mikudagur 7. november 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 215 - 7. november 2001
Nr. 215 - 7. november 2001
7
Føroyski fólktatings-
maðurin árini frá
1994 til 1998 stillar
ikki uppaftur hesa-
ferð. Hann sigur seg
vera lidnan við henda
partin av sínum lívi,
hóast hann hevur
fingið onkra áheitan
FÓLKATINGSVAL
Heri á Rógvi
Hann er rættiliga kendur
innanfyri føroyskan polit-
ikk. Í áttatiárunum satt
hann okkurt skifti sum
eykamaður á fólkatingi. Í
1994 gjørdist hann fólka-
tingsmaður, tá ið tann fyrst
valdi hjá Sambandsflokkin-
um, Edmund Joensen, var
løgmaður. Hann sat á fólka-
tingi árini frá 1994 til 1998
fyri Sambandsflokkin. Við
valið í 1998 varð hvørki
hann ella flokkur hansara
valdur aftur á dana ting.
Hann fekk 876 persónligar
atvkøður, men tað rakk ikki
til hjá hvørki honum sjálv-
um ella hjá Sambands-
flokkinum.
Hóast tað við valið í 1998
ikki vóru nógvir, ið fingu
omanfyri 800 persónligar
atkvøður, so heldur Johann-
es Martin Olsen seg ikki til
at stilla upp hesuferð. Hann
hevur í fleiri ár verið fast-
búgvandi í Danmark, og
hann býr í dag í Randers,
sum liggur á eystursíðuni
av Jútlandi. Hann royndi
fyri nøkrum árum síðani at
gerast formaður í Sam-
bandsflokkinum, men tapti
formansvalið móti táver-
andi formanninum, Edm-
undi Joensen. Hann hevur
ikki verið so nógv at hoyrt
og sæð til, men hann sigur
seg framvegis fylgja við í
føroyskum viðurskiftum.
Johannes Martin er so
við og við komin upp í
árini, og hann ætlar sær ikki
at stilla upp til fólkatings-
valið hesaferð.
– Eg eri mestsum liðugur
við henda partin av lív-
inum, og eg haldi meg ikki
til at stilla upp hesaferð,
sigur
Johannes
Martin
Olsen.
Hann sigur seg hava
fingið onkra áheitan, men
hevur valt ikki at taka av
tilboðnum.
– Tá eg kanska ikki havi
havt so nógv við føroysk
viðurskifti at gera, so er tað
spurningurin, um tað er
rætt hjá mær at stilla upp,
sigur
Johannes
Martin
Olsen.
Fyrrverandi fólkatings-
maðurin er ættaður av
Strondum, og tað var eisini
her, at hann fekk stóran part
av sínum atkvøðum til
fólkatingsvalini.
Johannes Martin roknar
við einum spennandi vali,
og hann vónar at hansara
flokkur fær annan mannin.
– Tað snýr seg ikki
um danskan politikk.
Vit vilja bert vinna
føroysku tjóðini
rættindi og virðing,
varð sagt, tá ið Tjóð-
veldisflokkurin kunn-
gjørdi valskránna og
valevnini til komandi
fólkatingsval. Flokk-
urin stillar 18 valevni
upp til fólkatings-
valið, og flokkurin
sær onga løgfrøðiliga
ella tjóðskaparliga
forðing fyri hesum
FÓLKATINGSVALIÐ
Heri á Rógvi
18 valevni stilla upp fyri
Tjóðveldisflokkin til kom-
andi fólkatingsval. Listin
telur fleiri kend nøvn. Allir
løgtingsmenninir hjá flokk-
inum uttan Signar á Brúnni
og Finnbogi Ísakson stilla
upp.
Ùr
landsstýrinum
stilla Høgni Hoydal og
Karstin Hansen upp. Av
øðrum á listanum kunnu vit
nevna: Sjúrð Skaale, Tor-
bjørn Jacobsen, Jógvan
Arge, Zakarias Wang, Rana
Nolsøe, Olgu Biskopstø og
Turið Sigurðardóttir.
Hetta eru øll rættiliga
kend nøvn, og tað tykist
sum um, at Tjóðveldis-
flokkurin má sigast at hava
ein rættiligan góðan møgu-
leika til komandi fólka-
tingsval.
Eisini Kristina Háfoss,
sum hevur skrivað fleiri
lesarabrøv stillar til vali
hesaferð. Úr Eysturoynni
stilla eisini Jóanes Eliasen
og Andrea Eldevig upp.
Av teimum, sum eru á
listanum, so má Høgni
Hoydal mestir roknast fyri
at vera mest sannlíka evni
upp á ein fólkatingsmann,
men eisini fleiri aðrir kand-
itatar kunnu hugsast at fara
at gera um seg. Sjúrður
Skaale og Torbjørn Jacob-
sen hava báðir verið nógv
frammi í fjølmiðlunum og
teirra meiningar eru eisini
rættiliga kendar. Tað verður
mestir millum hesar báðar,
at dysturin um annað
plássið á listanum fer at
vera ímillum. Heini O.
Heinesen, sum varð stóri
atkvøðuslúkarin hjá flokk-
inum við seinasta val, hev-
ur hesaferð fingið rættiliga
harða kapping. Umframt
Høgni og hinar, so fær hann
eisini kapping frá trimum
øðrum valevnum í Norð-
oyggjum.
Zakarias Wang hevur eis-
ini áður víst, at hann kann
savna nógvar veljarar, og
tað verður spennandi at
vita, um hann framvegis
eigur eitt sindur av fólka-
tokka eftir.
