Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 109 - 11. juni 2009 ] Radomir Antic staðfesti mikudagin, at hann aftur og aftur hevði sagt sínum spælarum, at Føroyar máttu ikki undirmetast Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hann er ikki komin langan veg í fótbóltsheiminum við at undirmeta mótstøðumenn sínar. Og hóast Radomir Antic sjálvandi viðgekk, at Serbia var stórfavorittur á Tórs­ vølli, so var hann meira enn fegin um at fara heim við trimum stigum. ­ Eg havi fleiri ferðir sagt við mínar spælarar, at teir máttu ikki undirmeta Før­ oyar. Føroyska liðið hevur ment seg støðugt, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tit taka eitt av teimum stóru liðunum, segði Antic eftir dystin mikukvøldið. Hinvegin staðfesti hann eisini, at serbiski sigurin var uppiborin. ­ Vit sýndu gott tol, hóast føroyska liðið gjørdi uppgávuna trupla fyri okk­ um. Tað gav eisini úrslit, tá vit skora beint fyri steðgin, og eg haldi, at vit høvdu tamarhald á tí mesta eftir hetta, segði Radomir Antic millum annað eftir dystin. Skulu ongan tíð undirmetast Serbiski landsliðsvenjarin er ivaleysur í, at føroyska landsliðið fyrr ella seinni skapar tí stóru sensatiónina Mynd: Álvur Haraldsen Støðan í HM-undankappingini Bólkur 1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Danmark 6 5 - 1 - 0 13 2 11 16 2 Ungarn 6 4 - 1 - 1 8 2 6 13 3 Portugal 6 2 - 3 - 1 8 4 4 9 4 Svøríki 6 2 - 3 - 1 6 2 4 9 5 Albania 8 1 - 3 - 4 4 8 -4 6 6 Malta 8 0 - 1 - 7 0 21 -21 1 Bólkur 2 1 Grikkaland 6 4 - 1 - 1 12 4 8 13 2 Schweitz 6 4 - 1 - 1 11 6 5 13 3 Letland 6 3 - 1 - 2 10 6 4 10 4 Ísrael 6 2 - 3 - 1 10 8 2 9 5 Luxemburg 6 1 - 1 - 4 3 13 -10 4 6 Moldova 6 0 - 1 - 5 2 11 -9 1 Bólkur 3 1 Slovakia 6 5 - 0 - 1 17 6 11 15 2 Norðurírland 7 4 - 1 - 2 12 6 6 13 3 Pólland 6 3 - 1 - 2 18 7 11 10 4 Kekkia 6 2 - 2 - 2 6 4 2 8 5 Slovenia 6 2 - 2 - 2 5 4 1 8 6 San Marino 7 0 - 0 - 7 1 32 -31 0 Bólkur 4 1 Týskland 6 5 - 1 - 0 18 4 14 16 2 Russland 6 5 - 0 - 1 12 3 9 15 3 Finnland 6 3 - 1 - 2 8 10 -2 10 4 Wales 7 3 - 0 - 4 5 7 -2 9 5 Azerbadjan 5 0 - 1 - 4 0 5 -5 1 6 Liktenstein 6 0 - 1 - 5 1 15 -14 1 Bólkur 5 1 Spania 6 6 - 0 - 0 9 3 6 18 2 Bosnia-Herzegovina 6 4 - 0 - 2 9 7 2 12 3 Turkaland 6 2 - 2 - 2 9 14 -5 8 4 Belgia 6 2 - 1 - 3 4 7 -3 7 5 Estland 6 1 - 2 - 3 5 8 -3 5 6 Armenia 6 0 - 1 - 5 6 9 -3 1 Bólkur 6 1 Ongland 7 7 - 0 - 0 26 4 22 21 2 Kroaita 6 3 - 2 - 1 12 6 6 11 3 Ukraina 6 3 - 2 - 1 9 6 3 11 4 Hvítarussland 5 3 - 0 - 2 14 7 7 9 5 Kazakhstan 7 1 - 0 - 6 7 22 -15 3 6 Andorra 7 0 - 0 - 7 2 25 -23 0 Bólkur 7 1 Serbia 7 6 - 0 - 1 15 5 10 18 2 Frakland 5 3 - 1 - 1 7 6 1 10 3 Litava 7 3 - 0 - 4 6 6 0 9 4 Eysturríki 6 2 - 1 - 3 7 9 -2 7 5 Rumenia 6 2 - 1 - 3 7 10 -3 7 6 