Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nú leygardagin verður almenn upplating av Grafiska Verkstaði Føroya á nýggja búðstaðinum á Skálatrø í gomlu fabrikkini hjá Østrøm. Nýggju hølini eru stór og vøkur, eins og nýggja útsýnið yvir Vestaru Vág, Vágsbotn og Tinganes er nakað væl vakrari enn tað gamla yvir á stadionøkið. Eg gleði meg til leygardagin og til at síggja tey fyrstu prentini, sum Tóroddur Poulsen fer at gera á nýggja verkstaðnum, men fari áðrenn at loyva mær at kaga aftur í tíð til gandakendar løtur í Gundadali seinastu 10 árini. Farvæl til fótbóltin Heili níggju ár eru flogin framvið, síðani Per Kirkeby arbeiddi á verk­ staðnum í 2000. Hann lýsir í síni bók um ferðina til Føroya millum annað útsýnið í Gundadali: “Værkstedet lå i Tórshavn. Et anneks til det færøske kunst­ museum. Jeg arbejdede mest i et lille rum, nærmest en entré til værkstedet... I denne entré stod jeg og tegnede på de litografiske sten. Færøerne lå uden for døren. Men når jeg lukkede døren op og kiggede ud, var der kun fodbold. Hele døgnet blev der spillet på stadionanlæggets baner lige udenfor. Gik man lidt op ad veje, så man ud over Tórshavn og Nolsøs karakteristiske profil. Der var en sådan præcision og geologisk logik i den streg, at jeg blev henrykket ved hvert blik.” Júst Kirkeby er dømi um samtíðarliga heimslist á hægsta støði, sum vit í ríkum máti hava havt høvi at uppliva á Grafiska Verkstaði Føroya tey tíggju árini, verkstaðurin hevur virkað. Professjonalisma og blíðskapur Tað var, havi eg skilt, Bárður Jákupsson, sum tá var stjóri í Listasavni Føroya, ið átti upp­ runaliga hugskotið til at gera ein grafiskan verkstað í Føroyum. Hesin skuldi vera eitt tilboð til bæði føroysk og útlendsk lista­ fólk, ið høvdu hug at arbeiða við steinprenti í Føroyum. Ein hugsan var eisini, at verkstaðurin skuldi vera eitt stað, har føroysk og útlendsk listafólk kundu hittast soleiðis, at Grafiski Verkstaður Føroya skuldi vera við til at knýta samband og samstarv millum listafólk tvørtur um landamørk. At hetta er framúr væl eydnað við íblástri til allar síður, kemst fyrst og fremst av teimum báðum, Jan Andersson og Fríðu Brekku, sum varða av verkstaðnum og teirra serliga evni at sameina yrkisliga professjonalismu og gestablídni, ið mong av listafólk­ unum hava verið takksom fyri. Í eini grein um verkstaðin, sum Bárður Jákupsson skrivaði í myndaskránni til framsýningina “Tryk” á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn fyri fimm árum síðani, leggur hann sostatt dent á førleikar Jan Anderssons, bæði hansara framúrskarandi yrkisførleikar sum litografur, men eisini hansara frálíka innliving­ arevni í mun til hvat tey (sera) ymisku listafólkini ætla og vilja. Gandaløtur Sjálv havi eg havt ómetaliga nógvar góðar og kveikjandi løtur á Grafiska Verkstaði Føroya saman við Jan og Fríðu og ymiskum listafólkum, Sálin á Verkstaðnum Hóast Grafiski Verkstaður Føroya nú flytur í nýggj høli, er ongin vandi á ferð, tí verkstaðurin hevur sína egnu sál. Kinna Poulsen, listfrøðingur, lítur aftur á 10 ár á gandakenda verkstaðnum Afturhvarv Kinna Poulsan Fríða ger forsíðu til Vencil Jan Andersson í ferð við at valsa ein stein Jan vísir børnunum ein litografiskan stein Rannvá Kunoy á verkstaðnum Tóroddur Poulsen og ein vandamikil grindalykkja Zacharias Heinesen, Tróndur Patursson og Claus Carstensen í veitslulagi ➘ 4 Nr. 110 - 12. juni 2009