Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 109 - 11. juni 2009 ] Úrslitið var ikki øðrvísi, enn tað ofta hevur verið. Men okkara fótbóltsmenn spældu seg støðugt til møguleikar, sum fyrr ella seinni fara at geva okkum mál Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen 2-0 til Serbia. Tað vóru tøl- ini, tá ið síðsta bríkslið í gjárkvøldið hevði ljóðað á Tórsvølli, har tað stutt und- an dystarbyrjan tóktist fara at verða rættiliga manntómt, men har hýrurin varð heilt góður, tí samanrenningin av fjepparafeløgum kring landið vísti stóra ábyrgd og alla tíðina stuðlaði. Úrslitið var ikki so nógv øðrvísi, enn tað ofta er endað, tá ið Føroyar hava spælt móti stórum fótbóltstjóðum. Meiri enn so eru Føroyar áður eyðmýktar við 7-0 og 8-1 tapum ímóti gamla Jugoslavia, og tá ið tað eru fótfimir snillingar av Balkan, sum eru mótstøðumenninir, so er altíð vandi fyri, at tað kann enda heilt galið. Longu í oktober 1991 var úrslitið í Landskrona 2-0 ímóti gamla Jugoslavia. Ta ferðina varð nógv gjørt burt- urúr, at føroyska liðið hevði havt tveir ella tríggjar møgu- leikar, sum kundu ella rætt- ari sagt áttu at havt borið mál við sær. Ta ferðina og so ofta síð- ani hevur luturin hjá før- oysku spælarunum og før- oyska liðnum verið í og kring egnan brotsteig at verja, at royna við longum sendingum ella ofta neyð- spørkum fram á vøllin, og so hevur bara ein lítil løta verið, inntil tað var neyðugt við endurtøku. Hugburðurin frá fyrstu Føroyar-Serbia 0-2 (0-1): Skotini móti Serbia vóru Jónas Þór Næs var sera knáur í nærdystunum, har hann fleiri ferðir forðaði fyri serbiskum gjøgnumbrotum Kvikleikin hjá Símun Samuelsen er eitt veldugt vápn hjá føroyska liðnum, og í trimum førum fyri steðgin bæði kundu og skuldu okkara menn lagt seg á odda Ísland tapti Makodonia vann 2-0, tá teir í gjárkvøldið tóku ímóti Íslandi. Málini skutu Aco Stojkov og Filip Ivanovski eftir ávíkavist 10 og 86 minuttum. Makedonia er nú á triðja plássi í bólki 9, har Holland longu hevur vunnið seg víðari til HM-endaspælið. Ísland er nú á fjórða plássi við fýra stigum, meðan Noreg enn sum áður er aftast. Noreg tapti hesa ferð 2-0 á útivølli móti Hollandi. Maradona dumpaði Argentinska landsliðið hevur havt stórar trupulleikar í seinastuni, og tilveran hjá Maradona sum landsliðsvenjara gjørdist ikki lættari, tá liðið í gjár tapti 2-0 móti Ecuador. Hesa ferð misnýttu Tevez og Messi gyltar møguleikar fyri steðgin,og so kundu Ayovi og Palacio við tveimum málum seinasta korterið syrgja fyri einum 2-0 sigri. Argentina er nú undir hørðum trýsti frá Ecuador, men enn er liðið á fjórða plássinum, sum gevur atgongd til HM.