mikudagur 7. november 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 215 - 7. november 2001
Nr. 215 - 7. november 2001
3
Peres hevur heimild
at tosa við Arafat,
men heldur ikki
meira enn tað
Palestinski leiðarin, Yasser
Arafat, og ísraelski uttan-
ríkisráðharrin,
Shimon
Peres, høvdu mánakvøldið
ein sokallaðan óformligan
fund í Bruxelles. Enda-
málið við fundinum var at
endurreisa sambandið mill-
um partarnar, men nakrar
samráðingar vóru ikki.
Belgiski
forsætisráð-
harrin, Guy Verhofstadt,
sum legði høli til fundin,
segði aftaná, at ætlanin var
ongantíð, at teir báðir
skuldu
samráðast
um
kreppuna
í
Miðeystri.
Hvørki Arafat ella Peres
vildu tosa við tíðindafólk
eftir fundin.
Fundurin teirra millum
vardi kortini hálvan annan
tíma.
Sambært
einum
belgiskum
stjórnartals-
manni var málið við fund-
inum at endurreisa álitið
millum teir báðar partarnar.
Arafat og Peres hittust á
Mallorca
fyri
nøkrum
døgum síðani. Tað var í
sambandi við eina ráð-
stevnu millum londini við
Miðjarðarhavið,
men
heldur ikki tá var talan um
nakrar samráðingar.
Peres hevur heldur ikki
heimild at samráðast við
Arafat. Tað kom fram
mánadagin, tá ein ísra-
elskur
ráðharri
greiddi
ísraelska sjónvarpinum frá,
at sjálvandi kundi Peres
hitta Arafat, men at hann
hevði onga samráðingar-
heimild.
Ísraelski
forsætisráð-
harrin, Ariel Sharon, segði
so seint sum í síðstu viku,
at skal Ísrael samráðast við
palestinararnar, skal hann
sjálvur
leiða
ísraelsku
samráðingarnevndina.
TÍÐINDASKRIV
Tann fyrsta november
yvirtók DAMFAR sølu-
og marknaðarføringina
av FÓM- og FRISKO
ísum í Føroyum.
Yvirtøkan skal síggj-
ast sum ein broyting í
áhugamálunum
hjá
DAMFAR og P/F Poul
Michelsen á marknað-
inum.
Nýggja sølu-og mark-
naðarføringsavtalan
ímillum
FÓM
og
DAMFAR fer at hava
tað við sær, at enn størri
orka fer at verða løgd í
at tryggja FÓM-ísi støð-
una, sum tann mest seldi
ísurin í Føroyum.
P/F Poul Michelsen
takkar
øllum
FÓM-
kundum sínum fyri sera
gott samstarv øll hesi
nógvu ár, og ynskir
Damfar tillukku við
yvirtøkuni.
Eftir
1.
november
koma ísbilarnar sum
fyrr at røkja kunda-
tænastu, tó við teirri
broyting, at sølusam-
skiftið nú verður við
DAMFAR
á
telefon
359977
TÍÐINDASKRIV
Gallarí
Oyggin
á
Tvøroyri fer nú at hava
listaframsýning
við
Olivur við Neyst, sum
fer at sýna fram akvarel,
pastel og litografi.
Framsýningin fer at
vara í fýra vikur. Fram-
sýningin
letur
upp
fríggjadagin
9.
no-
vember og heldur fram
heilt til tann 9. desemb-
er.
Gallarí Oyggin hevur
opið hvønn dag, uttan
mánadag frá klokkan
15.00 – 20.00.
Damfar selur Fóm ís
Olivur við Neyst
á Tvøroyri
Arafat og Peres á fundi
Taliban-stýrið í Afghanist-
an sigur, at teir mánadagin
raktu eina amerikanska
tyrlu so meint, at hon datt
niður. Afghanska tíðinda-
stovan AIP skrivar, at tyrlan
misti flogið, men kláraði
seg
kortini
yvir
um
pakistanska markið, áðrenn
hon datt niður.
Amerikansku myndug-
leikarnir avsannaðu alt fyri
eitt tíðindini, men paki-
stanskir
embætismenn
váttaðu í gjár, at ein
amerikansk tyrla var dottin
niður tætt við afghanska
markið.
