Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 110 - 12. juni 2009 ] Hert doping-eftirlit Pat McQuaid, sum er forseti fyri altjóða súkklusambandið, UCI, sigur, at tey í ár vilja hava enn strangari doping-eftirlit til Tour de France. – Væntandi taka vit einar 300-400 dopingroyndir, og vit hava longu nú einar 50 súkklarar, sum vit fylgja serliga væl. Tað er serliga innan EPO- líknandi evni, at McQuaid vil herða eftirlit og revsing. Hinvegin hevur hann sum so ikki tað stóra ímóti, at Tom Boonen tekur lut. Boonen hevur havt trupulleikar við kokainmisnýtslu. Skelkur í Barcelona Fíggjarstjórin í Barcelona, Xavier Sala, sigur seg als ikki skilja, hvussu Real Madrid hevur ráð til at keypa spælarar fyri higar til 1,2 milliardir. Florentino Perez, forseti í Real Madrid, sigur, at hann íalt roknar við at brúka 2,25 milliardir, men hesum trýr Sala snøgt sagt ikki. – Hann sigur, at hann vil selja spælaratroygjur, fyri at vinna peningin aftur. Men so skal hann selja 30 milliónir troyggjur, og tað ber ikki til. So eg haldi, at tað hevði verið áhugavert, um Perez kundi upplýst, hvaðani peningurin kemur, sigur Sala. Danska kvinnulands­ liðið í flogbólti, sum um vikuskiftið spælir tveir landsdystir ímóti Føroyum, hevur síðstu dystirnar spælt væl, bæði í álopi og verju, men leitar eftir støðufesti, tí liðið megnar ikki at halda seg á jøvnum stigi ein heilan dyst FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eingin ivi er um, at okkara flogbóltskvinnur kunnu vænta sær góða mótstøðu um vikuskiftið, tá danska kvinnulandsliðið vitjar. Avtala er fingin í lag um tveir dystir, sum verða í morg in klokkan 15 í Trong- isvági og sunnudagin klokk an 14.15 á Giljanesi. Hóast Danmark ikki telist millum tey allarbestu ella sterkastu liðini, sum eru, er liðið altíð eitt vet hægri í styrki enn tað føroyska, so tí kann roknast við góðari mótstøðu, ið Føroyar vón- andi kunnu brúka til nakað í fyrireikingunum til Oyggja leikirnar á Álandi, sum byrja um tvær vikur. Hetta kappingarárið hava donsku flogbóltskvinnurnar verið til tvær kappingar í janu ar og á einari venjingar- ferð í mai. Fyrst vóru tær við í Novotel Cup í Luxem- bourg, har tær taptu fyri Eyst urríki og Azerbaijan, men vunnu 3-2 á vertunum. Síðani taptu tær allar tríggj- ar dystirnar í HM-undan- kapp ing í Estlandi, sum vóru ímóti Estlandi, Georgia og Moldova, og í mai mán aði taptu donsku kvinnurnar eisini tríggjar venjingardystir ímóti Bret- landi, sum vóru spældir í Sheffield. Munur á og ikki Danska og svenska kvinnu- landsliðið høvdu fyrst í hes um mánaðinum eina felags venjingarlegu í Brønd by í Danmark. Liðini vandu saman og spældu tveir venjingardystir og ein altjóða skrásettan lands- dyst. Venjingardystirnir vórðu spældir í Idrættens Hus í Brøndby, har Danmark vann 3-1 í tí fyrra og tapti 0-3 í tí seinna. Í fyrra dystinum vóru settúrslitini 8-25, 25-18, 25-18, 25-20 og í tí seinna 17-25, 21-25, 9-25. Tá so »veruligi« lands- dyst urin var spældur í Kilde skovhøllini í Gentofte, endaði Svøríki omaná við einum 3-1 sigri. Danmark vann fyrsta sett 25-21, men tapti trý tey næstu 20-25, 20-25 og 19-25. Her skal so eisini nevnast, at svenski kvinnuflog bólt- urin verður