Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2009 13 Tað vóru ikki bert jour nal­ ist arnir í útvarpinum, sum stúrsaðu við táið Fugla­ fjarðar kommuna lýsti tríggjar tunlar til sølu. satt at siga so ljóðaði tað sum ein 1.apríl søga – at selja so stórar ognir í hesum tíðum ­ nú grundarlagið fyri skilagóðari sølu er á nulpunktinum. Fyri keyparan er tað júst rætta tíðin, tí nú kann møgu liga keypast fyri dump ing prís. Fyrst í 90unum gjørdi Fuglafjarðar kommuna 3 tunlar á havnaøkinum, teir hava verið leigaðir út síðani tá, og eru helst út ­ goldnir í dag. Meginpart­ urin av havnalendinum í Fuglafirði er komið á tann hátt, at lendi omanfyri er sprongt burtur og nýtt sum ífylla. Lendið verður síðani leiga út til tey sum hava áhuga fyri tí. Tunlarnir eru stórt sæð gjørdir á sama hátt, tilfarið sum kom frá teimum, bleiv somuleiðis nýtt til ífyllu. At skapa meira lendi á havnaøkin­ um, har lítið av sløttum er fram við bakkanum, varð sera skilagott. Íløgan, sum borgararnir í Fuglafirði gjørdu í 90unum, byrjar nú veruliga at geva pening í kassan. Tað eigur eisini at verða uppgávan hjá býráðnum at umsita hesa ogn hjá borgarunum á skilabesta hátt. Hví tunlarnir skulu seljast nú, táið bankarnir hava smekkað kassalokið í, og sera treyðugt lána út, er mær ein gáta. Skulu vit tosa um ”timing”, so er tíðin sera illa vald ­ sæð frá borgarans síðu. Ein møguleiki, til at seljast má nú, er møguliga tann, at allur peningurin hjá borgarunum er vipp­ aður í eina vitleysa, ópro­ duktiva, grótrúgvu á 30 metra dýpi á havnalagnum, og tí er kassin tómur ­ Tey bleytu virðini eru umsett til grót á havsins dýpi. Harð­ liga hevur eisini alment verið funnist at hesum ørðskapi. Skal kommunan hava fatur í peningi til íløgur og lønir, so er neyð­ ugt at selja út av arvagóðs­ inum til dumpingprís, annars steðga møguligar verkætlanir sum settar eru í verk. Varð tað ikki nógv betur at verkætlanirnar steðgaðu og vóru settar í gongd aftur táið peningur varð tøkur. Panikloysnir eru altíð av tí ónda og kosta meira enn tær eiga at gera. Undan­ farna og verðandi býráð hava so dyggiliga spælt falit, og eiga fyri alt í verðini ikki fáa loyvi til at oyðsla komunalar ognir burtur bert fyri at sminka egna fasadu. Eg vil tí vegna borgararnar heita á tykkum sum býráðslimir: Takið tykkum saman – hugsið um hvønn tit umboða – takið rætta lang­ tíðaravgerð fyri borg aran og ongan annan. Eg havi einki ringt at siga um tær fyritøkur sum í dag leiga tunlarnar. Skriv­ ingin er ikki vend móti teimum ­ men arbeiðslagi hjá býráðnum tykist sera ódámligt. Kvinnuflokkurin fannst, upp undir valið, harliga at mannagongdum og lovaði at arbeiða fyri einum betri gjøgnumskygni í býráðs­ arbeiðinum. Higartil hava vit einki sæð til tað ­ møgu liga eru grundir fyri tí ­ vallyftið má tí metast sum innantómt orða­ skvaldur. Hevur tað nakrantíð verið brúk fyri innliti í kommunalt arbeiði so er tað júst í hesum døgum. Kristina og Elisabeth. Tit kunnu geva borgar­ anum innlit, við at svara hesum spurningum alment (í bløðunum), fyrisitingin kann geva tykkum tey neyðugu tølini. 1. Hvussu nógv kostaðu tunlarnir hvør sær at gera? 2. Hvussu nógv kostaði inntakið (felags tunn­ ilin)? 3. Skal tann sum keypir eisini gjalda sín part av felagstunlinum ­ ella skal tann kostnað­ urin berast av borgara­ num? 4. Hvussu nógv er tað umroknað til nútíðar­ virðið ­ uttan kreppu­ niðurskurð ­ tí fíggj­ ar kreppan er av um stutta tíð? 5. Er lán í tunlunum ella eru teir útgoldnir? 6. Hvussu nógv fær kommunan í leiguinn­ tøku um árið – fyri hvønn tunil? 7. Er tað viðtikið á bý ­ ráðsfundi at tunlarnir skulu seljast – um ikki ­ hvør hevur so tikið avgerðina? 8. Hví skulu tunlarnir seljast júst nú? 9. Hvør sat í fíggjar­ nevnd ini (seinasta valskeið), táið fíggjar­ nevndin av fyrstantíð kom við uppskotinum um at tunlarnir skuldu seljast? 10. Hvørji feløg og/ella persónar eiga Berg­ frost? 11. Hvør situr í nevndini hjá Bergfrost ­ og hvussu er nevndin skipað? 