fríggjadagur 12. juni 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 110 • 12. juni 2009
upplýst hvør mamman var, og
hvar hon búði. Pápin var ókendur.
Føroysku foreldrini, Erla og Sofus
Borðoy, eru eisini spent upp á
túrin hjá Yohan, hóast tey vita
hvussu ófriðarligt har kann vera.
Tey hava ikki vitjað Kolumbia
síðan tey vóru eftir Yohan fyri
17 árum síðan. Á jólum skal tað
broytast. Tá fara tey til Kolumbia
at vitja aftur.
Tað er sjálvandi ringt at fara,
men hetta vil eg. Eg havi tosað
við fleiri, sum hava verið og lisið
umvegis AFS, so seg kenni meg
rímiliga tryggan.
Tað kostar umleið 45.000
krónur at fara á eina slíka ferð, tá
alt er íroknað. Tá verður syrgt fyri
skúlagongd, bústaði og at Yohan
fær eitt arbeiði, tá hann kemur til
Bogotá.
500.000 gøtubørn
hvønn dag
Yohan fær ikki tørv á býli frá AFS,
tá hann fer til Kolumbia, tí familjan
hjá honum hevði ein AFS næming
búgvandi í 1996, sum tey hava
hildið samband við. Hon eitur Car
oline, og hjá henni sleppur Yohan
at búgva hjá. Ein treyt fyri at lesa
umvegis AFS skipanin og at fáa
arbeiði gjøgnum Community Ser
vice, er at ein er millum 1828 ár,
og at ein skal vera virkin og fúsur
at gera hjálpararbeiði. Arbeiði fær
Yohan, og hevur hann hevur meld
að seg til at gera hjálpararbeiði við
børnum, meðan hann er har.
Tað eitur Community Service,
og er vælgerandi arbeiði innan
tað sosiala, mentanarliga, hum
anitera og heilsuverki. Eg havi so
valt at arbeiða við gøtubørnum.
Bogotá er ein stórur og moder
naður býur við sínum 11 milli
ónum íbúgvum. Stórur munur er á
høgum og lágum. Har finnast sera
múgvandi fólk, men samstundis
eru á leið 500.000 børn at finna í
gøtunum hvønn dag í Bogota.
Landið er rættiliga bíligt at búgva
í, tí útflutningurin av vørum til lond
ini rundan um er stórur í Kolumbia.
Bogotá býur liggur á 2600 metra
hædd, og er luftin tí tunn, og er
býurin umgirdur av fjøllum og
junglum, greiðir Yohan frá.
Sjálvur er hann føddur í Rama
dios, men búði eitt skifti í Yolombo
hjá eini pleygufamilju har.
Ferðin til hitt heimið
Yohan Borðoy hevur í vetur lært
seg spanskt á kvøldskúla, so
hann ikki er heilt ófyrireikaður til
ferðina. Hann gjørdist fyri stuttum
limur í Ættleiðingarfelagnum.
Hann var stigtakarin til tiltakið,
sum var 2. hvítusunnukvøld, tá
hann savnaði ung ættleidd í
Miðlahúsinum. Eitt tiltak, sum
hann er sera fegin um skuldi
eydnast so væl. Ung ættleidd í
Føroyum savnaðust í stórum tali,
veður og lag á ungu fólkunum
var gott, og avgjørt var at
skipa fyri einum líknandi tiltaki
afturat. Fyri hann er tað av
týdningi at hava eitt felag sum
Ættleiðingarfelagið.
Hesa tíðina komandi ár kann
hann ivaleyst fortelja eina
fantastiska søgu, um sína ferð til
Kolumbia fyri hinum limunum í
Ættleiðingarfelagnum.
Hendan ferðin er ein gamal
dreymur. Eg havi altíð havt
tað gott í Føroyum. Men eg vil
sleppa burtur í eitt ár. Eg vil
læra at kenna eina heilt aðra
mentan, læra mítt móðurmál og
royna mínar egnu avmarkingar.
Suðuramerika er jú ein heilt ann
ar heimur, sigur Yohan Borðoy.
Fyri fyrst er talan um ein
einvegis ferðaseðil hjá Yohan.
Hann hevur ein dreym um antin at
gerast løgreglufólk ella pilotur tá
hann eina ferð kemur aftur. Men
fyrst skal Kolumbia upplivast
– hansara fyrsta heim.
Í løtuni starvast hann á
Dagstovninum við Landavegin, har
hann trívist væl. Ætlanin er seinni at
gerast politistur ella pilotur