fríggjadagur 12. juni 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein frálík landslagskompositión hjá Zachariasi Heinesen
Steinprent hjá Lise Blomberg Andersen
Danski listamaðurin John Kørner gjørdi fleiri prent á
verkstaðnum
Steinprent hjá Hansinu Iversen
Tróndur Patursson riggar eisini væl á pappíri
sum eg havi gjørt samrøður við,
ella sum eg bara havi prátað við
um lívið og listina.
Tað er als ikki lætt at taka
samanum avrikið hjá Grafiska
Verkstaði Føroya, tí tað hevur
verið nógv og framúrskarandi við
so mongum hæddarpunktum,
at rúm ikki er at nevna øll í eini
einstakari grein. Tó kann eg ikki
lata vera við at leita aftur til
ógloymandi kvøldið fyri seks árum
síðani, tá tann seinasta myndin í
myndarøðini “Litirnir hinumegin”
hjá Rannvá Kunoy varð fullgjørd.
Tað var ísakalt og kvirt
uttanfyri og heitt og rokaligt inni
á verkstaðnum, og luftin tóktist
lødd av einum næstan ítøkiligum
spenningi. Rannvá hevði gjørt
sítt, og Jan skuldi nú gera eitt
royndarprent við nýggja litinum.
Tað liggur so ómetaliga nógv
likamligt arbeiði í steinprenti
og steinarnir eru tungir. Hesin
steinurin, sum Rannvá arbeiddi
við, kom eins og hinir úr Solen
hofen í Týsklandi og vigaði ikki
minni enn 82 kilo. Steinurin skal
slípast eftir hvørjum umfari í
pressuni, og tá hvør litur verður
prentaður fyri seg og myndin
er í 14 litum, er ikki torført at
ímynda sær stríðið. At steinurin
skal slípast eftir hvørjum umfari
í pressuni vil siga tað sama
sum, at einstøku partarnir av
verkinum hvørva, so hvørt teir
eru prentaðir, og hetta er júst
gandurin við steinprenti. Har
er bert møguleikin fyri tí eina
upplagnum.
Tey eftirhondini mongu vitjandi
á verkstaðnum, børn, skúlanæm
ingar, ferðafólk v.m. hava øll hoyrt
søguna um hvussu steinprentið
varð uppfunnið í 1796 av tilvild,
tá Alois Senefelder noteraði
okkurt fyri mammu sína við tí,
sum var til taks, og hetta var
prentlitur á steinplátuna, sum
hann plagdi at ríva litir á. Tá hann
seinni skuldi vaska plátuna, legði
hann til merkis, at áskriftin stoytti
vatnið frá sær og varð verandi, og
her birtist hugskotið um at brúka
steinar sum prentplátu í staðin
fyri kopar.
Aftur til vetrarkvøld
á verkstaðnum
Tá Jan boðaði frá, at royndar
prentið við nýggja litinum var
klárt at skoða, var listakvinnan
sum eitt fok yviri hjá myndini,
og hon setti beinanvegin knyklar
í brýr. Hetta var ikki tann rætti
liturin, og tí varð roynt aftur og
aftur, meðan kvøldið gjørdist
kaldari og myrkari, og ivin eina
lítla løtu slapp at spæla sítt
ørkymlandi spæl. Men brádliga
var liturin rættur, og tað kendist
eins og ein lætti fór gjøgnum
allan verkstaðin. Nú var verkið
liðugt og als eingin ivi kundi vera
um tað.
Myndarøðin stendur enn í
dag sum eitt meistaraverk,
hvørs formar allir eru uppbygdir
av vatnrættum linjum, ið eru
samantvinnaðar av elatunnum
tungum, sum ganga á skák
niðan og oman gjøgnum
myndarúmið. Rannvá hevur í
myndabygnaðinum lagt serligan
dent á tað horisontala, og gevur
hetta eina róliga, flótandi kenslu
av einum landslagi, sum ikki er
eitt landslag, men ein hugans
kompositión av eini ørgrynnu av
litum í fullkomnari javnvág.
Umframt Rannvá og føroysku
listafólkini hava nógv donsk
listafólk arbeitt á verkstaðnum;
t.d. Kathrine Ærtebjerg, John
Kørner, Lise Blomberg Andersen
og Poul Anker Bech eins og
aðrir norðurlendingar sum
Bragi Ásgeirsson, Roi Friberg,
Arnannuaq Høegh, Franz
Widerberg.
Millum mongu hæddarpunktini
teljast altartalvuvariatiónirnar
hjá Torbjørn Olsen, harav serliga
tann eina, ið avmyndar Jesus
í grøvini, er einastandandi
góð. Peter Carlsen og Claus
Carstensen hava báðir skapað
stóra list á verkstaðnum, sum
harumframt hevur verið karmur
um myndlistarliga verk Tórodd
Poulsens higartil. Stóra prentið
hjá Bjørn Nørgaard við heitinum
“Postkort fra Færøerne” er eisini
ógloymandi á sama hátt sum
hansara lýsing av Grafiska Verk
staði Føroya í nevndu myndaskrá
“Tryk” ikki verður afturgloymd.
Skulu vit trúgva Bjørn Nørgaard
er eingin vandi á ferð, nú verkstað
urin er fluttur. Hesin verkstaður
hevur eina sál, sigur Nørgaard,
men hon er fyrst og fremst kveikt
av teimum menniskjum, sum
hava teirra gongd á verkstaðnum,
og tað vil siga Jan og Fríða og
listafólkini og øll hini, tú og
eg og øll, sum hava áhuga fyri
myndlist, og sum við teimum
nýggju og betru hølisumstøðunum
fara at hava enn betri høvi at
kaga inn í verkstaðin og fylgja
við í gandakendu tilgongdini, tá
steinprent verða til.
Vit vilja hiðani ynskja Grafiska
Verkstaði Føroya hjartaliga
tillukku við 10 ára degnum og við
nýggju hølunum.
Grafiski
Verkstaður
Føroya hevur
almenna
upplating í
nýggju hølunum
á Skálatrø
leygardagin
13. juni kl. 16.00.
Framsýnd verða
steinprent í úrvali
Nr. 110 - 12. juni 2009
5