Sjónarváttar við markið
greiddu altjóða tíðinda-
fólkum frá, at Taliban-
hermenn skutu eftir tyrluni,
men at hon slapp yvir um
markið, áðrenn hon datt
niður.
Skutu amerikanska tyrlu niður
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæra mamma, vermamma,
omma og langomma
Karin Petersen
(f. Høgnesen)
ættað av Norðoyri, búsitandi í Havn
andaðist í heiminum sunnudagin 4. november 2001,
86 ára gomul.
Jarðarferðin verður mikudagin 7. nov. 2001
kl. 14.00 úr Nerija á Skála í kirkjugarðin á Selatrað.
Familjunnar vegna
Kirstin, Olaf, Malan,Torbjørn, Sólbjørg og Rúna
Tey, ið vilja minnast Karin við blómum ella kransi,
kunnu ístaðin lata eina gávu til Nerija á Skála
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Á 61. ári eru Jólaboð
komin út. KFUM gevur út,
og Guttorm Zachariasen
leggur til rættis.
Jólaboð eru fjølbroytt og
viðgera ymisk evni. Har
eru
fleiri
siðsøguligar
greinir, søgur og yrkingar,
sum ymsir høvundar hava
skrivað. Inngangin hevur
Petur
Jacob
Sigvarsen
skrivað. Teknað myndir til
bókina hava Janus Dam
Guttesen
og
Jóannis
Kristiansen. Kápumyndin
hevur
Benny
Drewsen
tikið. Sett og brotið um
hevur Bókadeild Føroya
Lærarafelags, prentað og
heft hevur Einars Prent.
Bókin er 64 síður og kostar
80 krónur.
Jólaboð komið
TÍÐINDASKRIV
Jógvan Arge hevur givið út
sættu bókina "Teir tóku
land". Bókin snýr seg um
føroyskan
útróður
og
fiskiskap í Grønlandi í
sekstiárunum og ger burtur
úr fleiri dramatiskum hend-
ingum.
Størsti sorgardagurin í
Føroyingahavnini nakran-
tíð var 25. juni 1963, tá ein
týskur trolari gekk burtur á
veg út úr havnini. 27 mans
av trolaranum "Munchen"
sjólótust og 24 stóðu undir
børu í Føroyingahavnini
samstundis. Nógvar giting-
ar vóru um, hvat var týsk-
arunum at meini.
40 føroyingar vóru í
álvarsomum vanda, tá hol
kom á farmaskipið "Blik" í
ísinum suðuri við Kappan.
"Blikur" var á veg til ta
nýggju útróðrarhavnina á
Eggersoy við útgerð til
menninir, sum høvdu tikið
land har, og alt fólkið
noyddist í bátarnar, teirra
millum tvær konur og ein
landsstýrismaður.
Skonnartin "Tinganes"
sakk inni millum oyggj-
arnar á Kappanum. Hon
skuldi fiska har suðuri tann
seinasta partin av túrinum,
men sigldi á ein flúr og fór
til botns eftir tveimum tím-
um. Alt fólkið varð bjargað.
Janus Petersen av Mið-
gerði kom sjálvur annar úr
Noregi við línubátinum
"Eiriki
Jalli".
Norska
vaktartænastan leitaði eftir
honum, men fann hann ikki
í mjørkanum. Í Grønlandi
kom Janus mestsum í
skotbardaga við týska "Kap
Farvel", sum fór avstað við
línuni.
Í
Føroyingahavnini
spenti Nordafar seg út við
nýggjum flakavirki, har
nógv fólk úr Føroyum
arbeiddu. Har avreiddu
stundum fleiri enn 50 bátar.
Tórstein í Skálavík fór at
gera um seg við 10-
mannafarinum
"Grinda-
fossi", og aðrir bygdu upp
aftur størri grønlandsbátar.
Prestasonurin
Svend
Thulesen tók í 1960 við
sum stjóri. Hann legði al-
stóran dent á at effektiv-
isera raksturin, sum bæði
fevndi um handil við út-
gerðarvørum
og
flaka-
framleiðslu. Menn tjentu
góðar pengar í Føroyinga-
havnini.
Nýggj útróðrarhavn varð
loksins
grundað
í
Grátufjørðinum sunnanfyri
Føroyingahavnina, og farið
varð at føra fisk úr Ravns-
oynni til Føroyingahavnina.
