fríggjadagur 12. juni 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 110 • 12. juni 2009
The Helsinki Strings, sum í
komandi viku vitjar í Føroyum,
varð stovnað av ungarsku
brøðrunum Géza og Csaba í 1972.
Teir hálvthundrað spælararnir
eru næmingar í 10-20 ára aldri
frá Eysur-Helsinki Tónleikastri og
Sibelius-Akademiinum.
Orkestrið hevur innspælt 32
tónadiskar og verið við í fleiri
enn sjeyti sjónvarpssendingum.
Serliga gitin gjørdist sjón-
varps røðin “Violuviikarit
Musiikkimaassa” ( Smáu
fiólleikararnir í Tónleikalandi),
sum fekk slóðbrótandi ávirkan
á finska tónleikauppaling.
Flestu fiólleikarar í týðandi
tónleikastørvum í Finlandi eins
og hópur av kendum solistum
uttanlands eru fyrrverandi
spælarar í The Helsinki Strings,
áður kallað Helsingfors Junior-
stråkar.
Umframt sítt virksemi í
heimlandinum hevur orkestrið
havt konsertferðir til 25 ymsisk
lond í fýra heimspørtum og hevur
soleiðis verið við til at gera
Finland, finska tónleikamentan og
finska tónleikauppaling gitin um
allan heim. Finska uttanríkisráðið
hevur tí veitt orkestrinum heitið
av “Finlands Ambassadører for
Ung Kultur”.
Orkesturleiðarin Géza
Szilvay er føddur í Budapest.
Hann hevur útbúgving sum
fiólspælari og fióluppalari
frá musikkonservatoriinum
í Budapast. Harumframt
hevur hann doktaraheiti í
stjórnmálafrøði og jura frá ELTE-
universitetinum í Budapest.
Síðan 1971 hevur G. Szilvay
undirvíst á Eystur-Helsinki
Tónleikasetri og síðan 1978 eisini
á Sibelius-Akademiinum. Í 1984
varð hann tilnevndur rektari á
fyrrnevnda. Saman við bróðrinum
Csaba Szilvay hevur hann skapt
ta undirvísingarskipan, sum undir
heitinum Colourstrings er vorðin
heimskend, og sum við heitinum
“Litir í Leiki” verður roynd sum
skúlaskipan í Havn frá komandi
skúlaári.
Fyri sítt dygdargóða arbeiði
fyri ungdómsmentan fekk G.
Szilvay “Riddartecknet av
Finlands Lejonorden” í 1981,
“Finska Statens Kulturpris”
1983, heiðurstekin frá ungarska
statinum í 1990, “Helsingfors
Stads Kulturpris” í 1995, og
“Pro Musica-priset” í 1999.
Finska musikklærarafelagið
veitti í 2005 G. Szilvay sokallaða
“Accent-priset” fyri hansara
serstakliga týdningarmikla
musikkuppalingarvirksemi, og í
2007 fekk han altjóða Kodálu-
heiðursprísurin.
Sum áður fráboðað fara
brøðurnir Szilvay við sínum
ungu tónleikaúrmælingum
at hava almenna konsert í
Norðurlandahúsinum týskvøldið
16. juni kl. 19.30, konsert í
Fuglafjarðar Kirkju mikukvøldið
17. juni kl. 20.00, og seinasta
konsertin verður hóskvøldið 18.
juni kl. 20.00 í Christianskirkjuni í
Klaksvík.
Rygg
marvan
Fyrispurningur frá lesara: “Eg
hoyrdi nú ein dagin, at ein
prædikumaður gramdi seg um,
at okkurt orð var “farið inn í
ryggmarvina” hjá teimum ungu.
Hvat er hetta? Vita føroyingar
ikki longur, hvat ein møna er?”
Orðið marva er ikki til sum
navnorð í føroyskum – men
sum sagnorð. Vit kunnu marva
okkurt av, eitt reip t.d. Við
hesum brúkinum av málspilluni
“ryggmarva” fáa vit eitt
dømi afturat um, at summir
føroyingar hugsa á donskum
og royna so at pjøssa okkurt
“føroyskt” útyvir.
Úr biologiundirvísingini
vita vit, at mønin/
mønan er ein partur av
centralnervasysteminum. Tá ið
onkur dugir alt uttanat, so siga
danskarar, at “han har det på
rygmarven”. Tað er eitt problem
at royna at umseta idiomatiskar
vendingar úr einum máli í
annað. Tað ber ikki til at siga á
føroyskum, at “hann dugir øll
kvæðini í mønini....”
Nevndi maður kundi í
staðin sagt, at tað ella tað
orðið er blivið partur av
gerandismálinum, er blivið
felagsogn, refleks ella okkurt
tílíkt.
Føroyskt mál má stýra millum
Scylla og Charybdis. Í øðrum
borðinum hava vit ta donsku
ávirkanina, og í hinum hóttir
málreinsingin. (MT)
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
Heimsgitið
unglinga-
strúki orkestur
á Føroyaferð
The Helsingfors Strings koma til Føroya á konsertferð í næstu viku
Brøðurnir Csaba og Geza Szilvay eru úr Budapest. Teir hava skapt
undirvísingarskipanina, sum verður roynd sum skúlaskipan í Havn frá komandi
skúlaári