hildin at liggja eitt vet hægri enn tann danski, hóast munurin ikki er so stórur. Leitandi lið Niðurstøðan hjá donsku venjarunum, Tony Westman og Jens Bang, var eftir teir tríggjar dystirnar, at liðið hevði spælt væl, bæði í álopi og verju, men leitar eftir støðufesti, tí liðið megn ar ikki at halda seg á jøvnum stigi ein heilan dyst. Á liðnum eru fleiri spæl- arar, sum vístu seg at royn- ast væl, og lítið man heldur vera at ivast í, at føroysku venjararnir, Kristian Mikk- elsen og Jóhan Petur á Stong um, munnu vita, hvørj um teir serliga skulu hava eitt vakið eyga við. Mie Lindgren, sum ímóti Føroyum aftur verður á kantinum, har hon plagar at spæla, avloysti ímóti Svø- ríki sum libero, har hon royndist væl. Og somuleiðis staðfesti Karen Helmer- Hansen, at hon er besti danski álopsspælarin og tí eisini tann, liðið fyri stóran part byggir sítt spæl rund- anum. Eisini verður nevnd Lykke Degner, sum í eina tíð hevur verið burtur frá landsliðnum, men serliga vísti seg at vera ein styrkur í blokkinum. Danska lands- liðið leitar Danska kvinnulandsliðið, sum endar sítt flogbóltsár við teimum báðum dystunum ímóti føroyska kvinnulandsliðnum, ið enn hevur sína størstu uppgávu í ár fyri framman: Oyggjaleikirnar á Álandi FØROYAR Nr. Navn Pláss Felag Hædd Aldur Dystir 1 Annika á Stongum Hevari SÍ 165 20 19 2 Birgit Guttesen Diagonal SÍ 176 19 9 3 Helga Guttesen Diagonal SÍ 181 20 4 4 Hjørdis Johannesen Miðja Fleyr 180 34 47 5 Angeli Joensen Hevari KÍF 170 24 0 6 Helen á Lakjuni Kantur ÍF 179 31 46 7 Katrin Petersen Miðja TB 175 19 0 8 Guðrið Syderbø Libero Fleyr 173 24 10 9 Anja Danielsen Kantur Fleyr 182 16 0 10 Birita Joensen Miðja KÍF 178 23 13 11 Karin Mikkelsen Kantur SÍ 166 23 28 12 Sólva Dimon Kantur Svedala Volley 176 20 13 Miðal 175,1 22,8 15,8 Kristian Mikkelsen Venjari Jóhan Petur á Stongum Hjálparvenjari Sára Danielsen Fysiotearpeutur DANMARK Nr. Navn Pláss Felag Hædd Aldur Dystir 1 Eva Mielskov Bang Hevari Brøndby Volley 180 18 7 2 Nicoline Fürstenberg Hevari Holte IF 172 18 6 3 Helle Glasdam Sørensen Libero DHG Odense 168 20 6 4 Mie Lindgren Kantur Brøndby Volley 175 20 28 5 Stine Bleeg Christiansen Hevari Thompsen University 171 24 41 6 Louise Alrø Kantur Örebro Volley 188 20 48 8 Christina Jensen Miðja Brøndby Volley 182 21 39 10 Melcijana Salispahic Kantur Fortuna Odense 176 21 39 14 Natja Bech Kjeldsen Kantur Skovbakken Volley 182 18 17 15 Karen Helmer-Hansen Kantur Fortuna Odense 184 22 18 17 Lykke Degner Miðja Thompsen University 190 21 19 Miðal 178,9 20,3 24,4 Tony Westman Venjari Jens Bang Hjálparvenjari Sven-Erik Lauridsen Fysioterapeutur Rás 2 sendir Tá bestu flogbólts kvinn urnar hjá Føroy um og Danmark spæla seinna landsdystin teirra millum, sum verður á Giljanesi sunnudagin klokkan 14.15, fer Rás 2 at hava beinleiðis frá søgn, sum byrjar klokkan 14. Í annaðkvøld klokk an 18 eru somuleiðis beinleiðis ítróttar frá sagnir á Rás 2, tí tá fara Tróndur Arge og Hilmar Jan at siga frá tveimum dystum í Vodafone deild ini, sum eru dysturin á Argjum millum AB og B68 og dysturin í Gøtu millum Víking og KÍ. Haraftrat verður van liga fótbóltssend ingin, »Triði hálv leikur«, á Rás 2 sunnudagin klokkan 17.