Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 109 - 11. juni 2009 ] Lítil ivi man vera um, at hæddin var ein fyrimunur, nú Atli Gregersen fekk kjansin í sínum fyrsta landsdysti, har yvir tveir metrar høgi framherjin hjá serbum, Zigic, fekk sín yvirmann. – Hetta havi eg droymt um síðani 1992, segði Atli um fyrsta dystin FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eitt av kendastu nøvnunum á serbiska liðnum, sum var eitt sindur rakt av forfalli undan ferðini hendavegin, var 28 ára gamli framherjin, Nikola Zigic, sum hevur sáttmála við spanska felagið, Valencia, men síðani í januar mánaði hevur verið læntur einum øðrum sponskum felag, Racing Santander. Undan dystinum í gjár­ kvøldið hevði hann spælt 35 landsdystir og skotið 15 mál fyri Serbia, harav fleiri hava verið við høvdinum. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí Zigic er av hægstu framherjum – heilir 2,02 metrar eru frá ilini og upp til hægstu hárrøturnar. Óivað var hansara hjávera ein orsøk til, at Atli Gregersen fekk kjansin frá byrjan og sostatt spældi sín fyrsta A­landsdyst. Hann var allan dystin á tamb í miðverjuni, har hann spældi undir liðini á Egili á Bø, og tað var ikki minst Atla fyri at takka, at Zigic ikki fekk so nógv burturúr hesa ferð. Livdi dreymin Eftir dystin var Atli sjálv­ andi eitt sindur vónbrotin, tí tað gjørdist til eitt 0­2 tap fyri serbum, og hann tók soleiðis samanum: – Eg upplivdi tað soleiðis, at vit vóru vandamiklari enn teir, tí vit raktu beint við síðuna av ella mál­ maðurin bjargaði. Eg haldi, at vit leveraðu ein ordiligan innsats, segði hann. – Nú ræður um at royna at bíta seg fastan, og so mugu vit eisini royna at fáa stig næstu ferð. Annars var tað fantastiskt at spæla, tí áskoðararnir vóru so góðir, at tað gav eyka orku. Um tað at spæla sín fyrsta landsdyst, fortaldi Atli Gregersen, at hetta hjá hon­ um var ein dreymur, sum gekk út. – Í 1992 fekk eg eina landsliðsblusu frá Jóannes Jakobsen við nummar tvey á rygginum, og líka síðani tá havi droymt um hetta, segði hann. Føroyskir svimjarar væl fyri til DM Komandi vikuskifti fara 22 føroyskir svimjarar til Danmarkar at kappast á Danske ÅrgangsMesterskaber, sum er danska meistarastevnan fyri svimjarar yngri enn juniorar og seniorar. Tað vil siga gentur upp til umleið 13 ár, og dreingir upp til umleið 15 Svimjing Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Stevnan er í ár helvt um helvt í Haderslev og Kolding í Suðurjútlandi, soleiðis at yngsti aldursbólkurin kappast í Haderslev, og hin í Kolding. Føroyingar hava luttakarar við á báðum støðum, úr øllum føroyskum svimjifeløgum, sum í heilum liggja væl fyri til at gera seg galdandi í kappingini ímóti dønum. Í bólki 2 er Tanja Skaalum úr SuSvim styrkismett til at verða nr 1 í 100 og 200 bringu, og Eyðbjørn Joensen úr SuSvim at verða nr 1 í 50, 100, 200 og 400 frí, umframt nr 2 í 100 blandað. Alvi Hjelm úr Ægir er mettur at verða nr 2 í 400 frí, og føroysku genturnar liggja til at verða í oddinum í 4x50 frí, 4x50 blandað og 4x100 blandað. Í bólki 1 er Magnus Jákupsson úr HS styrkismettur at verða nr 1 í 100 og 200 rygg, Poula Ø. Mohr úr FS at verða nr 2 í 100 frí og nr 3 í 50 frí, Cecilia Eysturdal úr Ægir at verða nr 3 í 400 frí, og Birita Debes at verða nr 3 í 100 rygg. Og hartil eri fleiri føri har svimjarar í báðum bólkum kunnu væntast at koma í finalu Føroysku svimjararnir eru: úr Suðuroyar Svimjifelag: Eyðbjørn Joensen, Tanja Skaalum, Guðrun Mortensen, Kristina Elin