fríggjadagur 12. juni 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 110 - 12. juni 2009
Tað stendur nú
føroyskum útflytar
um frítt at útflyta
medisinerað fóður
til Noregs. Tað er
greitt eftir, at norskir
myndugleikar
hava boðað Uttan
ríkisráðnum frá,
at heilsufrøðiligu
forðingarnar í sam
bandi við føroyskan
útflutning av medisin
eraðum fiskafóðri eru
beindar burtur
Útflutningur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroyska apoteksverkið er
ein av útflytarunum, sum
kann fáa gagn av føroyska
útflutninginum av medi
sineraðum fiskafóðri. Heri
Mørkøre,
landsapotekari,
fegnast um at forðingarnar
loksins eru burtur.
Norskir alarar hava í
fleiri umførum sett seg í
samband við okkum fyri at
fáa føroyskt fiskafóður til
teirra framleiðslu. Vit hava
frá byrjan vitað, at vit hava
havt neyðugu góðkenning
arnar til at flyta út, men
norskir myndugleikar hava
forðað fyri tí í fleiri ár. At
forðingarnar eru beindar
burtur, kann fáa stóran týdn
ing fyri framtíðarvirksemið
hjá føroyska apoteksverki
num. Ein av fyrimununum
er, at nú kunnu brúkarar í
Noregi, sum nýta fóður frá
Havsbrún, fáa heilivág í tí
fóðrinum, teir dagliga nýta,
sigur
Heri
Mørkøre,
landsapotekari.
Ferð kom á málið um
fiskafóðri eftir fund millum
Jørgen Niclasen, uttanríkis
ráðharra, og Jonas Gahr
Støre, norskan uttanríkisráð
harran, í desember mánaði
2008.
Vit hava í fleiri umførum
víst á, at norsku heilsufrøði
ligu forðingarnar hava verið
bygdar á skeivar fortreytir.
At norskir myndugleikar nú
broyta støðu, er prógv um,
at okkara støða hevur verið
røtt frá byrjan. Okkara
áhaldni í uttanríkispolitikki
gevur úrsliti, sigur Jørgen
Niclasen.
Frítt at útflyta fiskafóður til Noregs
Sunnudagin verður
aftur møguleiki hjá
teimum yngstu børn
unum at uppliva
frælsa ítrótt á Tórs
breyt. Hetta verður
á Stuttleikum, sum
Hvirlan skipar fyri
fræls Ítrótt
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Aftur í ár verða Stuttleikir á
Tórsbreyt. Stuttleikir er eitt
tiltak, har børn fødd í 1999
ella seinni sleppa at royna
seg í trimum ymiskum grein
um innan frælsu ítróttina.
Hesar greinar eru 60 metra
renning,
longdarlop
og
bóltkast. Greinarnar umboða
høvuðsbólkarnar
innan
frælsu ítróttina, tað vil siga
kast, lop og renning.
Tiltakið byrjar klokkan
14 og heldur áfram til
klokkan 16. Hetta er eitt
tiltak har børnini eru í fokus
og tí er tiltakið skipa
soleiðis, at barni fær eitt
skreytblað
við
egnum
navnið á, tá tað meldar til,
og hevur so hetta við sær til
ymsu
greinarnar.
Síðan
kann barnið sjálvt velja,
hvørt tað vil kasta, leypa
ella renna fyrst. Eftir hvørja
roynd skrivar høvuðsdóm
arin úrsliti hjá barninum á
skreytblaðið. Fyrstu trý
úrslitini í hvørjari grein
verða skriva á skreytblaðið.
Øll børn, sum hava fingið
minst eitt úrslit í hvørji
grein á sítt skreytblað, fær
heiðursmerkið fyri avrikið.
Øll børnini eru tó vælkomin
at royna hvørja grein so
ofta, tey hava hug, inntil
tiltakið endar.
