hósdagur 11. juni 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 109 - 11. juni 2009 ]
– Tað er positivt, at
vit skapa kjansir,
segði Bogi Løkin
eftir dystin ímóti
Serbia í gjárkvøldið,
har hann spældi
allar 90 minuttirnar
úti í høgru síðu á
miðvøllinum
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Um nakar, so veit Bogi
Løkin, hvat tað vil siga at
skora mál á føroyska
landsliðnum, tí hann skor
aði sjálvur síðsta málið
hjá føroyska Alandsliðn
um í einum undankapping
ardysti. Tað var, tá hann
11. oktober í fjør legði
Føroyar á odda 10 í dyst
inum ímóti Eysturríki,
sum forrestin endaði við
javnleiki, 11.
Eftir dystin í gjárkvøld
ið, tá Føroyar á Tórsvølli
taptu 02 fyri Serbia, sá
hann ikki so svart upp á
tað, hóast tað ikki eydnað
ist at fáa nakað mál burtur
úr teimum møguleikunum,
føroyska liðið fekk skapt
sær.
– At vit einki mál fingu,
skyldaðist fyrst og fremst
vantandi neyvleika. Men
vit vóru eisini eitt sindur
óhepnir í nøkrum støðum,
har vit vóru líka við at
koma ígjøgnum, segði
Bogi.
– Tað, at vit skapa kjans
ir, er tó positivt, so málini
koma kanska í komandi
dystunum, tá tey nú ikki
komu í dag. Serliga í fyrra
hálvleiki skapa vit nógvar
kjansir, og tað er eisini
altíð tað, vit fara eftir. Og
tað kláraðu vit nú rímiliga
væl.
Eins og hinir á føroyska
liðnum, var uttasti høgri
maðurin á føroyska mið
vøllinum tó vónbrotin av,
at tað ikki skuldi eydnast
at fáa meira burturúr. Men
í sama andadrátti minti
hann bæði seg sjálvan og
okkum onnur á, at tað
velst eisini um mótstøðu
liðið:
– Vit eru skuffaðir, tí tú
verður altíð skuffaður av
at tapa. Serbia er sjálvandi
eitt gott lið, men hóast
tað, so eru vit ikki nøgdir
við at tapa, staðfesti Bogi
Løkin, sum spældi sín
sjeynda dyst á landslið
num, har hann eisini eigur
tað eina málið.
Hóast hann iðraði seg um tapið, so fegnaðist Bogi Løkin
um, at føroyska landsliðið skapti so nógvar vandastøður,
sum liðið gjørdi í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen
Málini koma
Hóast hansara pláss
var á vinstra bakki,
fekk Jóhan Troest
Davidsen ta einu
ferðina í fyrra hálvleiki
tað mesta av einum
kúfóðri á serbisku
hálvuni at renna á.
Hann royndi at plasera
skotið, men fekk tíverri
ikki bóltin fram við
serbiska málverjanum
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tá verjuspælarar skora mál,
er tað aloftast eftir eitt horna
spark ella aðra deyðbólts
støðu. Men fyri aðru ferð í
tíð síni sum Alandsliðsspæl
ari, fekk Johan Troest David
sen í gjárkvøldið ein stóran
møguleika, ið kom eftir eina
støðu, ið spurdist burtur úr
góðum spælskili og hegni at
renna, tá rennast skal.
Fyrru ferð, Jóhan hevði
ein stóran møguleika at skora
fyri Føroyar, var í útidystinum
ímóti Italia, sum var spældur
í Modena tann 21. november
í fyrraárið, tá hann í seinna
hálvleiki gjørdist púra leysur,
men úr stuttari fjarstøðu
skallaði á stongina.
Kanska verður tað »alle
gode gange tre«, tí tað er ikki
sørt óheppið, at í hagtølum
hansara stendur 11 dystir og
einki mál. Har kundi gott
verið ið hvussu er eitt…
– Tað er rættiliga skuff
andi at tapa 02, tí eg helt,
at vit vóru rættiliga væl við
í fyrra hálvleiki. Vit kláraðu
at koma til fleiri kjansir og
enntá stórar kjansir. Sjálvur
hevði eg so ein, har eg
skuldi havt skorað, ásannaði
Johan Troest Davidsen eftir
dystin í gjárkvøldið.
Luftin fór úr
Kjansurin kom miðskeiðis í
fyrra hálvleiki. Hóast Jóhan
var bakkur og Símun Samu
elsen vongur í vinstru síðu,
gavst nakrar ferðir pláss
fyri renning av bakkinum
og allan vegin fram, og í
hesum eina førinum gjørdist
Jóhan púra leysur í vinstru
síðu. Hann royndi at plasera
skotið, meðan teir 2.896 á
Tórsvølli hildu ondini í
spenningi, men Vladimir
Stojkovic í serbiska málin
um fekk strekt vinstra arm
út og vart fyri.
