Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stóra summarkappingin hjá Sosialinum Send inn og vinn nógvar flottar vinningar Summarkappingin '09 VINN FERÐASEÐLAR Tel 34 10 00 atlantic.fo Melda teg til Club Atlantic og og fá sertilboð sendandi við telduposti Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Melda til á: www.atlantic.fo Vika 24: Leiðin til Billund 8 síður við spenn­ andi tilfari um summar Legoland kann bjóða ein heilan heim, sum bygdur av lego, sigur kunningarleiðarin hjá Legolandi, Anna Maria Kvist Legoland læt upp á fyrsta sinni í 1968, og 41 ár seinni er tað eitt miljónatal av børnum, sum hava vitjað stuttleikaparkina í Billund. – Vit kunnu bjóða børnunum ein heilan heim, sum er bygdur av legoklossum, og vit hava deilt stuttleikaparkina sundur í temaøki, so børnini kunnu flyta seg úr einum hugflogskendum heimi, og í ein annan, greiðir kunningarleiðarin hjá Legolandi, Anna Maria Kvist frá. Millum elstu og best umtóktu tilboðini hjá Legolandi, er ferðsluskúlin, sum námsfrøðiliga skal búgva børnini til at standa seg betri í ferðsluni. Nakað fyri øll Kovboyarar eru eisini í Legolandi. - Vit hava eisini ein westernbý, sum eitur Legoredo Town. Fyri tey yngru hava vit eisini eitt sjórænaraland, har tað ber til at skjóta eftir hvørjum øðrum við vatnkanónum. Vit hava eisini Adventureland, Lego City og Miniland. Sjálv halda vit, at Minilandið er hjartað hjá Legolandi. Tað var har alt byrjaði. Ein miniaturheimur, har nógv av kendastu støðunum í Danmark eru endurgivin í einum miniformati. Um vit skulu framhevja hvar Legoland byrjaði, so vísa vit gjarna til Miniland. Anna Maria Kvist sigur, at tey í Legolandi leggja alstóran dent á, at børnini vera aktiveraði. – Tá ein t.d. flýgur við teimum smáu lego- flogførunum, so er talan um eina karusel, har ein snúrar runt. Børnini sita við stýrisvølin, og kunnu ávirka gongdina. – Børnini gera av sjálv, hvønn túr tey vilja hava, staðfestir Anna Maria Kvist Legoland gerst størri og størri BILLUND