Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 215 - 7. november 2001 Nr. 215 - 7. november 2001 5 Tað er ein ógvuliga óheppin støða, at heimasjúkrasystrarna r í Suðuroy nú hava sett bilarnar. Tað kann føra við sær, at fleiri fólk mugu leggj- ast inn á sjúkrahús, sigur leiðarin á Serstovnadeildini HEIMARØKTIN Áki Bertholdsen Tað kom rættiliga óvart á á Serstovnadeildina, at heim- arøktirnar í Suðuroy nú hava sett bilarnar. Sí eisini grein aðrastaðni í blaðnum. Jákup Foldbo, leiðari á Serstovnadeildini, sigur, at hann hevði annars fingið at vita, at arbeiðið fór at halda fram sum vanligt, eftir at Almanna- og heilsumála- stýrið hevði gjørt av at søkja um eykajáttan til sjey bilar. Samstundis skulu sam- ráðingar verða um endur- gjaldið, tær skulu fáa fyri at brúka egnar bilar. Hann hevur heldur ikki hoyrt um, at heimasjúkra- systrar aðrastaðni, enn í Suðuroy, hava sett bilarnar. Men hann viðgongur, at tað er ikki nógv, Ser- stovnadeildin kann gera við málið. – Tær hava boðað frá, at tær hava ongar bilar longur og vit kunnu ikki áleggja teimum at brúka teirra egnu bilar, sigur Jákup Foldbo. Hann heldur, at støðan, sum hevur tikið seg upp, er ógvuliga óheppin. Hann sigur, at tað er greitt, at við ongum bili, fáa heimasjúkrasystrarnar ikki røkt arbeiðið líka væl, sum tær fingu við bili. –Nú er so stutt fráliðið enn, so enn ber ikki heilt til at meta um avleiðingarnar. Men tað er greitt. at við ongum bili, ber ikki til at gera líka nógv, sum tá ið tær høvdu bil. Jákup Foldbo sigur, at nú mugu tey skipa arbeiðið sum frægast, men at tað ikki slepst undan, at raðfesta uppgávurnar, so at tann røktin, sum hevur størstan týdning, verður gjørd fyrst. – Og har, tær ikki fáa veitt tað neyðugu røktina, mugu vit finna aðrar loysnir. Eitt nú kann tað gerast neyðugt at leggja fólk inn, sum annars hava fingið røkt heima, sigur Jákup Foldbo. Hann leggur eisini afturat, at hóast umsóknin um eykajáttan verður samtykt, verður tað neyðugt, at heimasjúkrasystrarnar í ein ávísan mun eisini rúka sínar egnu bilar –Heimasjúkrasystrar nar í Suðuroynni vilja ikki longur brúka sínar egnu bilar at koyra í. Í fleiri ár hava tær stríðst fyri at fáa bil at koyra í og nú hava tær so mist tolið. MÓTMÆLI Áki Bertholdsen Nú er tolið hjá heima- sjúkrasystrunum í Suðuroy uppi. Eftir at hava stríðst við Landsstýrið til fánýtis í fleiri ár, hava tær nú sett hart ímóti hørðum. Ella kanska rættari: Tær hava sett bilarnar. Tí tað er bilarnar, stríðið stendur um. Heimasjúkrasystrarnar kring landið hava altíð brúkt sínar egnu bilar at koyra í, tá ið teir koyra hús úr húsi til tey ymsu fólkini, sum skulu gava røkt. At hava bil er neyðugt, tí hvør heimasjúkrasystir hevur eitt stórt øki at at røkja og tað ber ikki til at passa arbeiðið fullgott, uttan at hava bil. Men tær góðtaka ikki, at tær skulu vera noyddar at brúka sínar egnu bilar. Eitt er, at talan er um nógva koyring. Eitt annað er, at tá ið ein heimasjúkrasystir hevur vakt, leggur arbeiðið hald á bilin í langa tíð og tí fær ongin annar í húsunum gleði av honum. Fyri at brúka sínar egnu bilar, fáa tær 2,90 krónur fyri hvønn kilometur. Í