– Sum ikki eina ferð, so
vísir tað seg, at tá vit ikki taka
av, verður tað nokk so ringt, tá
hinir eisini skapa kjansir í
hinum endanum. Tað kostaði
og luftin fór úr okkum, tá teir
fingu seinna málið, segði
landsliðsbakkurin.
– Men alt í alt haldi eg, at
menn stríddust við øllum,
sum teir høvdu. Vit áttu
kanska at havt lagt trýst á
teir
eitt
sindur
longur
frammi á vøllinum eitt sind
ur fyrri, men hóast allir
góvu seg fult út, tað rakk
ikki ordiliga hesa ferð.
Skuldi havt skorað
– Hetta var eitt øgiliga
gott lið, vit spældu
ímóti, staðfesti
føroyski málverjin,
Jákup Mikkelsen, sum
tvær ferðir noyddist í
málið eftir bóltinum,
men sanniliga eisini
hevði fleiri avgerandi
bjargingar, tá harðast
leikaði á
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Við sínum 62 landsdystum,
er Jákup Mikkelsen nógv
tann royndasti av núverandi
spælarum á føroyska A
landsliðnum. Og tá hann
eitt gott korter inn í seinna
hálvleik noyddist í málið
eftir bóltinum fyri aðru ferð
í gjárkvøldið, var tað mál
nummar 141, sum var farið
ígjøgnum hjá honum.
Tað sigur tó meira um før
oysku landsliðssøguna og
gongdina í teimum flestu
dystunum, enn tað sigur um
Jákup, tí enn eina ferð greiddi
hann úr hondum eitt avrik,
hann saktans kann liva við.
Enn eina ferð hevði hann
fleiri avgerandi bjargingar, tá
harðast leikaði á.
– Vit mugu bara ásanna,
at tað var eitt øgiliga gott
lið, vit spældu ímóti, og ser
barnir eru ringir at halda
burtur frá kjansunum, segði
málverjin.
– At teir so fáa mál beint
fyri hálvleik, ger tað trupult
fyri okkum. Høvdu vit fing
ið hildið nullið til hálvleiks,
trúgvi eg, at vit kundu fing
ið meira burturúr. Men eg
eri væl nøgdur við liðav
rikið.
Jákup Mikkelsen sigur, at
teir enn hava havt øgiliga
lítla tíð saman við nýggja
landsliðsvenjaranum, Brian
Kerr, men at teir tó til fulnar
hava skilt, hvussu hann
ynskir, at føroyska lands
liðið skal spæla.
– Hann vil hava okkum at
spæla longur frammi á vøllin
um. Tað riggaði eisini nøku
lunda, tí vit møttu teimum
heilt frammi, sigur Jákup.
– Hinvegin haldi eg, at
vit brúktu ov lítið av tíð
uppá at spæla og heldur
sparkaðu ov nógv. Vit
royndu at finna avgerandi
sendingina alla tíðina, held
ur enn at spæla runt.
Sparkaðu ov nógv
Enn eina ferð spældi Jákup Mikkelsen ein branddyst í føroyska
málinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Følda innarasíðan var ov sjónlig hjá málverjanum, og so fór
eisini hesin møguleikin til spillis. Og tað iðraði Johan Troest
Davdisen seg um eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Atletico selur ikki
Hóast fleiri av stóru og ríku ensku feløgunum sýna áhuga
fyri eitt nú Diego Forlan, Sergio Agüero og Maxi
Rodriguez, so sigur Atletico Madrid, at teir hava ongar
sum helst ætlanir um at selja spælararnar. – Vit hava ikki
móttikið nakað formligt boð upp á spælararnar, og vit
ætla okkum heldur ikki at selja nakran teirra. Líkamikið
hvør upphæddin er, sigur Jesus Garcia Pitarch, sum er
ítróttarstjóri í felagnum.
Hvør avloysir Ronaldo
Eftir øllum at døma spælir Cristiano Ronaldo við Real
Madrid komandi kappingarár, og longu nú gita ensku
miðlarnir dúgliga, hvønn spælara Manchester United fer
at keypa ístaðin fyri portugisan. Franski Franck Ribery
hevur leingi verið nevndur sum ein møguleiki, og í dag
verða menn sum KlaasJan Huntelaar, Karim Benzema
og Zlatan Ibrahimovic nevndir.