mikudagur 10. juni 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 108 • 10. juni 2009
2
Níggja ára gamli
Rógvi úr Havn, mátti
sjálvsagt eisini royna
ymisku tilboðini í
Legolandi
Alsamt nýggj støð leggjast aftrat
stuttleikaparkini, Legolandi í Billund,
og tí kunnu nógvir tímar fara aftur
um hjá einum føroyskum smádreingi,
sum hevur hug at
royna seg í leikum í Legolandi. Eitt
hitt fyrsta níggju ára gamli Rógvi úr
Havn royndi, var Sjórænaralandið, har
hann mátti verja seg ímóti álopum
frá vatnkanónum, sum vóru festar á
økinum kring har sjórænaraskipini
sigla. Rógvi slapp rættiliga óskalaður
frá skolunum. Eitt hitt mest spennandi
fyri Rógva, var tó at sigla inn í
loyniholurnar, har ræðuliga nógv
dramatiskt er at síggja: - Har var ein
stór bjørn, og menn sum skrálaðu.
Har var eisini ein maður, sum var vinur
við eitt
villsvín. Har var eisini ein illur kokkur
sum hálaði okkurt úr hárinum hjá
einum manni. Har vóru nakrir munkar
inn í einari óhugnaligari holu, sum
sótu og drukku øl. Har var eisini
ein ógvuliga óhugnaligur dreki, ein
sá halan hjá drekanum uppiundir
loftinum. Eg sá eisini ein gandakall,
og nakrar flogmýs uppi undir loftinum,
greiddi Rógvi sannførandi frá. Rógvi
var eisini fegin um at fáa ein ordiliga
spennandi rutsjitúr: - Vit fóru sendandi
avstað við einari ræðuligari ferð. Tað
var rættiliga óhugnaligt, tí ein fór
sendandi avstað við einari so
ræðuligari ferð.
Smáu gráu
Í Føroyum hevur mangur maður
eftirlýst einari koyribreyt
fyri tey 18 ára gomlu
o.o. sum ætla at taka
koyrikort. Ì Legolandi
var so væl statt, at
tann níggju ára gamli
Rógvi kundi taka sítt
fyrsta koyrikort. –
Minst til at steðga,
tá tú kemur til
skeltið, sum sigur
”Stop”. Og tá tað
er fríur bana, so
kanst tú gott koyra víðari, greiddi
koyrilærarin Rógva frá. Rógvi fekk
eisini útgreinað, hvar hann ikki
mátti koyra inn, og hann fekk
eina áminning um, at hann
mátti koyra inn í rundkoyringina
á høgra bana. Rógvi fekk eitt
føroyskt legoflagg á rútin, og
so var at koyra avstað, og
royna seg. Á
koyribreytini
vóru bæði
donsk,
svensk og
norsk børn,
og tey fingu
øll eitt koyrikort, sum eitt gott og
stuttligt minni. Legoland er eisini gott
fyri tær smáu gráu hjá teimum smáu,
tí børnini fáa seg veruliga roynd, og
mugu aktivt taka lut í tí sum fer fram.
Heldur Legoland framgongdini, so vera
eisini mong føroysk børn at síggja har
tey næstu 41 árini.
Rógvi tók koyri
kort í Legolandi
BILLUND