fríggjadagur 12. juni 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 110 - 12. juni 2009 ]
Vit vóru
betri
tekniskt
Høgni Eysturoy, lið
skipari hjá B36, er
sannførdur um, at
sigurin var uppiborin.
Vit eru betri mann
fyri mann. Vit spæla
nógv betri, men teir
høvdu eitt skot á stong
ina, so teir vóru eisini
raskir, sigur hann.
Í dystinum runnu
EB/Streymsleikarar
meiri eftir bóltinum,
enn at hava hann.
Vit eru nokk betri
fyri tekniskt enn teir,
og tí ber hetta til,
staðfestir Høgni
Eysturoy, sum hevur
góðar vónir fyri restina
av árinum hjá ungling
unum hjá B36.
-eij
Møttu
betri liði
Vit gjørdu okkara,
men vit møttu einum
betri liðið, hóast vit
høvdu onkran
møguleika, men teir
vóru betri, sigur Andru
Poulsen, liðskipari hjá
EB/Streymi.
Hinvegin hevði EB/
Streymur millum
annað eitt skot á
stongina, tá bara eitt
mál var á muni.
Høvdu vit fingið
eitt mál, so hevði
dysturin verið púra
opin, men bólturin
vildi ikki inn, sigur
Andru Poulsen.
Spurdur um hann
framvegist verður
keddur, tá hann fer í
song, er hann rættiliga
avgjørdur.
Eg fari í hvussu so
er ikki glaður í song,
staðfestir hann.
-eij
Við trimum málum
ímóti ongum vann
B36 í gjár steypafinal
una hjá unglingum.
Serliga stuttu avlever
ingarnar voldu EB/
Streymi trupulleikar
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Eftir sjey ymiskar dystir í
kvalifikatiónini var í gjár
klárt at spæla finaluna um
Thomas
Dam
Intersport
steypið. Hetta er steypið,
sum unglingar kunnu vinna.
Tað vóru EB/Streymur,
sum hevur koppað B68 og
NSÍ á veg í finaluna, og
B36, sum hevur vunnið á
KÍ, AB og HB fyri at røkka
finaluna, sum hittust á
Svangaskarði
klokkan
19.30 í gjár.
Eitt fitt lot var eftir
vøllinum, ikki so nógv, at
tað órógvaði spælið, men
ikki so lítið, at tað ikki gav
fyrimun hjá liðnum undan
vindinum.
Tá byrjað varð, spældi
EB/Streymur niðan ímóti
grasvøllinum, og tí hevði
B36 undanvind.
B36 hevði eisini bóltin
munandi meiri, Róaldur
Jacobsen og Cristian í Garði
høvdu gott tamarhald á
miðjuni fyri B36og EB/
Streymur rann mesta aftaná,
meðan teir dúvaðu uppá at
fáa nøkur skjótálop, tá teir
vunnu bóltin.
B36 framum
Tá næstan 20 minuttir vóru
spældir av dystinum kom
B36 framum. Hetta var
væntandi, tí liðið úr Havn
var alla tíðina fótin framm
anfyri hesa fyrstu løtuna.
Uni Holm Johannesen
fekk bóltin í høgru síðu,
áðrenn hann legði bóltin
innfyri. Innleggið hevði
rætta hædd, men var dekan
ov nær málinum. Tó so.
Jákup Andreas Hansen fekk
ikki bóltin, og tá Brynleif
Hansen við aftaru stong
stóð og svav, so var laga
manni hjá høga Sjúrði
Thomassen at nikka bóltin
inn í málið.
Beint eftir hetta fekk Jens
Michael Jensen ein stóran
møguleika fyri EB/Streym,
tá Terje Rasmussen var
komin skeivt úr málinum
og EB/Streyms vongurin
royndi at fáa bóltin upp um
hann. Millum onnur Rólant
Højsted, formaður í EB/
Streymi, helt, at málmaðurin
hjá B36 hevði hendurnar á
bóltinum uttanfyri brots
teigin, og tá gjørdi vart við
hetta fleiri ferðir, varð hann
vístur av vøllinum.
10 móti 10
Við regluni at gult kort
merkir útvísing í 10 minuttir
í unglingum, hendi tað tá
einir 10 minuttir vóru eftir,
at Brandur Nolsøe hjá B36
varð vístur av vølli í 10
minuttir. Nú fótaði EB/
Streymur sær og fekk lagt
trýst á B36, men hetta vardi
bara stutta tíð, tí beint eftir
varð Brynleif Hansen hjá
EB/Streymi eisini vístur av
vølli í 10 minuttir.
