hósdagur 11. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2009
15
nøvn
Havnarmaðurin
Eyðun
Joensen hevur nýliga tikið
útbúgving sum skíðinstruk
tørur í Kanada. Eyðun er 31
ára gamal og siglir annars
sum maskinmeistari við
Mærsk.
Útbúgvingin
til
skíð
instruktør var frá januar til
apríl í ár og tók honum
sostatt 12 vikur. Útbúgving
in gekk fyri seg á Whistler/
Blackcomb
fjøllunum,
tríggjar tímar frá Vancouver
við Stillahavið. Eyðun var
saman við 23 bretum, sum
eisini gingu á instruktør
skúlanum. Meðan tey vóru
har, skifti hitin millum min
us 17 stig til pluss 15 stig. Í
desember, áðrenn tey komu,
hevði verið sera kalt, heilt
niður í minus 35 stig.
Umframt alt sum hevur
við sjálva skíðingina at
gera, skal ein skíðinstrukt
ørur eisini duga at analysera
kavan, um tað er ráðiligt at
skíða og eisini at leita eftir
fólki, sum eru saknaði.
Nógvastaðni í Kanada er
skíðing ein lívsstílur. Í skíð
sesongini hava skúlabørn t.
d. frí hvønn mánadag, tá
tey standa á skí ístaðinfyri
at vera í skúla. Skíðing er
eitt fak í skúlaundirvísingin
har.
Eyðun nevnir sum dømi,
at ein 92 ára gamal maður
dagliga stóð á skíð, har sum
tey vóru. Á skístøðunum
møtti hann annars nógvum
danskarum og eisini onkr
um íslendingi.
Tá vit spyrja Eyðun, hví
hann hevur valt at taka hesa
útbúgving, sigur hann at
hetta er ein gamal dreymur.
Hann hevur gott starv hjá
Mærsk, men møguliga fer
hann at arbeiða sum skíð
instruktørur seinni.
Hann er limur í CSIA
(Canadian Ski Instructors
Alliance), og kann arbeiða
sum
skíðinstruktørur
í
flestu støðum í heiminum.
Eyðun sigur, at honum vit
andi er hann einasti føroy
ingur við hesi útbúgving.
Olympisku vetrarleikirnir
í Vancouver, sum vera í
februar, og Paraolymisku
leikirnir sum vera í mars
2010, koma eisini at ganga
fyri seg í Whistler, har sum
Eyðun
hevur
lært
til
skíðinstruktør
Nógvar
heimsstjørnur
innan skíðítróttin koma úr
lítlu bygdini Whitsler.
Lítla bygdin Whistler hev
ur uppfostrað nógvar kendar
heimsmeistarar í skíðing
gjøgnum tíðirnar. Vit kunnu
t.d. nevna Shane McConkey
sum var ein av kendastu
skíðstuntmonnum. Hans
ara sergrein var at skíða út
av tindum og síðani hála í
fallskermin. Tann 26. marts
í ár var hann í Italia, har
hann framdi slíkt stunt. Tá
vildi so illa til, at hann ikki
fekk skíðurnar av sær í
góðari tíð, og endaði hann
sostatt í fríum falli, tí fall
skermurin ikki foldaði seg
út.
Ein orsøk at ein so lítil
bygd kann gera seg so nógv
galdandi innan fyri skíøkið,
man verða at skúlabørnini
fáa ein heila skúladag um
vikuna at standa á skíð..
Skíðing er kanska ein
sindur
dýr
ítróttargrein
(feria), og har til eisini eitt
sindur vandamikil til tíðar
um man ikki er nóg ansin.
Vegna nógvar smáskaðar
og nakrar meira alvorligar
skaðar, vóru tað fleiri av
teimum eg var saman við,
sum ikki komu á mál við
skíðingini,
sigur
Eyðun
Joensen.
mg
Føroyskur
skíðinstruktørur
Eyðun Joensen er útbúgvin sum skíðinstruktørur í Kanada
Soleiðis sær tað út, tá skíðað verður í tjúkkum kava
Eyðun saman við nøkrum av teimum hann lærdi saman við til skíðinstruktør