Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 110 - 12. juni 2009 ] B36-dagur í Gundadali Leygardagin skipar B36 fyri serligum B36-degi. Á skránni verða hópin av spølum og kappingum fyri børn í øllum aldri, og sjálvandi eru ymisk sløg av fótbólti eisini. Eitt nú dystur millum Vodafone-deildina og eitt Micro-lið, kapping í jonglering og FIFA-kapping á stórskíggja. Tiltøkini byrja klokkan 13 og halda fram til klokkan 17. Silkeborg-profilur til Belgia Liðfelagin hjá Christian Lamhauge Holst, Steffan Ernemann, hevur víst stórspæl fyri Silkeborg, sum næsta ár skal spæla í donsku SAS-liguni. Men tað verður uttan hann, at felagið skal standa seg. Tað er nevnliga greitt, at Ernemann skiftir til Zolte Waragem í belgisku Jupiler League. Ernemann hevur spælt tvey kappingarár í Silkeborg. Venjarin hjá føroysku flogbóltskvinnunum, Kristian Mikkelsen, væntar sær harða og sterka mótstøðu frá danska landsliðnum, men hann hevur tó vónir um at vinna eitt ella fleiri sett – og kanska meiri enn tað – tá liðini møtast tvær ferðir um vikuskiftið FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo – Mær vitandi, hevur einki sterkari kvinnulandslið nakrantíð vitja føroyskan flogbólt, so lítið er at ivast í, at vit fara at fáa harða og sterka mótstøðu. Danskarar eru í ferð við at byggja sær eitt nýtt landslið upp, og tað kann kanska vera okkara møguleiki, so vit kunnu fáa tvey góð úrslit. Tað sigur Kristian Mikk- el sen, sum saman við Jóhan Peturi á Stongum venur føroysku kvinnurnar, ið fyri reika seg til Oyggja- leikirnar á Álandi. Hann hevur ikki sæð danska liðið spælt, men kort ini hevur hann roynt at fyrireikað seg eitt sindur – millum annað við at sneytað seg fram til upplýsingar um teir ymsu spælararnar á danska liðnum. – Hóast talan er um eitt gott lið, so hava úrslitini ikki verið so øgiliga góð hjá teimum í ár. Tær eru rætti liga ungar, og tað ljóð- ar, at satsað verður meiri uppá at fáa úrslit við hesum liðnum næsta ár, sigur Kristian, ið samstundis vísir á, at danska liðið er væl sam anspælt, meðan tað før- oyska spælir sín fyrsta dyst. – Kortini havi eg vónir um at vinna eitt ella fleiri sett – og kanska meiri enn tað. Sjálvt um hetta eru tveir venjingardystir og vit fyrireika okkum til eina aðra kapping, ætla vit sjálv- andi at spæla fyri at vinna. Spælararnir hjá okkum eru javnt góðir, so vit hava altíð gott fólk at seta inn, og vænt andi sleppa allar hjá okkum at royna seg í hesum báðum dystunum. Skifta spælistíl Av tí at tað ikki gekk eftir vild í finaluni á Oyggja- leikunum fyri tveimum árum síðani, tá Saaremaa mestsum sópaði føroysku kvinnurnar av vøllinum, hava venjararnir gjørt av at ganga aðrar leiðir, so liðið betur skal vera ført fyri at standa seg ímóti einum skot- og blokksterkum mót- støðuliði. – Okkara spælarar eru ikki so øgiliga stórir, so tí hava vit valt at sett meira ferð á spælið, har miðjan skal royna at hála blokkin hjá mótstøðuliðnum sundur. Vit vilja hava miðjuna at fara báðar vegir og at fara eitt sindur burtur frá hevar- anum, so tað verður verri hjá mótstøðuliðnum at rokna út, hvar blokkurin skal setast, sigur Kristian Joensen. – Alt hetta ætla vit at royna í teimum báðum dyst unum ímóti Danmark, sum óivað leggur okkum undir eitt so mikið stórt trýst, at vit kunnu fáa stað- fest, hvussu tað hevur rigg- að hjá okkum at skift spæli- stíl. Føroyska landsliðið er í morgin farið til Trongisvágs á venjingarlegu, og í dag kem ur danska liðið til Før- oya. Í morgin liggur leiðin hjá teimum til Suðuroyar, har fyrri dysturin verður spældur, og eftir hann fara bæði liðini norðuraftur. Sunnudagin spæla tey seinna dystin á Giljanesi, áðrenn donsku spælararnir fara avstað aftur. Lítið er at ivast í, at kvinnulandsliðið í flogbólti fær sína bestu fyrireiking nakrantíð til einar oyggjaleikir, nú danska kvinnulandsliðið vitjar um vikuskiftið. Endamálið er at fyrireika føroysku kvinnurnar til sterka mótstøðu á Álandi FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað er ikki á hvørjum degi, at góð flogbóltslandslið vitja í Føroyum, men und- an takið verður um viku- skiftið, tá Danmark sendir sínar bestu flogbóltskvinnur henda vegin at spæla tveir dystir ímóti føroyska kvinnu landsliðnum. Og tað verður helst við líka stórum spenningi og intensiteti, sum vit kenna tað frá steypafinalunum, at Føroyar og Danmark fyrst spæla í ítróttarhøllini í Trong is vági í morgin klokk an 15, og síðani í ítróttar høllini á Giljanesi sunnudagin klokkan 14.15. Danska vitjanin undir- strikar, hvat føroyska kvinnu landsliðið ætlar sær á Oyggjaleikunum á Álandi um tvær vikur. Eftir fýra gullmerki á rað, setti Saare- maa ein stoppara fyri tí á Rhodos fyri tveimum árum síðani, tá føroysku kvinn- urnar »bara« fingu silvur. Nú verður aftur farið eftir gullinum. Á hægri stigi – Vit hava so ofta ætlað at fingið okkurt dygdargott lið hendavegin at spælt, og tá vit vendu okkum til danska kvinnulandsliðið, var leyst og liðugt beinan- vegin. Tað eru vit øgiliga fegin um, sigur Magnus Tausen, formað ur í Flog- bóltssambandinum. – Vit fara sum oftast av landinum at fyrireika okk- um, men at vit nú fáa eitt gott landslið hendavegin, er uppaftur betri. Og betri upphiting til Oyggjaleik- irnar kundu vit ikki ynskt okkum, tí við hesum fáa okkara kvinnur óivað sterka mótstøðu og kunnu tí fáa nógv burturúr. Danska kvinnulandsliðið spælir sínar EM-undan- kappingarnar í B-bólkinum, ein bólk oman fyri C-bólk- in hjá Føroyum, so óivað verður talan um eina stóra avbjóðing hjá føroysku kvinnunum. Besta upphiting nakrantíð Kvinnurnar skifta spælistíl Nakrar av føroysku flogbólts­ kvinnunum, sum fyrst í Trongis­ vági og síðani á Giljanesi skulu spæla landsdystir ímóti Danmark. Frá vinstru Hervør Guttesen, Sólvá Dimon, Annika á Stongum og Karin Mikkelsen Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir