Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 108 - 10. juni 2009 ] Miðverjar í andgletti So hvørt sum dystinum leið, brúktu russisku spælararnir alsamt skitnari vápn í royndunum at koma afturíaftur í dystinum. Tað fekk serliga føroyska miðverjan at kenna, og toppurin av ússaligheitini var, tá Artem Dzyuba í frustratión skallaði Rógva Holm beint í andlitið FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo – Tað er ikki hvønn dag, at tú spælir ímóti monnum, sum skalla teg og alt møguligt. Hetta var ein øgiliga harður dystir, men tað gekk. Soleiðis tók annar av miðverjunum, Rógvi Holm, saman um dystin í gjárkvøldið. Sjálvur var hann so mikið sannførandi í sínum avriki – eins og hann eisini taldist millum teir frægastu ímóti leygarkvøldið – og neyvan gongur long tíð, til hann hevur Brian Kerr í telefonini… – At vinna ímóti Russlandi er heilt fantastiskt, men vit høvdu viljan til at klára tað. Vit vildu vaska Rumenia-dystin av okkum, so vit koyrdu bara á. Áðrenn dystin grenjaðu russar um vøllin, og teir hildu langt áðrenn dystin, at teir høvdu vunnið, men vit bankaðu teir av, segði Rógvi Holm. – Í hálvleikinum vóru allir uppi at koyra, so venjararnir máttu fáa okkum niður aftur á jørðina, so vit eisini kundu halda høvdið kalt í seinna hálvleiki. Vit skuldu bara halda tætt og arbeiða saman, og tað gekk eisini. Hin maðurin í føroysku miðverjuni, Pól Jóhannus Justinussen, upplivdi dystin upp á sama máta: – Tað var øgiliga strævið. Teir høvdu ein stóran og sterkan mann har frammi, men eg haldi, at vit høvdu tamarhald á. Teir brúktu øll kneb, sum teir kundu, men vit høvdu marginalarnar við okkum í dag, segði hann. – Nú havi eg bara hug til at skrála, segði liðformaðurin á føroyska U21- landsliðnum, Christian Restorff Mouritsen, sum í gjárkvøldið gjørdi eitt stórt renniarbeiði sum sambindandi millumliðið millum miðvøllin og álopið á føroyska liðnum FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eftir Rumenia-dystin var Christian Restorff Mourit- sen kanska tann av øllum, ið sá mest vónbrotin út. Liðið, sum hann var lið- formaður fyri, hevði tapt, og tá vildi hann einki siga um, hvussu gott mót hann hevði undan næsta dyst- inum, sum var tann í gjár- kvøldið ímóti Russlandi. Hesa ferð hevði Christian ein heldur øðrvísi leiklut. Í Rumenia-dystinum var hann sjálvur annar mitt á føroyska miðvøllinum, men hesa ferð spældi hann sum bæði álopssinnaður mið- vallari og hangandi fram- herji. – Tað hevði við sær, at eg rann nokk so nógv, men ikki hevði bóltin so nógv, men eg eri rættiliga væl nøgdur við innsatsin. Hetta var útmerkað og heilt fantast- iskt, segði liðformaðurin. Hann var ofta maðurin, ið órógvaði russiska upp- spælið beinanvegin – sum ein hin fremsti í føroysku verjuni, ið rakk yvir allan vøllin, men samstundis eis- ini sum maðurin, ið ofta hevði ein fót við í spælinum, tá føroyska liðið fleiri ferðir søkti at russiska liðnum. – Vit vunnu, og tað kann ikki vera betri. Hetta er tað størsta, eg havi verið við til. Eg veit ikki, hvat eg skal gera – kanska ynskja mínum monnum hjartaliga tillukku og rópa hurrá? Nei, eg veit ikki. Nú havi eg bara hug til at skrála. Hetta er fantastiskt, segði Christian Restorff Mouritsen. Fegin formaður Rósur vóru eisini frá Brian Kerr, A-landsliðsvenjara, tá sensatiónin var veruleiki Mynd: Álvur Haraldsen Tað var tann full- komna sendingin innfyri úr høgru síðu, ið legði lunnar undir føroyska sigurin í gjár- kvøldið. Jóhan Ellings- gaard vann bóltin og legði innfyri, har Jóan Símun Edmundsson kom stormaði og í stórum stíli skallaði bóltin hart í russiska málið. Soleiðis, 1-0! FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Út frá teimum málmøgu- leikum, sum vóru í Gunda- dali í gjárkvøldið, kundu saktans komið fleiri mál. Føroyar kundu fyri tað verið á odda 2-0 í hálv- leikinum og økt til 3-0 tíð- liga í seinna hálvleiki, eins og russar saktans eisini kundu fingið okkurt málið. Men soleiðis skuldi tað altso ikki verða hesa ferð. Har kom bara tað eina málið, men talan var eisini um eitt av teimum betru, skal sigast. – Bólturin kom fram í høgru síðu, heilt afturi frá málmanninum hjá okkum. Annar miðverjin hjá teim- um royndi at halda upp á bóltin, men eg fekk trýst hann, so hann misti bóltin, og so royndi eg bara at fáa lagt innfyri til Jóan Símun, sum eg sá koma rennandi, sigur Jóhan Ellingsgaard, ið annars hevði fleiri aðrar møguleikar at spæla bóltin inn í russiska brotsteigin. – Har vóru onkrir aðrir av okkara monnum eisini, men eg gitti, at teir fóru at renna fram ímóti fremru stong, so tí valdi eg heldur at royna at finna Jóan Símun, sum kom rennandi eitt sindur aftari enn hinir. Sjálvur helt málskjúttin, at talan var um einki minni enn eina fullkomna sending, hann fekk at arbeiða við inni fyri russiska málinum: – Jóhan kom frameftir í høgru síðu og sneiddi einar tveir av, haldi eg, áðrenn hann legði bóltin innfyri. Tað var eitt perfekt innlegg, sum eg bara skuldi seta pannuna á, segði Jóan Símun Edmundsson, sum eisini var spurdur, um hann væntar at byrja inni aftur á U21- landsliðnum eina aðru ferð. – Ja, eg havi í øllum før- um eina góða grund fyri at byrja aftur næstu ferð. Men akkurát nú eri eg bara glað- ur. Hetta var heilt fantastiskt, og hetta er tað størsta, eg havi roynt sum fótbólts- spælari. Vit royndu at standa kompaktir har afturi, men eg haldi, at vit allíkavæl skaptu líka nógvar kjansir sum teir. Soleiðis feldu teir bjørnina Jóan Símun Edmundsson var ein av nýggju monnunum í byrjunaruppstilllingini. Við málinum og einum framúr góðum avriki tók hann so ruddiliga av møguleikanum Mynd: Álvur Haraldsen Rógvi Holm helt, at talan var um sera harðan dyst, men eftir 90 harðar minuttir var smílið kortini stórt Mynd: Álvur Haraldsen HM-gull til Danmark Hóast danir neyvan verða roknaðir millum favorittarnar, um teir vinna seg fram til HM-endaspælið, so droyma tey longu gyltar dreymir í DBU. Har verður nevnliga mett, at ein donsk HM-luttøka fer at kasta á leið 40 mió kr. av sær í kassan hjá danska fótbóltssambandinum. Til sammetingar verður sagt, at HM-luttøkan í 2002 kastaði 14,8 mió kr. av sær. Landslið uttan Bárð og Inga Enn er A-landsliðið hjá monnum í hondbólti ikki endaliga úttikið, men hópurin er minkaður nakað. Ingi Olsen úr Neistanum og Bárður Johannesen úr Kyndli verða ikki við tann fyrsta dystin ímóti Russlandi. Harafturat skulu fýra spælarar sáldast frá. Landsdysturi móti Russlandi verður spældur hóskvøldið klokkan 19.30, og verður endaliga úttøkan gjørd á dystardegnum.