hósdagur 11. juni 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 109 - 11. juni 2009 ]
Føroyska
liðið er
mannað
Dia Midjord,
landsliðsvenjari,
hevur gjørt av,
hvørjar spælarar
hann hevur við
í hópinum, tá
manslandsliðið í
hondbólti tekur
móti Russlandi í
kvøld
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tólv útispælarar og
tveir málverjar eru
tiknir út til hondbólts
landsdystin ímóti
Russlandi.
Málverjar: Levi
Nybo, H71 og Ári
Egason Dam, Neistin.
Útispælarar: Tróndur
Kragesteen, Birgir
Poulsen og Karl Herup
Olsen, Neistin. Janus
Sørensen, Esbern
Patursson, Dánjal
Torgarð og Gunnar
Bláberg, H71. Sámal
Joensen og Rúni
Joensen, VÍF. Hans
Áki DalChristiansen
og Bárður Johannesen,
Kyndil. Niklas
Reginsson, KÍF.
Russar hava tvey
heimsmeistaraheitið og
eitt evropameistara
heitið í skjáttuni. Teir
eru eisini fremst í EM
undanbólki 2 við 10
stigum. So hóskvøldið
ber til at síggja hond
bólt á høgum stigi í
Føroyum.
Dysturin millum
Føroyar og Rusland í
høllini á Hálsi í Havn
byrjar klokkan 19.30.
Brian Kerr harmaðist,
at føroysku spælar
arnir ikki tóku av
sínum møguleikum.
Men hann staðfesti
samstundis, at júst
evnið til hetta er
munurin millum tey
sterkastu og restina
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er sjáldan, at tap á
einum fótbóltsvølli smakka
serliga væl. Og tað gjørdi
tað heldur ikki hjá Brian
Kerr, tá hann hitti fjølmiðl
arnar
eftir
sín
fyrsta
landsdyst.
Mær dámar ikki at tapa,
og seinnu árini havi eg ikki
vant lið, sum hava tapt
serliga nógvar dystir.
Men eg eri fegin um
sjálvt avrikið. Í altjóða
fótbólti mást tú taka møgu
leikarnar, tá teir koma, og
vit høvdu fleiri møguleikar.
Enntá opnar møguleikar,
sum áttu at givið mál. Men
avrikið var gott, og mær
dámdi væl mátan, sum
okkara menn spældu uppá.
Tað sá út til, at tit royndu
at vinna bóltin høgt uppi á
vøllinum, soleiðis at tit
skjótast
gjørligt
kundu
spæla í holini aftan fyri
bakkarnar hjá teimum?
Tað var eisini partur av
upplegginum. Tað er nú
eina ferð soleiðis í fótbólti,
at tú hevur bestu møgu
leikarnar at skapa nakað,
um tú vinnur bóltin høgt
uppi á vøllinum. Snøgt sagt
tí tú tá hevur stytri veg til
málið. Og eg segði við
spælararnar, at vit skuldu
royna at fara niðan eftir
teimum, og at vit støðugt
skuldu leypa á við 45
spælarum. Og tann parturin
haldi
eg
riggaði
væl.
Samstundis er vandin tó, at
tú kanst flyta liðið ov langt
niðan, og tí máttu vit alla
tíðina ansa eftir.
Men vit spældu ikki alla
tíðina líka skjótt. Tað ráddi
eisini um hjá okkum at
halda bóltin í egnari røð, og
í løtum var eg væl nøgdur
við pasningsspælið hjá
okkum. So tú kanst siga, at
vit royndu at spæla skjótt
og neyvt.
Spælararnir eru
betur fyri
Í samrøðu við Sosialin fyri
nøkrum vikum síðani segði
Brian Kerr, at fleiri av
landsliðsspælarunum ikki
vóru í so góðari venjing,
sum ynskiligt var. Hetta er
tó nakað, sum er betrað
nógv
seinasta
mánaðin,
segði Brian Kerr.