Seinasta møguleikan í
fyrra hálvleiki átti B36, tá
Sjúrður Thomassen gjørdist
púra leysur, tí Andru Poul
sen ikki rakti ein rímiliga
lættan bólt.
EB/Streymur
møguleikan
Í seinna hálvleiki leikaði
leingi rættiliga javnt á. EB/
Streymur hevði nú undan
vind, og hevði størri hepni
við beinleiðis spælinum, tí
B36 sýntist eitt sindur
ørkymlað av støðuni.
Hetta hevði við sær, at
Andru Poulsen tvær ferðir
var nær við at nikka høgar
bóltar inn í málið. Í hesi
tíðini hevði B36 eisini ein
risamøguleika, tá Høgni
Eysturoy megnaði at skalla
upp um tómt mál úr seks
metrum, tá hann varð púra
leysur eftir fríspark úr
høgru síðu.
Nú vóru einir 10 minuttir
eftir av dystinum og Olgar
Danielsen, venjari hjá EB/
Streymi, valdi at satsa við
at taka ein verjuleikara út,
so liðið nú spældi við
trimum í verjuni.
Beinanvegin var hetta um
at geva úrslit, tí Hans José
Poulsen, sum helst var
fysiskt besti leikarin á
vøllinum, var komin inn og
smekkaði ein bólt við útsíð
uni av høgra beini á stong
ina. Men nærri kom EB/
Streymur ikki einum máli.
Staðfestu sigurin
Nú var tunt í verjupartinum
hjá EB/Streymi, og hetta
gjørdi B36 sær dælt av.
Fyrst
kiksaði
Brynleif
Hansen eitt innlegg, tá hann
royndi at skalla ein lágan
bólt, og so fylgdi Høgni
Eysturoy upp, og skoraði.
Tá vanliga leiktíðin var
farin staðfesti Benjamin
Petersen sigurin, og so
kundi staðfestast, at B36
fær Thomas Dam Intersport
steypið fyri aðru ferð á rað.
B36
EB/Streymur
Unglingafinalan: EB/Streymur – B36 0-3 (0-1)
Samanspælið vann
EB/Streymur-B36 0-3 (0-1)
Sjúrður Thomassen, 17.
Høgni Eysturoy, 79.
Benjamin Petersen, 90.
Dómari: Bárður Mortensen
EB/Streymur: Jákup Andreas Hansen – Pól G. Olsen,
Brynleif Hansen, Andru Poulsen, Hallur Fláaberg – Hanus
Olsen, Nils Fríðheim, Arnar Dam, Ólavur Eidesgaard, Jens
M. Jensen – Ási Dam
Gult kort: Brynleif Hansen
B36: Terji Rasmussen – Brandur Nolsøe, Hjallgrímur
Janusarson, Andreas Vestergaard, Ásmund Nolsøe – Uni
H. Johannesen, Janus Mortensen, Cristian í Garði, Róaldur
Jacobsen, Høgni Eysturoy – Sjúrður Thomassen
Gult kort: Brandur Nolsøe
FAKTA um dystin
B36 kann annað árið á rað erpa sær av at hava Thomas Dam Intersport steypið í varðveitslu
Mynd: Sofus D. Johannesen
Stjórar brúktu 2,75 mió kr.
Tað hevur skapt øsing millum viðhaldsfólkini hjá Liverpool, at teir
báðir stjórarnir í felagnum, Tom Hicks og George Gillett Jr. hava
nýtt 2,75 mió kr. úr kassanum hjá felagnum ferðing, juridiska
ráðgeving og annað. – Tað var meiningin, at teir skuldu vera við til
at menna felagið, og eitt nú lovaðu teir, at eitt nýtt stadion skuldi
byggjast. Nú síggja vit, at felagið hevur eina milliardaskuld, og at
eigararnir oman á tað heila nýta felagið at rinda privatar útreiðslur,
sigur ein talsmaður fyri viðhaldsfólkini við enska Guardian.
Bayern vil hava Bosingwa
Stjórin í týska Bayern Munchen, Uli Hoeness, váttar nú, at
felagið roynir at keypa Jose Bosingwa úr Chelsea. Portu
gisiski landsliðsspælarin skifti til Chelsea í fjør, men nú
tykist Allianz Arena at verða ein sannlíkur heimavøllur hjá
honum. – Vit hava sum so keypt hópin, sum vit skulu hava.
Tað einasta plássið, sum vit hugsa um nú, er á høgra bakki,
og har er Bosingwa heilt víst ein spælari, sum vit hava hug
á, sigur Hoeness týska TZ.