fleiri ár hava heima- sjúkrasystrarnar tí stríðst við Landsstýrið um at fáa tænastubilar at koyra í. Men tey eru ongantíð komin á mál. Og nú í vár kom tað so langt, at tær settu 1. oktober sum evstamark fyri, og var málið ikki loyst tá, fóru tær at seta bilarnar. Síðani varð freistin kortini flutt til ein mánaða til 1. november fyri at gera ein allarseinasu roynd. Síðst í oktober mánaða komu so boð frá Ser- stovnadeildini, at Almanna- og Heilsumálastýrið hevði søkt um 700.000 krónur á eykajáttanarlógini fyri oktober til bilar. Mett var, at tey kundu fáa sjey bilar fyri upphæddina, tá ið mvg var tikið frá. Eykajáttanarlógin skal nú til politiska viðgerð, áðrenn hon verður løgd fyri tingið. Ikki nøgd Hetta fekk heimarøktina at taka hóttanina um at seta bilarnar, aftur og at halda á, sum vant. Men heimarøktirnar í Suðuroy hava nú fingið nokk. Tær halda, at Landsstýrið nú hevur havt fleiri ár um at loysa málið og fyri tað, sum eitt tal er sett á eina eykajáttanarlóg, er tað ongin trygd fyri, at tað verður samtykt. Og hóast tað verður samtykt nú, fer rúm tíð at ganga, áðrenn bilarnir verða tøkir. Tær føla seg nú so mikið hildnar fyri gjøldur, at tær tí gjørdu tær av at halda fast um, at tær settu sínar egnu bilar, tí einaferð má má hart setast ímóti hørðum og Landsstýrið dregur ,málið út í tað óendaliga. Eftir úrs- litaleysar samráðingar í fleiri ár, halda tær nú, at einasti máti at fáa nakað at henda, er at seta hart ímóti hørðum. Og mánadagin fóru tær tískil til gongu til arbeiðis. Kundu spart Ongin í heimarøktini í Suðuroy vil siga nakað um málið alment. Men frá álítandi keldum, sum standa málinum nær, hava vit fingi at vita, at tað er rættiliga trupult at tær ongan bil hava. Nú ganga tær til arbeiðis. Í tann mun, tað ber til, brúka tær eisini Bygda- leiðir, men tað er næstan ongantíð, at tað letur seg gera, tí tær koyra so sjálvdan. Annast koyra tær runt í hýruvogni, har tað er neyðugt. Keldur okkara siga, at tær skilja ikki trupulleikan. Tilsamans fáa tær átta heimasjúkrasystrarnar í Suðuroynni umleið 12.000 krónur um mánaðin í koyri- pengum. Men tær hava spurt seg fyri, hvat tað kostar at leiga ein bil og tað kostar umleið 5.000 krónur um mánaðin. – So tað hevði verið ein beinleiðis sparing í at leiga ein bil, siga keldur okkara í Suðuroy. Hava mist tolið Heimarøktin í Suðuroy hevur nú minst tolið og hevur sett hart ímóti hørðum. Støðan er ógvuliga óheppin, tí nú fáa tær ikki røkt arbeiðið líka væl, sum tær gjørdu áðrenn, sigur leiðarin á Serstovnadeildini. Myndin er tilvildarlig. Ógvuliga óheppin støða Høgtølini av út- lendsku veiðuni vísa, at svartkjafturin enn er í føroyskum sjógvi. Íslendingar hava fingið góð 28 túsund tons í farna mánaði FISKISKAPUR Stefan í Skorini Íslendingar fingu væl av svartkjafti í føroyskum sjógvi í oktober mánaði. Tilsamans var veiðan av hesum fiskaslagnum 28.379 tons, og samlaða útlendska veiðan av svartkjafti í oktober var 35.410 tons. Hetta merkir, at svartkjafturin enn var í føroyskum sjógvi í oktober mánaði. Hini londini, sum eisini hava fingið svartkjaft undir Føroyum, eru Russland og Danmark. Samlaða útlendska veið- an í føroyskum sjógvi í okotber var 36.507 tons og av teimum vóru 35.410 svartkjaftur. Tað er tí ikki stórvegis av øðrum fiska- sløgum, ið útlendsk skip hava fingið. Íslendskir bátar hava nýtt flest fiskidagar í oktober. Teir vóru 161 í tali. Frakland hevur nýtt 105 fiskidagar, men hevur bara fingið 468 tons fyri stríðið sambært hagtølunum. ES-londini nýttu 157 fiskidagar tilsamans, og russar høvdu 82 fiskidagar í føroyskum sjógvi. Út- lendsk fiskifør nýttu 412 fiskidagar í føroyskum sjógvi. HAGTØL Stefan í Skorini Bileftirlit Føroya hevur skrásett 1717 nýggj akfør higartil í ár. Hetta eru 247 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Nógv tey flestu akførini eru vanligir persónbilar. Skrásettir eru 1308 nýggir persónbilar í ár í mun til 1106 bilar í fjør. Hetta er ein hækking uppá góð 18%, vísa hagtøl frá bileftirlitinum. Hesi hagtøl benda tí á, at hugurin at keypa bilar ikki er minkaður aftur, eftir at fólk hava keypt nýggjar persónbilar, sum tey hava skift hosur seinastu árini. Bilasølurnar hava eftir øllum at døma enn góðar dagar. 268 nýggir vørubilar eru skrásettir í hesum árinum. Sama tíðarskeið í fjør vórðu 253 nýggir bilar skrásettir í hesum vøru- bólkinum. Nevnast kann eisini, at talið av viðfesti- vognum er hækkað úr 50 nýggjum í 2000 upp í 83 nýggjar viðfestivognar í 2001. ROYNDARVEIðA Stefan í Skorini Fyrstu vikurnar í ok- tober mánaði er seinasta tíðin, tá tunfiskurin er í føroyskum sjógvi. Nakrir japanskir bátar hava roynt eftir tunfiski í ár, men tað hevur hilnast ógvuliga illa. Lítið hevur verið at fáa, og nú eru tunfiska- bátarnir farnir úr Før- oyum aftaná tunfiskin- um. Í farna mánaði fingu teir 6,6 tons, meðan 51 tons vórðu fingin í september. Í oktober nýttu tunfiska- bátarnir 53 fiskidagar og í september 102 fiski- dagar. 155 fiskidagar og veiðan var sløk 58 tons. Av fiskirannsóknar- stovuni verður sagt, at orsøkin til vánaligu veiðuna er, at stovnurin er ovfiskaður. Tí er ikki væntandi, at bátar fara at seta sítt álit á hesa veiðuna framyvir. Fleiri bilasølur fara at sýna fram nýggjar bilar í ítróttarhøllini í Klaksvík komandi vikuskifti. Tað er Klaksvíkar Ítróttar- felag, ið skipar fyri bilstevnuni BILSTEVNA Stefan í Skorini Framsýningin av bilum verður leygardagin og sunnudagin. Bilasøl- urnar, ið vera við, eru Reyni-Service, Nordbil, Ivan Johansen, Esmar Simonsen, Bilfríðkan og Suzuki. Eisini fer P/F Hansen at sýna viðfesti- vognar fram. Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at stevnan vanliga verður væl vitj- að, og at stevnan er vorðin fastur táttur seinastu árini. Eisini verða fleiri bilar seldir á sjálvari stevnuni, og tí eru flestu bilasølurnar áhugaðar í at sýna fram sínar bilar. Stevnan verður leyg- ardagi og sunnudagin frá klokkan 15 til 21. Í sambandi við stevnuna fara klovnarnir Fjotti og BoBo at undirhalda leygardagin klokkan 17. Svartkjafturin enn í føroyskum sjógvi Samlaða útlendska veiðan var 36.507 tons í oktober. Størsti parturin var svartkjaftur 1717 nýggj akfør Bileftirlitið hevur skrásett 1717 nýggj akfør higartil í ár Bilstevna í Klaksvík Tunfiskaveiðan er liðug C M Y K 5 4