Eg var sum heild væl
nøgdur um venjingarstøð
una hjá spælarunum. Tekur
tú Súna Olsen, so hevur
hann havt drúgvan steðg frá
fótbóltinum,
men
hann
royndist sera væl í dag, og
hann gevur okkum nógv
betur møguleikar í pasn
ingsspælinum á miðvølli
num. Men fleiri aðrir vóru
eisini væl betur fyri nú, enn
teir vóru fyri einum til
tveimum mánaðum síðani.
Men tað er framvegis
rúm fyri stórum batum.
Tekur tú serbarnar, so spæla
fleiri av teimum í stór
feløgum, sum hava allar
møguleikar fyri servenjing
um og vísindaligari ráð
geving um heilsustøðuna
hjá spælarunum. Tað er
nakað, sum vit ikki hava
møguleika til, men vit
mugu gera tað, sum vit
kunnu innan karmarnar,
sum FSF hevur at arbeiða
við, segði Brian Kerr.
Og tað sást eisini aftur,
tá teir skoraðu til 20. Fram
til tá vóru vit væl við í
dystinum, men málið tekur
luftina úr okkum, og vit fáa
ikki okkara spæl at koyra
eftir hetta. Men eisini undan
20 málinum hava vit ein
stóran møguleika, og hugsar
tú so eisini um møgu
leikarnar, sum vit høvdu
fyri steðgin, so gevur hetta
gott mót. Eg haldi, at tað er
nakað síðani, at føroyska
liðið hevur skapt somikið
nógvir møguleikar.
Neyvleikin er
munurin
Samstundis sum Brian Kerr
fegnaðist um tað, sum
hansara menn vístu, so
stðafesti hann tó eisini, at
júst smáu marginalarnir eru
munurin í altjóða høpi.
Vit skuldu verið á odda,
og ístaðin loyva vit teimum
at skora beint fyri steðgin.
Tað er tekin um vantandi
evni at halda konsentra
tiónini, og tað havi eg sagt
spælarunum. Tað eru júst
slíkir smálutir, sum eru
munurin millum tey sterk
astu liðini og restina. Tey
sterku liðini standa ímóti
trýstinum seinastu minutt
irnar undan steðginum, og
tey eru tað lítla pettið
neyvari, tá møguleikarnir
koma. So tað eru smáir
lutir, sum skulu betrast hjá
okkum, og tað er hetta, sum
vit sklu arbeiða við komandi
tíina, segði Brian Kerr.
Andorra fekk bank
Tvey mál frá Rooney, tvey frá Defoe og eitt frá ávíkavist
Lampard og Crouch syrgdu fyri enskum stórsigri, tá
Andorra vitjaði á Wembley í gjár. Ongland hevur nú vunnið
sjey dystir á rað í undankappingini, og tað er lítið, sum
bendir á, at Ongland ikki verður millum londini í
Suðurafrika næsta summar. Í sama bólki var Kazakhstan
ávegis eisini sensatión, tá Nusrbayey legði liðið framum í
útidystinum móti Ukraina, men Nazarenko skoraði bæði fyri
og eftir steðgin, soleiðis at Ukraina vann dystin 21.
Holst flutti upp
Herfølge vann ein knúsandi 40 sigur á AB í gjárkvøldið, og tað
fegnaðust tey um í Silkeborg. Úrslitið ber nevnliga við sær, at
felagið hjá Christian Lamhauge Holst nú er til reiðar at spæla í
SASliguni komandi kappingarár. Christian Lamhauge Holst hevur
ikki fingið heilt so nógva spælitíð í ár, sum hann fekk hjá Lyngby í
fjør, men tað er lítil ivi um, at evni hansara sum kontraspælari er
nakað, sum kann koma heilt væl við hjá Silkeborg, nú felagið aftur
skal royna seg millum tey bestu í Danmark.
Mugu taka av møguleikunum
Brian Kerr mátti taka til
takkar við tapi í sínum
fyrsta landsdyst. Men
hann staðfesti, at føroyska
avrikið avgjørt gevur
honum gott treysti at
arbeiða víðari við liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen