Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 109 - 11. juni 2009 ] Fjøldin er vaksandi Tá vallarvarparin tíðliga í seinna hálvleiki staðfesti, at 2.986 áskoðarar vóru til landsdystin móti Serbia, var hetta samstundis ein undirstrikan av, at áhugin fyri fótbóltslandsliðnum tykist mest sum endurnýggjaður. Vit skulu leita aftur til dystirnar móti Italia og Skotlandi fyri tveimum árum síðani fyri at finna líknandi áskoðaratøl, og spurningurin er so, hvussu nógv hesi vera, tá Frakland kemur á vitjan seinni í ár. Tosa nú um Ronaldo Jorge Valdano, ítróttarstjóri í Real Madrid, sigur nú, at spanska høvuðsstaðarfelagið er í samráðingum við Manchester United um eitt møguligt keyp av Cristiano Ronaldo. Enn er tó einki sum helst staðfest í hesum, men sum skilst er Real Madrid til reiðar at rinda á leið 660 milliónir krónur fyri spælaran. Fyrr í vikuni keypti Real Madrid brasilska Kaká úr Milan fyri hálva milliard krónur. Er tað so, at ein spæl­ ari skal spæla seg av landsliðnum, um aðrir skulu sleppa framat, so verður eingin útskifting á føroyska liðnum, sum leveraði eitt av sínum bestu liðavrikum yvirhøvur. Skal nøkur atfinning setast fram, so má tað vera, at menn ikki tóku av málmøguleikunum, sum spurdust burtur úr góða avrikinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 1. Jákup Mikkelsen, KÍ Tað kann væl vera, at tíðar­ skeiðið hjá aldursforsetan­ um og veteraninum á før­ oyska landsliðnum er um at vera farið. Men tað forðaði ikki Jákupi í at levera enn eitt framúrskarandi avrik millum føroysku stólparnar. Í tveimum førum var talan beinleiðis um bjargingar í heimsflokki, og tá serbar løgdu seg á odda, var tað eftir enn eina góða bjarging, har retururin tó varð fangað­ ur av serbum. Seinna málið fekk hann ikki gjørt tað minsta við, og avrikið prógv­ aði, at tað enn ikki er nøkur sjálvfylgja, at Gunnar Niel­ sen skal millum føroysku stólparnar. 2. Jónas Þór Næs, Hvidovre Spældi seg í fjør til nakað, sum líkist einum føstum plássi á landsliðnum, og hesa støðuna styrkti hann mikukvøldið. Lága vakstrar­ lagið ger hann sera stúttan í nærdystunum, og tað var eisini eftir einar tríggjar knallharðar tacklingar á rað frá honum, at føroyska fekk sín størsta møguleika í seinna hálvleiki. Varð yvir­ spældur við fyrra serbiska málið, tá hann stóð einsa­ mallur við tveimum monn­ um, men byrgdi í aðrar mát­ ar væl fyri. 3. Johan Troest Davidsen, NSÍ Hevur fleiri ferðir prógvað, at hann kann spæla á øllum plássum í verjuni, og tað prógvaði hann aftur miku­ kvøldið. Er eins og Jónas sera stúttur í nærdystunum, har hann sjáldan verður skúgvaður til viks. Og hóast hann ikki er av størstu monnum, vann hann nógvar av luftbóltunum. Hevði eis­ ini dirvið til at koma fram­ við, og átti at skotið sítt fyrsta landsliðsmál, tá hann við djúpari renning gjørdist púra leysur, meðan tað enn stóð á jøvnum. 4. Egil á Bø, EB/Streymur Framtíðin sum fótbóltsspæl­ ari liggur kanska aftan fyri Egil, men enn er ilt at síggja, at hann skal spæla seg av liðnum. Er kanska ikki av skjótasti monnum, men plaseringsevnini eru framúr, og tí stendur hann mest sum hvørja ferð á rætta stað, áðrenn vanda­ støðurnar veruliga gerast vandamiklar. Og enn er lítil ivi um, at hann hevur fullan rætt til sítt pláss á lands­ liðnum. 5. Atli Gregersen, Víkingur Er higartil størsta kaninin úr hattinum hjá Brian Kerr, og avrikið hesaferð prógv­ aði, at hann væl og virðiliga er aktuellur til pláss í mið­ verjuni. Var kanska ov ótryggur í nøkrum førum, har hann kundi latið bóltin ferðast aftur til málverjan, men var annars sera stinnur í verjupartinum. Ikki minst í mongu nærdystunum við væl vaksna Zigic, sum ong­ an tíð slapp at geva føroysku verjuni somu trupulleikar, sum hann gjørdi í Beograd í fjør. 6. Atli Danielsen, Frem Var fyrstu løtuna av føroy­ ingunum, sum stóð veikast­ ur í myndini. Bæði tí hinir 10 spældu mest sum framúr, men eisini tí Atli hesa løtuna hevði nakrar óneyðuga óneyvar sendingar, sum kundu blivið heilt vanda­ miklar. Arbeiðsavrikið ligg­ ur tó ongan tíð eftir hjá Atla, og sum minuttirnir gingu, arbeiddi hann seg væl og virðiliga inn í dystin. Eitt gult kort eftir steðgin fekk hann ikki at spara seg í nærdystunum, og lítil ivi er um, at hann framvegis eigur sítt pláss á miðvøllinum. 7. Fróði Benjaminsen, HB Vísti seg enn einaferð frá síni kropssterkastu síðu, tá hann ferð eftir ferð var part­ ur av knallhørðum nærdyst­ um – bæði á jørðini og í luft­ ini. Hugurin til nærdystir fekk til tíðir mótstøðuna at halda seg burtur, og við góða bóltførleikanum var Fróði tí eisini partur av fleiri føroyskum álopum. Varð eisini nýttur sum mill­ umstøð við at kalla øll innkøst, sum hann royndi at leingja. Skal ein dagsins maður finnast í góða kollekt­ ivinum í gjár, so eitur hesin Fróði Benjaminsen. 8. Súni Olsen, Víkingur Fyri steðgin var Súni abso­ lutta snúningspunktið í før­ oyska spælinum, og við millimetur neyvum sending­ um tagaði hann fleiri ferðir serbisku sundur. Hóast góða avrikið fer Súni uttan iva at iðra seg um teir báðar møguleikarnar, sum hann misnýtti tíðliga í báðum hálvleikunum. Arbeiddi sera nógv bæði aftur og fram eftir miðvøllinum, og útskiftingin eitt korter fyri leiklok kendist náttúrlig, tá kreftirnar vóru um at vera heilt uppi. 9. Bogi Løkin, NSÍ Hevði eitt sera stórt arbeiðsøki í høgra borði, og fyri steðgin røkti hann at kalla alt økið fyrimyndarliga væl. Kom sera væl við í føroyska álopsspælið, har hann skapti bæði breidd og dýpd, og vísti eisini eftir steðgin, at hann er ein tann mest rennisterki spælarin í landinum. 10. Christian Lamhauge Holst, Silkeborg Hevði hampuliga truplar arbeiðstreytir sum einsa­ mallur framherji, men var kortini við í nógvum av tí, sum føroyska liðið skapti. Ikki minst, tá hann leitaði oman í vøllin at taka ímóti bóltinum, men royndi eisini støðugt at trýsta serbisku miðverjuna, sum ikki altíð var eins álvulig við hóttan­ ina frá Silkeborg­spælaran­ um. 11. Símun Samuelsen, Keflavík Tykist nú veruliga at prógva, at hann eigur sítt sjálvsagda pláss á landslið­ num, eftir at avrikini annars ofta ikki hava verið heilt so sannførandi, sum fótbólts­ evnini annars bera boð um. Hevur ferðina, sum kann bjóða av á hægsta støði, og megnaði fleiri ferðir at gagnnýta tómrúmið aftan fyri ofrensivu bakkarnar. Átti tó at fingið meira burt­ urúr, tá hann gjørdist púra leysur beint undan fyrra serbiska málinum, og var eisini við í øðrum føroysk­ um atsóknum. 12. Christian Høgni Jacobsen, AB Spældi seinastu 20 minutt­ irnar fyri smáskadda Símun Samuelsen, og fekk prógv­ að, at hann framvegis er landsliðsaktuellur. Hevur ferðina og orkuna til at bjóða mótstøðuni av, og var um reppið at draga seg leys­ an við hælfintu ta einu ferðina. 14. Andrew av Fløtum, HB Spældi seinastu minuttirnar fyri Christian Lamhauge Holst, men tíðin á vøllinum var ov lítil til veruliga at gera nakra meting av avrik­ inum. 17. Jann Ingi Petersen, B68 Spældi seinasta korterið fyri Súna Olsen, og arbeiddi væl hesa løtuna, uttan at hann tó veruliga fekk sett sín dám á dystin. Við einum framúrskarandi stríðsavriki, sum skapti pláss til bæði seg sjálvan og liðfelagarnar, var Fróði Benjaminsen helst týdningarmesti føroyski spælarin á degnum Mynd: Álvur Haraldsen Allir prógvaðu seg