Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 109 - 11. juni 2009 tíðindi Sólin gevur lív og ljós. Sólin er sanniliga fyri okkum øll, men at hon í gjár smílti á okkara veikastu, býr eingin ivi í mínum hjarta um. Í gjár var Føroya Kulasti Rørsludagur á Vaglinum RøRsla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Í gjár skipaðu Javni og Ítróttasambandið fyri brekað fyri Føroya Kulasta Rørsludegi á Vaglinum í Havn. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Heilsumálum, setti dagin við passandi orðunum: At røra seg er ein spurningur um demokrati. Einasta treytin er, at tað skal vera stuttligt. At tað var stuttligt, er eingin ivi um. Væl var møtt, og hvør sum kundi ganga ella krúpa, stóð á Vaglinum í gjár. Trøllapætur og Omman stóðu fyri undirhaldandi upphitingini, og tað var fyri fullum drøni. Tá upphitingin var liðug, var farið undir at renna, ganga, rulla, krúpa, ella hvat ein nú hevði hug at gera, og var hetta av Vaglinum og oman til rundkoyringina á Havnargøtu og aftur. At lýsa dagin og tiltakið við orðum, verður trupul uppgáva, og vit lata tí myndirnar tala fyri seg ... Sólin smílir til okkara veikastu