Menn settu seg eisini niður
á Eggersoy, sum sjálvur
Kappin er á, og øll søgan
um útróðurin úr Eggersoy
frá 1963 til 1966 er at lesa í
bókini.
Teir tóku land kostar 299
krónur. Hestprent hevur
havt prentingina um hend-
ur, og Anker Eli Petersen
hevur teknað permu og
kort. Forlagið Tjarnardeild
gevur út.
Spennandi ár í Grønlandi
Fyri at verja fíggj-
arligu áhugamálini
hjá Landskassanum,
vil Strandferðslan
onki siga um, hvussu
høg tilboðini uppá at
byggja nýggja suður-
oyarskipið, eru. Men
teir eru ikki falnir í
fátt, tvørturímóti,
sigur stjórin á Strand-
ferðsluni
SUÐUROYARSIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Einar 16 skipasmiðjur kring
allan heimin hava boðað
frá, at tær eru áhugaðir at
byggja nýggja skipið, sum
skal setast í suðuroyar-
siglingina.
Mánadagin varð freistin
úti at lata tilboðini inn.
Strandferðslan hevði boðið
25 skipasmiðjum kring
allan heim at bjóða upp á
nýggja suðuroyarskipið.
Av teimum høvdu 13
Skipasmiðjur latið tilboð inn
mánadagin. Men ein skipa-
smiðja hevði boðað frá, at
hon var nakað sein, men
skuldi lata tilboð inn í gjár
og tvær aðrar skipasmiðjur
hava boðað frá at tær fara at
lata tilboð inn í næstu
framtíð.
Sostatt vera tað 16 skipa-
smiðjur, sum kunnu koma
upp á tal at byggja skipið.
Talan er um skipasmiðjur
úr øllum heiminum, heilt úr
Korea
og
Spania
til
Týsklands og Noregs.
Halda tætt
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni vil ikki siga
eitt orð um, hvussu tilboðini
vóru.
– Fyri at verja tey fíggjar-
ligu áhugamálini hjá lands-
kassanum, hava vit gjørt av
onki at siga um tilboðini.
Hann sigur, at tað kann
koma illa við í eini sam-
ráðingarstøðu við tær ymsu
skipasmiðjurnar, um tøl
leka út áðrenn.
Hann vil tí heldur ikki
siga, um tilboðini vóru
hægri ella lægi enn tað, sum
felagið, Knud E. Hansen,
sum hevur projekterað skip-
ið, hevur mett at tað fer at
kosta.
Men hann ásannar tó, at
teir eru ikki falnir í fátt eftir
at tilboðini vórðu latin upp.
Tvørturímóti, sigur hann.
So kann hvør leggja í tað,
sum ein vil.
Nú skulu so øll tilboðini
kannast nærri og saman-
berast. Siðani verða nakrar
fáar skipasmiðjur valdar
burturúr, sum hava tey
áhugaverdastu tilboðini og
so verður samráðst nærri við
tær. At enda er so ein eftir,
sum byggisáttmáli so skal
gerast við.
Hevur skund
Strandferðslan miðjar fram-
vegis eftir at strekkja kjølin
í vár.
Men nú hevur tað skund
at fáa verklagslógina lagda
fyri tingið. Tað er lógin, har
Løgtingið gevur lands-
stýrismanninum í vinnu-
málum, Bjarna Djurholm,
heimild til at skriva undir
byggisattmálan.
Lógin skuldi langt síðani
verið klár, men hon hevur
leingi verið til viðgerðar í
ymsum stýrum hjá lands-
stýrinum, tí ætlanin er at
finna eina fasta orðing fyri,
hvussu slíkar lógir skulu
orðast.
Men Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður segði á
miðdegi í gjár, at hon var á
veg í tingið og tað skilst, ta
tað kann vera nær sum
helst, at hon verður løgd
fram.
16 skipasmiðjur kunun koma
upp á tal at byggja nýggja
suðuroyarskipið.
Strandferðslan vil onki siga
um tilboðini, men teir eru
ikki falnir í fátt eftir at hava
latið tilboðini inn,
tvørturímóti, sigur Reidar
Nónfjall, stjóri
16 tilboð upp á at byggja nýtt suðuroyarskip
C
M
Y
K
3
2