Føroyar 5 0 - 1 - 4 1 7 -6 1 Bólkur 8 1 Italia 6 4 - 2 - 0 9 3 6 14 2 Írland 7 3 - 4 - 0 8 5 3 13 3 Bulgaria 6 1 - 5 - 0 6 4 2 8 4 Cypros 6 1 - 2 - 3 6 9 -3 5 5 Montenegro 6 0 - 4 - 2 5 8 -3 4 6 Georgia 7 0 - 3 - 4 4 9 -5 3 Bólkur 9 1 Holland 7 7 - 0 - 0 16 2 14 21 2 Skotland 5 2 - 1 - 2 4 6 -2 7 3 Makedonia 6 2 - 1 - 3 4 11 -7 7 4 Ísland 7 1 - 1 - 5 6 12 -6 4 5 Noreg 5 0 - 3 - 2 2 6 -4 3 Longu nú er Didi Constantini farin at hugsa um dystin, sum hann og hansara menn skulu spæla á heimavølli móti Føroyum í september mánaði Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Millum áskoðararnar á Tórsvølli í gjár var eisini Didi Constantini, sum er nýggjur eysturríkskur landsliðsvenjari, eftir at Karl Brückner í fjør heyst varð koyrdur úr starvinum. Millum annað eftir ein 1­ 1 javnleik móti Føroyum á Tórsvølli. ­ Fyrra hálvleik kundu tit tvær ferðir lagt tykkum á odda. Og hóast tit ikki fingu málið, so var sjónligt, at serbar høvdu nervar um tað, sum gekk fyri seg á vøllinum. ­ Tykkara menn hildu seg sera væl til 4­5­1 spæl­ skipanina. Teir megnaðu at brúka báðar síðurnar, og sum heild haldi eg, at teir framdu eitt sera gott avrik. Og í veruleikanum vóru tit óhepnir, at tit ikki skoraðu, segði fryntligi venjarin, sum segði seg vera nógv klókari um føroyska landsliðið, nú hann fer aftur til Eysturríki. Føroyar spæla dyst í Eysturríki í september mánaði í ár. Bólkur 1 Svøríki-Malta 4-0 Bólkur 4 Finnland-Russland 0-3 Bókur 6 Ukraina-Kazakhstan 2-1 Ongland-Andorra 6-0 Bólkur 7 Føroyar-Serbia 0-2 Bólkur 9 Makedonia-Ísland 2-0 Holland-Noreg 2-0 HM-úrslit Eysturríkski venjarin á Tórsvølli Teir dýrastu enda í Madrid Við Florentino Perez við stýrisvølin stendur Real Madrid fyri størstu handl­ unum í fótbóltsheiminum. Forsetin, sum nú er aftur, og sum aftur vil skapa sær eitt nýtt lið við Galacticos, hevur longu rinda hálva milliard fyri Kaká, og gerst handilin við Ronaldo veruleiki, eigur Real Madrid tey fýra ovastu nøvnini á metlistanum fyri spælarakeyp. Verður Ronaldo keyptur, verður keypsprísurin 92,9 milliónir evrur. Og teir tríggir handlarnir, sum í løtuni standa ovastir í søgubókunum, eru allir til Real Madrid. Teir eru (í milliónum evrum) Zinedine Zidane frá Juventus (75,8), Kaká úr Milan (65,0) og Luis Figo, sum varð keyptur úr Barcelona fyri 61,3 milliónir evrur. Valuev er aftur meistari Russiski risin, Nikolai Valuev, er nú aftur heimsmeist­ ari í boksing. Ætlaði dysturin um WBA­heitið millum Valuev og Ruslan Chagaev tann 30. mai varð annars av ongum, tá Chagaev gav avboð vegna sjúku. Tí er Chagaev nú dømdur at tapa dystin móti Valuev. Chagaev fær tó møguleikan at vinna bæði IBF­ og WBO­heitið, tá hann tann 20.juni skal í ringin móti Wladimir Klitschko.