Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 109 - 11. juni 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Gunnar Vestergaard, vanliga nevndur Gunn­ ar í bankanum, á Tvør­ oyri andaðist týsdagin, 84 ára gamal. Louisa Udbø Jensen andaðist týsdagin, 78 ára gomul. Kistan fer úr heiminum við Vallalíð hósdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggja­ dagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Louisu, kunnu lata heiminum í Vallalíð eina gávu, konta í pen­ ingastovnunum. Kistan við Bjarna Skaalum í Vági fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjadagin kl. 18 í Vágs kirkju. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Bjarna, kunnu lata Vágs kirkju eina peningagávu, konta í Suðuroyar Sparikassa. Kistan við Óla Christi­ an Danielsen fer úr kap­ ellinum á Landssjúkra­ húsinum hósdagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Berøa fríggjadagin kl. 14. Tey, ið ynskja at minnast Óla, kunnu lata Zarepta eina gávu ­ konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 11. juni. Barnabas. Hann verður fleiri ferðir umtalaður í Ápostlasøguni, men so at siga altíð í sambandi við ápostulin Paulus. Var við á fyrstu trúboðanarferðini hjá ápostlinum. Evangelisturin Markus og hann vóru systkinabørn. Halgisøgan sigur, at hann á føðioynni Kýpros varð tikin av jødum og brendur á báli í árinum 62, halda teir. Í fornkirkjuni var hildið, at hann skrivaði Hebrearabrævið. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Myndir frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip­ aði fyri í Kommunuskúlan­ um í Havn í summar. Mynd­ in her er av millum­ skúlanæmingum í 1947. Flokkurin er á útferð við Fjallavatn saman við Martini Holm, flokslærara. Um onkur hevur hug at ogna sær hesar myndir, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjals­ dóttir á telefon: 226024. (Mynd nr. 31 og 34) Myndaeigarar: Katrin Samuelsen og Margit Hansen Millumskúlaflokkur í 1947 F.v.: Anna Simonsen, Gulli Johanson, Elsebeth Sloan, Katrin Hansen og Tordis Mohr F.v.: Martin Holm, floks­ lærari, Hervør Joensen og Sólvá Mikkelsen Lesið Sosialin - so eru tit við