Thomsen, Sofus Bech, Erna Katrin Olsen úr Ægir: Alvi Hjelm, Victoria Eysturdal, Cecilia Eysturdal, Gunn Joensen úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Óluva Jacobsen, Sunnleyg Eliasen, Jóhann Heðinsson, Poula Ø. Mohr, Jonna B. Thomsen úr Havnar Svimjifelag: Óli Mortensen, Markus Joensen, Magnus Jákupsson, Hjarnar Tórðarson úr Reka: Heðin L. Olsen, Turið S. Christiansen úr FLOT: Birita Debes Føroyski hópurin fer avstað hósmorgunin 11. juni, og kemur heim aftur mánadagin 15. juni. Kappast verður fríggjakvøld, leygardag og sunnudag, við beinleiðis úrslitum á www.livetiming.se og www. svimjing.com/live Yvirmaðurin í miðverjuni Við fyrstu føroysku skotroyndini í dystinum, gav Súni Olsen samstundis startskotið til góða føroyska avrikið í fyrra hálvleiki, og 10 minuttir inn í seinna hálvleik hevði hann ein hin størsta føroyska møguleikan av øllum FÓT3BÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Við sínum 33 landsdystum er Súni Olsen ein av teimum royndastu spælarunum, Brian Kerr hevði sett á liðið, sum byrjaði dystin á Tórsvølli í gjárkvøldið. Súni spældi, líka til eitt lítið korter var eftir, og hann var skiftur út við Jann Inga Petersen. Higartil hevur Súni tvey mál á landsliðskontuni, men tað var tvær ferðir um reppið, at hann økti úrtøk­ una 50 prosent. Serliga seinnu ferðina, tá eitt sera væl spælt álop 10 minuttir eftir steðgin endaði við, at Símun Samuelsen, sum sjálvur kundi havt skotið, valdi at spæla útfrá til Súna. – Ja, serliga seinnu ferð­ ina var tað øgiliga tætt við, ásannaði Súni, sum eisini tíðliga í dystinum hevði fyrstu føroysku royndina, men tó skjeyt framvið. Hetta skotið gjørdist sam­ stundis startskotið til góða føroyska avrikið í fyrra hálvleiki. Seinnu ferðina, tá tað var »øgiliga tætt við«, snúði tað seg nokk bara um fáar sentimetrar, ið gjørdu mun­ in, tí hevði bólturin bara verið innan fyri stongina, uttan at annars vælspælandi málverjin hjá serbum, Vladimir Stojkovic, hevði havt nakran møguleika at rokkið bóltinum, tí hann stóð sum negldur. – Vit kundu tá komið upp á 1­1, og so kundu vit kan­ ska vent dystinum, so tað var ógvuliga trist, at tað ikki skuldi eydnast, segði Súni, sum sjálvandi harm­ aðist tapið. – Eg eri keddur av at tapa 0­2 í kvøld, og tað er nakað lort. Men vit mugu bara gera tað betri næstu ferð. Øgiliga tætt við Tvær ferðir var Súni Olsen bara sentimetrar frá at skora. Sjálvur harmaðist gøtumaðurin serliga seinna skotið hjá sær, sum kanska kundi vent dystinum Mynd: Álvur Haraldsen Troyggjan var nummar 5 og ikki 2. Men talan var kortini um ein dreingjadreym, sum gekk út, tá Atli Gregersen í gjár spældi sín fyrsta landsdyst Mynd: Álvur Haraldsen Svøríki bukaði Malta Svøríki hevur ikki havt tað serliga lætt í undankappingini, har teir í løtuni eru væl aftan fyri Danmark og Portugal. Í gjárkvøldið bragdaði tó nakað, tá Svøríki tók ímóti Malta. Kim Kallstrøm, Daniel Majstorovic, Zlatan Ibrahimovic og Marcus Berg stóðu fyri málunum, tá framvegis mál­ og stigaleysa Malta varð sent heim við ongum. Rooney vil taka Charlton Wayne Rooney er als ikki at steðga, tá tað ræður um at skjóta mál fyri enska landsliðið. Við tveimum málum í gjár hevur hann nú skotið 10 mál í seinastu sjey landsdystunum, og samanlagt hevur hann nú skotið 24 mál. Enska metið eigur Bobby Charlton, sum í síni tíð skeyt 49 landsliðsmál. – Kann eg taka metið, vildi tað verið fantastiskt, og eg skal ikki dylja fyri, at metið er nakað, sum eg hugsi um, sigur Rooney við SportingLife.