Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 108 - 10. juni 2009 ] Chelsea vil hava Aguero Versonurin hjá Diego Maradona, Sergio Aguero, verður kanska Chelsea-spælari í næstum. Leingi hevur ljóðað, at Chelsea vil hava fatur á argentinska bóltsnillinginum hjá Atletico Madrid, og nú skriva ensku miðlarnir, at Chelsea hevur boðið spanska felagnum 388 milliónir krónur fyri spælaran. Hesum kann felagið tó nokta fyri, men kemur boðið upp á 450 milliónir krónur, hevur spælarin ein klausul um at verða loystur úr sáttmálanum. Claus vil til SAS-liguna Claus Bech Jørgensen sigur við danska bold.dk, at hann fegin vil sleppa at royna seg í donsku superliguni. Claus fór í 1999 úr Horsens til Onglands at royna seg, og tí hevur hann ongan tíð spælt í fremstu donsku deildini. Ein møguleiki, sum nú kann gerast veruleiki hjá 33 ára gamla spælaranum, sum 10 ferðir hevur spælt á føroyska landsliðnum. Róaldur Jacobsen, sum spældi allar 90 minuttirnar ímóti Russlandi, og Odmar Færø, sum varð skiftur inn og spældi síðstu 12 minuttirnar, vóru ovurfegnir eftir avrikið í gjárkvøldið FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Neyvan hevur nakað før- oyskt landslið nakrantíð havt ein so bólttryggan og álopssinnaðan miðvøll, sum U21-landsliðið hevði í gjárkvøldið, tá tað eisini eydnaðist at skapa sensa- tiónina við 1-0 sigri á Russlandi. Í byrjunaruppstillingini var diamanturin á miðvøll- inum vendur um, so tveir lógu aftanfyri og ein frammanfyri. Alt samalt spælarar, sum vit minst líka nógv kenna sum fram- herjar, og tað sást eisini aftur í føroysku atsóknun- um, ið vóru nógvar í tali gjøgnum dystin. Tann fremsti á miðvøll- inum var liðformaðurin, Christian Restorff Mourit- sen, og so lógu Róaldur Jacobsen og Kristoffur Jakobsen aftan fyri hann. Tá átta minuttir vóru eftir av vanligu tíðini, kom Odmar Færø inn á mið- vøllin fyri Kristoffur, sum langt síðani hevði runnið sólina svarta. – Eg má viðganga, at eg hevði rættiliga nógvar nerv- ar. Venjararnir høvdu sent meg at hita upp, so eg visti, at eg skuldi inn. Eg mátti so bara royna alt tað, sum eg kundi, segði Odmar eftir dystin, ið gjørdist ein framúr uppreisn fyri liðið, sum leygarkvøldið tapti 0- 4 fyri Rumenia. Róaldur Jacobsen, sum ferð eftir ferð demonstrer- aði sín sera góða bóltfør- leika, var eisini ovurfegin eftir dystin: – Vit spældu við stórum sjálvsáliti og megnaðu at halda leiðsluna allan vegin. Um vit skulu fáa tað at rigga, krevur tað av okkum, at vit spæla væl, og hesa ferð sóu vit, at tá riggar tað eisini, staðfestir hann. – Hetta var ein stórur arbeiðsinnsatsur, og so gjørdi tað tað ikki verri, at vit kanska vóru eitt sindur hepnir viðhvørt og teir eitt sindur óhepnir onkuntíð. Tað riggaði bara. Hepni skal eisini til, tá tú skalt vinna, helt Róaldur Jacob­ sen, sum var partur av tekniskt sterka miðvøllinum í gjár Mynd: Álvur Haraldsen Besti miðvøllur nakrantíð – Spælararnir vunnu nærdystirnar, vunnu næsta bólt og gjørdu alt, sum skuldi gerast, var niðurstøðan hjá Heðini Askham, U21- landsliðsvenjara, eftir at sensatiónin var fingin til høldar í gjárkvøldið FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hóast kappingarárið í fót- bólti enn er ungt, man lítið vera at ivast í, at Heðin Ask- ham longu nú stendur fremstur í kappingini um at gerast ársins venjari. Í øllum førum hevur eydnast honum at skriva søgu í tveimum førum sum landsliðsvenjari – enntá við tveimum ymsum landsliðum. Í mars mánaði stóð hann á odda, tá A-landsliðið fyri fyrstu ferð nakrantíð vann á Íslandi – enntá á útivølli – og í gjárkvøldið hevði hann saman við Bill McLeod Jacobsen venjaraábyrgdina, tá U21-landsliðið syrgdi fyri einari sensatión av teimum sjáldsomu, tá liðið vann 1-0 á Russlandi. – Hetta var ein heilt fant- astiskur dystur og eitt lið- avrik burturav. Her ber ikki til at taka nakran spælara fram um nakran annan, tí teir vóru allir framúr, var eis- ini niðurstøðan hjá Heðini í sekundunum eftir at norðurírski dómarin hevði bríkslað dystin á ovara vølli í Gundadali av og sensatiónin var ein veruleiki. Byrjaðu álopskent Í mun til dystin leygarkvøld- ið, sum U21-landsliðið tapti 0-4 fyri Rumenia, høvdu venjararnir báðir gjørt stórar broytingar í uppstillingini, tí ikki færri enn seks av teim- um, sum byrjaðu inni í gjár- kvøldið, komu annaðhvørt á vøllin sum innskiftarar leygarkvøldið ella sótu allan dystin á bonkinum. Eitt var, at partvíst linligi innsatsurin leygarkvøldið rættvísgjørdi broytingar, men uppaftur meira merkis- vert var tað, at venjararnir í gjárkvøldið koyrdu eitt lið á vøllin, sum var uppaftur meira álopskent enn leyg- arkvøldið. Tað lønti seg eisini, og teir útvaldu takk- aðu fyri álitið. – Allir menn vóru uppi í hægstu snúningum allan dystin ígjøgnum. Teir vunnu nærdystir, vunnu næsta bólt og gjørdu alt, sum skuldi gerast. Allan vegin ígjøg- num var sera gott samarbeiði millum keturnar, og spælar- arnir tímdu at taka túrarnar fyri hvønnannan, segði Heðin Askham. Heðin gjørdi tað aftur Enn einaferð vísti máltalvan ein føroyskan sigur. Og aftur hesa ferð var tað við Heðini Askham sum landsliðsvenjara Mynd: Álvur Haraldsen Hóast mótstøðuliðið taldi stórar stjørnur úr russiskum fótbólti, gjørdist tað als ikki til einvegis ferðslu við óteljandi atsóknum. Og tá nakað kom, syrgdi málverjin, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, hegnisliga fyri, at bólturin ongantíð slapp inn um hann FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá allir 10 útispælararnir renna og tuska í tilsamans 97 minuttir, yvirtíð í báðum hálvleikum íroknað, er ikki minst umráðandi, at ein tryggur skansi er aftan fyri teir í málinum. Og tað var tað í gjárkvøldið, tá Jóan Pauli Dahl Jakobsen vardi føroyska U21-málið. Í fyrra hálvleiki vóru russ- isku atsóknirnar ikki so nógvar, men í seinna hálv- leiki, tá bjørnin royndi at bíta frá sær í deyðsangist, kundi vandi staðist av í fleiri førum. Men ein bjarging við fótparadu, ein í fullari longd og annars myndugleiki inni á strikuni gjørdu sítt til, at bólturin ongantíð fór inn. Tað eydnaðist Jóan Paula at halda føroyska málið reint allan dystin á tamb, og tískil kundi flotta úrslitið eisini standa við stórum tølum á máltalvuni: 1-0 til Føroyar! – Hetta var heilt fantast- iskt og heilt ótrúliga stórt. At fáa trý stig í dag, er heilt ótrúligt, men tað vísir seg, at tað hevur givið úrslit hjá okkum, at vit hava arbeitt so hart, segði ein ovurfegin Jóan Pauli eftir dystin. – Vit høvdu ikki ein góð- an dyst leygarkvøldið. Fyri summi er tað kanska í lagi at tapa 0-4 fyri Rumenia, tá tað er Føroyar, men vit sikta so hægri og ætla okkum stig í hvørjum dysti. Helt málið reint Jóan Pauli Dahl Jakob­ sen var ikki undir tí heilt stóra trýstinum, men nakrar ferðir mátti hann tó út í fulla longd at bjarga Mynd: Álvur Haraldsen