Tilmelding er á staðnum
og byrjar klokkan 13.30 og
heldur áfram til klokkan
15.30.
Stuttleikir á Tórsbreyt
Influensa
A er nú
heims
farsótt
Heimsheilsustovnurin,
WHO, metir nú
H1N1influensuna,
eisini kallað svínakrím
sum eina pandemi.
Hetta skrivar heima
síðan hjá DR. Tað
merkir, at influensan
nú er ein heimsfarsótt.
Heimsheilsustovn
urin hjá ST hevur í
einum brævi til øll
limalondini hækkað
hóttanarstigið til 6,
sum er tað hægsta á
pandemistiganum,
sigur Anders Tegnell
frá svenska pandemi
bólkinum.
- Er hetta nú ein
epidemi?
Ja, vit kunnu ikki
tulka tað upp á nakran
annan máta, sigur
Tegnell. Boðini eru
greið, sigur hann.
WHO kallaði inn til
tíðindafund í gjár í
Geneve klokkan 17.
Heitið pandemi sigur
einki um, hvussu
vandamikil eina sjúka
er, men hvussu út
breidd hon er.
Aðalskrivarin í heims
heilsustovninum, Marg
aret Chan, fór í gjár
klokkan 11 á fund við
ráðgevar og serfrøðing
ar. Útbreiðslan av virus
inum í Victoria í
Avstraliu var orsøkin til
kreppufundin. Fimm
fólk eru innløgd á inten
sivu deild í Avstralia,
og yvir 1000 tilburðir
av sjúkuni eru
staðfestir í landinum.
fyrradagin tosaði
leiðslan í heimsheilsu
stovninum við myndug
leikarnar í teimum
ringast raktu londun
um, til tess at fáa
staðfest upplýsingar
um talið av smittaðum,
boðar bretska kring
varpið BBC frá.
Stovnurin hevur
higartil skrásett 27.737
tilburðir av H1N1
smittu í 74 londum. Av
teimum smittaðu eru
141 deyð.
Lágargarður savnar
pening til útferðir
Starvsfólk á Lágargarði royna at útvega pening at nýta til útferðir hjá
búfólkunum. Leygardagin 13. juni skipa starvsfólk á Røktar og umlætt
ingarheiminum Lágargarður í Tórshavn fyri loppumarknaði. Marknað
urin verður frá klokkan 14 til 17 í matarhøllini á heiminum, ið liggur í
Stoffalág 84. Á marknaðinum ber til at ognað sær bæði klæði, postalín,
brúkslist, prýðislutir, brúkslutir av ymsum slag umframt annað. Onkur
kann óivað gera kvettið. Til ber eisini at keypa sær ein kaffimunn við
onkrum afturvið. Peningurin, ið kemur inn, verður allur nýttur til at
skipa fyri ymsum útferðum hjá búðfólkunum á heiminum.
SAMTAK limirnir fáa ókeypis
løgfrøðiliga ráðgeving
Frá mikudegnum 17. juni kunnu limir í feløgunum í SAMTAK – tað er
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimanna
felag fáa ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving. Her bróta vit upp úr nýggjum,
tí í mun til aðrar skipanir, fevnir hendan ráðgevingin ikki bert um spurning
ar, sum hava við arbeiðsviðurskifti at gera, men limirnir kunnu eisini leita
sær ráðgeving um onnur løgfrøðilig mál, eitt nú um arvaspurningar, húsa
keyp, bilkeyp og persónlig viðurskifti, sigur SAMTAK. Talan er um tele
fonráðgeving, har advokaturin hjá SAMTAK hvønn mikudag frá klokkan
18 til klokkan 19 er til reiðar at svara spurningum frá limunum.
Allar handilsforðingar
eru avtiknar og tí kunnu
føroyingar frítt útflyta
medisinerað fiskafóður
til Noregs
Stuttleikir
verða aftur í
ár á Tórsbreyt.
Tiltakið verður
nú sunnudagin