Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 • 12. juni 2009 Vikuskifti 25 Hugnalig íbúð í Hoyvík Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Hugnaliga íbúðin liggur sera væl fyri í Niðarugøtu í Hoyvík Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin, tá tú kemur til økið, er, at hetta er ein íbúð, sum liggur sera væl fyri. Íbúðin Íbúðin er frá 2002. Hon er sera væl hildin, og alt er gjørt úr besta tilfari. Íbúðin er í veghædd, og alt er, sum tað eigur at vera. Íbúðin er sera væl bjálvað, so oljunýtslan er lítil. Ljós og luft Íbúðin liggur væl fyri. Har er veðurgott og góður sólargangur. Stutt er til allar hentleikar so sum skúla, dagstovnar, sparkivøll, handil og ítrottarhøll. Stílur og snið - inni og úti Stílurin er hugnaligur, ljósur og heilt nýmótans. Flísar við gólvhita eru í gongini, baðirúminum og í fýrrúminum/vátrúminum. Íbúðin er klár at flyta inn í. Innbúgvið, sum er í íbúðini, kann keypast við, um áhugi er fyri tí, so tær nýtist einki at gera. Íbúðin er innrættað soleiðis Inngongd, gongd, baðirúm, 2 kømur, køkur/borðsstova/stova og fýrrúm/vátrúm. Inngongd er beint inn frá vegnum, og har eru ongar trappur. Fakta Støða: Niðaragøta2, Hoyvík Byggiár: 2002 Hæddir: 1 Gólvvídd: 43 m2 Prísuppskot: kr. 1.000.000,00