12. Hvør situr í býráðs­ sam gonguni í dag? Um tit ikki hava svarað borgaranum uppá hesar spurningar ­ alment­ (í bløðunum) innan eina viku, so má eg gera tað sjálvur. Fleiri tunlar til sølu í Fuglafirði Jóhan heri Joensen Eg fegnist almikið um, at systur­ og bróðurflokkurin hjá Tjóðveldi, Inuit Atagatigiit, hevur vunnið ein slíkan stórsigur á landstingsvalinum í Grønlandi. Og ikki minst eri eg ovurfegin um, at vinmaðurin og politiski felagin, Kuupik, fekk eina so dygga álitisváttan og nú verður politiski leiðarin í Grønlandi. Havi tosað og samskift nógv við Kuupik upp undir valið. So seint sum dagin fyri valið, ivaðist hann stórliga í, um góðu veljarakanningarnar kundu vera eftirfarandi, tí vanliga hevur Siumut­flokkurin verið undir­ mettur í veljarakanningum – serliga tí Siumut altíð hevur staðið sterkur úti á grønlendsku bygdunum. Men IA og Kuupik gjørdu bart um alt hetta stóra landið. Og fleiri orsøkir mugu sigast at vera til tess. Inuit Atagatigiit merkir samanhald og sam­ halds festi millum grønlendska fólkið. Flokkurin er vaksin støðugt, síðani hann bjóðaði seg fram fyrstu ferð, men hevur ofta verið spjaldrasettur at vera ov vinstravendur og ímóti vinnuni, at hava ov nógv lærd fólk og at vera ov býarkendur. Inuit Atagatigiit var í samgongu í byrjanini av hesum valskeiði saman við Siumut og Attassut, men varð koyrdur á dyr, tá tey noktaðu at taka undir við studningi til vinnulívsbólkar og óneyðugar prestisjuíløgur. Til hetta valið hevði IA greiðan boðskap: ­ Sjálvstýrið skal byggjast á ábyrgd, sjálsvirðing og samhaldsfesti. ­ Ein uppgerð og eitt siðaskifti í grønlendskum politikk, har fólkaræði skal valda – og ikki valdið og rossahandlarnir hjá nøkrum politiskum bólkum. ­ Samhaldsfesti og sosialt rættvísi millum grønlendska fólkið – og ikki royndirnar at seta kílar millum bygd og bý, millum leik og lærd og millum samfelagsbólkar. ­ Útbúgving og altjóða sam­ starv. Flokkurin stillaði upp bæði roynd fólk og eina røð av ung­ um fólki – og ikki minst kvinn­ um. Sum vit hava sæð tað við unga samstarvsfelaga okkara, Julianne Henningsen, sum vann stórsigur á fólkatingsvalinum og fekk eitt gott val til lands­ tingið hesaferð, so framdi IA eisini her eitt veruligt siðaskifti. Av teimum 14 tingfólkunum, sum vórðu vald, eru 8 kvinnur. Eg havi verið í tøttum samstarvi við Kuupik Kleist í eini 10 ár. Eftir fólkatingsvalið í 2001 elvdi hetta eisini til, at vit stovn aðu Norðuratlantsbólkin á fólka tingi. Kuupik hevði ein serstakan upp vøkstur, har hann vaks hjá mammu síni, ið var deyv, í tí námsbygdini á oynni í Disko­ víkini, sum varð niðurløgd og fólkið flutt burtur. Hann er útbúgvin á Roskilde Universtitetscenter (RUC) í samfelagsfrøði. Hann er ein víðskygdur og nærlagdur álitismaður, og ein sera góður vinur við løttum lyndi. Musikalsk ur, skemtiligur og góður í veitslulagi, sum hann prógvaði, tá hann eftir valsig­ urin sang í Nuuk­høllini fyri teimum mongu viðhaldsfólk­ unum. Kuupik dugir væl mál og hevur ein sterkan altjóða sjónarring. Hann er eyðmjúkur mótvegis sínum politiska valdi og er fullkomiliga ósnobbutur. Býr í einum íbúðarblokki í einum av nýggjaru býarpørt­ unum í Nuuk saman við seinnu konuni. Kuupik, sum í fjør fylti 50, eigur trý vaksin børn og ein tvey ára gamlan son, umframt ein 9 ára gamlan fosturson. Hann fær nú ein ovurstóra upp­ gávu at endurreisa álitið á grønlendsku politisku skip­ anina, at gera stórar reformar og at venda einum storum halli á fíggjarlógini. Valið í Grønlandi er ein stór uppgerð og eitt siðaskifti – eisini í norðurlendskum høpi. Tað er ikki komið fyri áður í Norðurlondum, at ein vinstra­ vendur loysingarflokkur, hevur fingið 44% av atkvøðunum og nú fer at skipa landsins leiðslu. Fyri londini í Útnorði er gongdin eisini serstøk. Í Íslandi er systur­ og bróðurflokkurin, tey Vinstri­grønu, við Steingrími J. Sigfússyni, eisini høvuðsleikari í tí politiska siðaskifti og teirri eindurreising, sum Ísland er farið undir og sum hevur fingið dyggasn stuðul frá veljarunum. Fyri Føroyar er ongin ivi um, at politiska broytingin í Grønlandi og Íslandi gevur serstakar møguleikar fyri at økja sam­ starvið millum londini nógv meira – bæði innan vinnu, útbúgving, mentan heilsu, umhvørvis­ og orkuspurningar. Møguleikarnir fyri eini Útnorðursamgongu hava ongantíð verið betri, nú grøn­ lendingar hava valt eina nýggja leiðslu. Kuupik Kleist og Inuit Ataga­ tigiit hava hugsjónina um eitt sterkt samstarv millum Grønland, Føroyar og Ísland. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Grønlendska valið: – Eitt søguligt siðaskifti við einum heiðursmanni á odda tíðargreinin Høgni Hoydal Tíðargreinin Kuupik Kleist