Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 • 12. juni 2009 Vikuskifti 4 Yohan Borðoy var ein stórur drongur, tá hann í 1992 varð ættleiddur úr Kolumbia til Føroya. Tá var hann trý ár og níggju mánaðir. Nú er hann 20 ár, hann er liðugur við sína skúlagongd, og starvast fyribils á dagstovninum við Landavegin í Havn. Hann elskar at arbeiða við børnum, men sum pedagogur ætlar hann sær kortini ikki at gerast gamal. Hann hevur í staðin lagt sær leiðina til Bogota í Kolumbia, og pakkar væntandi sínar taskur stutt eftir ólavsøku. Eg fari umvegis AFS skipanina til Kolumbia at læra meg spanskt. Seks mánaðir tekur hendan skúlagongdin, men eg vænti at forleingja uppihaldsloyvi aftan á fyrsta hálvárið, sigur Yohan Borðoy. Hann hevur nevniliga eina síðuverkætlan í kvittanum, nú hann eftir 17 ár leitar sær aftur til landið, hann varð ættleiddur úr. Eitt natúrligt forvitni er vaknað innan í honum. Av tí at eg var so stórur, tá eg kom til Føroya, tosaði eg bara spanskt at byrja við, men tað er alt farið, og tí vil eg fegin læra meg málið av nýggjum. Og so minnist eg eisini onkur ting. Til dømis pleyguforeldrini, børn sum eg spældi við, vegir og ymiskt annað. Tað hevði verið stuttligt at sæð umhvørvið aftur, sum eg bara havi myndir av í høvdinum, sigur Yohan. Hvar kundi eg endað? Hansara fremsta uppgáva verður altso ikki at leita eftir familju, sum hann møguliga hevur í Kolumbia. Hann hevur avgjørt at halda vónunum um at finna sína biologisku familju á einum lágum blussi. Tað er løgið at hugsa sær, at ein hevur eina aðra familju har, og at ímynda sær hvar ein hevði endað, um ein ikki var komin til Føroyar, sigur Yohan Borðoy. Tá hann varð ættleiddur, varð Yohan fer aftur til Bogota Samrøða Eilen Anthoniussen blaðkvinna eilen@sosialurin.fo Tíðliga í august leggur 20 ára gamli Yohan Borðoy leiðina til Kolumbia, haðani hann varð ættleiddur fyri 17 árum síðan. Ætlanin er fyrst og fremst at læra seg móðurmálið spanskt, og við síðuna av skúlanum skal hann gera vælgerðararbeiði við gøtubørnum í Bogota 20 ára gamli Yohan Borðoy úr Havn varð fyri 17 árum ættleiddur úr Kolumbia. Í august fer hann aftur til føðilandið. Fyrst og fremst fyri at læra seg spanskt og at arbeiða við gøtubørnum