini eina løtu. Alt væl.
Mikudagur, 30. apríl 1930
Veðrið má kallast at hava verið
gott í dag, tó at tað hevur verið
dimmligt og nógv regn. Tað var
eitt lot av landsynningi, men
regnaði seg vestur um, so nú er
hann vestan. Vit hava o.u. 800
fiskar. Vit sóu "Sigrid". Alt væl.
Hósdagur, 1. mai
Gott veður. Hava o.u. 2000 fiskar.
Ættin er landsynningur. Nú er
saltið næstan uppi. Tað fer nokk
alt á (fiskin) í kvøld. Vit hava
sæð "Sigrid" og eina 3 mastraða
skonnart, halda tað vera
"Ondina". Alt væl.
Fríggjadagur, 2. mai
Vóru á veg inn á Reykjavík, men
lógu ikki upp og vendu so aftur.
Ættin er landsynningur. Vit vóru
so eystarlaga, at vit lógu ikki
Skagen upp. Komu aftur á fiski
leið kl. 3 seinnapartin og fingu
o.u. 400 fiskar. Tað er sjaskveður
og øgiligt regn. Alt væl.
Saltið uppi
Leygardagur, 3. mai
Gott veður. Tað bleiv innhálað kl.
4 seinnapartin, tá fingu vit ikki
saltað meir. Preiaðu "Ondina",
skiparin var umborð, hann hevði
60.000 (fiskar), og kundi einki salt
lata. "Titania" preiaði okkum, hon
hevði 92.000. Vit royndu eisini
"Yvonnu", hon hevði 65.000,
heldur einki salt haðani. Vit sigla
nú inn á Reykjavík, tað er eitt fitt
lot av suðri. Alt væl.
Sunnudagur, 4. mai
Veðrið er gott. Tað var eitt lot
inntil kl. 6. Lógu nakað í stilli út
fyri Akranesi. Vit komu tó inn o.u.
kl. 6. seinnapartin. Ankraðu fyrst
á reduni, men lógu í vegin fyri
ferðsluni, blivu so togaðir inn í
havnina. "Silver Spray" lá inni, tá
vit komu og Janus var eina løtu
umborð hjá okkum. Teir fóru skjótt
út eftir, at vit vóru innkomnir. Vit
vóru so í landi á Sjómansstovuni
og til møti. Alt væl.
Mánadagur, 5. mai
Tóku 3½ tons av salti. Fóru so út
alt fyri eitt. Blivu togaðir út um
klokkuboyuna. Lógu aftur í stilli
út fyri Akranes. Har skutu teir
lomvigar, og fingu 2 fuglar í part.
Alt væl.
Týsdagur, 6. mai
Gott veður, eitt lítið fleyr av
útnyrðingi. Sóu fýra skip fara
heim. Komu á fiskileið kl. 6 í
kvøld. Nú verður tað nokk ikki
leingi inntil vit fara heim. Tað
saltið, sum vit tóku, verður
ikki leingi at fiska upp, um
nakar fiskur verður. Tað verður
spennandi at koma heimaftur, nú
stendur nógv í vága. Hvussu man
tað fara at ganga hugsi eg ofta.
Á tú, Anna, hvat man tú hugsa,
man tú fara at skoyta um meg, eg
elski teg, tú, eg elski teg, annað
veit eg ikki at siga. Tað sær myrkt
út fyri mær, um tað ikki eydnast.
Harrin vælsigni teg!
Mikudagur, 7. mai
Gott veður. Stilli og slætt í
sjónum. Fingu 1500 fiskar, tá
sigldu vit eisini nakað. Skipini
eru meiri ótøtt nú at síggja. Vit
hava nokk sæð eini seks sluppir.
Skonnartirnar eru horvnar higani,
síðan vit fóru inn á Reykjavík. Tær
eru nokk farnar upp undir Jøkilin.
Veðrið hevur verið gott í dag,
men disut loft, sólin hevur ikki
sæð. Summir eru komnir uppí 200
á snørið (Jákup Pauli). Fiskurin
man fara at rýma nú, tí hann er
fullur av gróti, tað plagar at vera
merkið. Nú hava vit fingið 30.000,
so nú fara vit heim, tá vindur
verður. Kokkaríið hevur gingið
væl. Lomvigi til døgurða. Ættin er
landnyrðingur. Alt væl.
Hósdagur, 8. mai
Gott veður, eitt lítið fleyr av
útnyrðingi. Vit hava o.u. 1200
fiskar. Nú liggja teir og tota eftir
at fáa 31½ túsund. Fólkið er
farið at telja (dagarnar). Skipini
rýma so við og við. Hetta er vist
seinasta royndin hjá okkum. Tað
verður sett á segl, tá inn verður
drigið, og heim. Ja, vit leingjast,
tá tann tíðin kemur. Ein og annar
sigur vist nokk, at hann leingist
ikki, men tað er ikki satt, tað
sæst á øllum, at teir leingjast.
Ja, Jesus verið so við okkum
hesa reisuna, og føri okkum í
øllum góðum. Hann rekur av
landsynningi. Tað er disut luft.
Høvdu vit fingið eina góða reisu
og góðan vind. Nú setur skiparin
út í kortið. Alt væl.
Eitt av skipunum, sum teir á Suðuroy sóu undir Íslandi, var Ondine TN 332. Tann svarthvíta sluppin inni við kajuni er
Buttercup, sum Andreas í Túni á Toftum førdi í nógv ár
Ernestine er ímyndin av einum tí fremsta bjargingarbragdi í føroyskari fiskimannasøgu
Komandi partur
Næstu ferð frættist hvussu tað gekk
við fríggjarabrævinum Bernhard sendi
Onnu, beint áðrenn teir fóru avstað
Í 1934 var Bernhard við Nólsoy