Føroyska røddin
Føroysku
umboðini
á
fólkatingi skulu, sambært
Tjóðveldisflokkinum, ikki
leggja seg út í innanhýsis
danskan partapolitikk. Tað
er ætlanin hjá Tjóðveldis-
flokkinum, at teirra umboð
skal ella skulu vera trygdin
fyri, at fullveldisætlanin
vinnur á mál. Umboð Tjóð-
veldisflokksins á fólkatingi
vil bert virka fyri at vinna
føroysku tjóðini rættindi og
virðing.
Ætlanin er, at hesi kom-
andi fýra árini á fólkatingi
skulu vera eitt virðiligt far-
væl til heimastýrið og um-
boðanina á dana tingi.
Tað eru níggju punkt á
valskránni hjá Tjóðveldis-
flokkinum
til
komandi
fólkatingsval, sum umfata
bæði føroyska málið, før-
oysku rættindi, ognarrætt
og búskaparligu viðurskift-
ini.
Tjóðveldisvalevnini
síggja okkum forðing fyri,
at tey stilla upp til fólka-
tingsvalið hesaferð. Til
spurningin um hetta ikki er
at góðtaka donsku grund-
lógina, so er svarið, at
flokkurin viðurkennir ikki,
at hon er fólkarættarliga
avgerandi fyri føroyingar.
– Tað eru danir sum ikki
halda grundlógina, sigur
Zakarias Wang.
Tjóðveldisflokkurin vil
sum áður nevnt ikki leggja
seg út í partapolitisk mál á
fólkatingi, men avvísa sam-
stundis ikki, at teir vilja
stuðla einari ávísari dansk-
ari stjórn. Treytin er bert
tann, at henda stjórnin eis-
ini skal virka fyri tjóðskap-
arligu rættindunum hjá før-
oyingum.
Høgni Hoydal heldur
ikki, at teir nú hava brynja
seg út til fólkatingsvalið
merkir, at teir ikki trúgva
upp á fullveldistilgongdina
longur.
– Tjóðveldisflokkurin vil
vera eitt umboð fyri tjóð-
ina, segði Høgni Hoydal
týsmorgunin, tá ið Tjóð-
veldisflokkurin helt tíð-
indafund.
Um tað verður soleiðis,
at bæði Tjóðveldis- og
Fólkaflokkurin verða valdir
inn á fólkating, so ætlar
Tjóðveldisflokkurin
at
royna at ávirka Fólkaflokk-
in sum mest, soleiðis, at
eisini Fólkaflokkurin fer at
spæla enn minni partapolit-
iskan leiklut á fólkatingi.
Vil eingin ganga ynskj-
unum hjá Tjóðveldisflokk-
inum á møti á fólkatingi, so
vil flokkurin vera í and-
støðu móti restini av fólka-
tinginum, sigur Zakarias
Wang.
Okkara Land
Umframt at leggja fram,
hvat Tjóðveldislflokkurin
ynskir at gera til komandi
fólkatingsval, so vórðu
eisini dagførdu stevnumið-
ini hjá Tjóðveldisflokkin-
um løgd fram á tíðinda-
fundinum,
Stevnumiðini hava tað so
tjóðskaparliga heitið Okk-
ara Land. Úr Tjóðveldis-
flokkinum verður upplýst,
at stevnan framvegis er
tann sama, men stevnumið-
ini eru dagførd. Stevnumið-
ini staðfesta støðuna hjá
flokkinum á at kalla øllum
økjum. Tað er sjálvsagt
spurningurin um sjálvstøðu
Føroya, sum stendur ovast,
men eisini á fleiri øðrum
økjum, m.a. á tí búskapar-
liga økinum, hevur flokk-
urin dagført síni stevnumið.
Tjóðveldisflokkurin vil vera føroyska
røddin á fólkatingi
Heini O. Heinesen og
Kristina Háfoss stilla bæði
upp til fólkatingsvali fyri
Tjóðveldisflokkin. Kristina er
nýggj í politikki
Mynd: Jens Kr. Vang
Høgni Hoydal heldur ikki, at núverandi fólkatingsumboðini
gera nóg mikið við at skapa virðing fyri føroysku tjóðini. Hann
heldur, at Tjóðveldisflokkurin kann fáa hetta í rættlag. Hann
sigur seg eisini vera til reiðar sjálvan at fara á fólkating
Mynd: Jens Kr. Vang
Johannes Martin stillar ikki upp
Johannes Martin Olsen
hevur áður verið
fólkatingsumboð fyri
føroyingar, men hann stillar
ikki upp 20. november
Leiðslan í Sjálvstýris-
flokkinum skuldi
heldur hugsað um at
fingið nakrar
meinigar soldátar í
flokkin, enn at berjast
um, hvør skal vera
generalur, heldur
Kári P. Højgaard,
løgtingslimur, sum er
staddur á ST aðal-
fundinum í New York
Kári P. Højgaard
New York: Tað er skelk-
andi og lítið hugaligt upp-
liva, at samstundis sum
Sjálvstýrisflokkurin í hes-
um døgum á altjóða stigi
saman við øllum góðum
kreftum roynir at tryggja
heimsfriðin í ST, skal
ófriður og stríð valda
innanflokks. Sámal Petur
og
Helena
hava
hesi
seinastu árini verið við til at
mynda føroyskan politikk
og prógvað sín dugnaskap,
og lítið er at ivast í, at
flokkurin hevur brúk fyri
øllum góðum kreftum. Ilt
er at fáa eyga á, hvat
positivt úrslit kann spyrjast
burturúr at skifta leiðara,
nú so stutt er eftir av val-
skeiðinum. Okkum er størri
tørvur á soldátum heldur
enn generalum.
Sum helst flestu vita
heima, var New York Mara-
thon sunnudagin. Umleið
30.000 luttakarar vóru við
úr øllum heiminum. Stórir
og smáir, høgir og lágir.
M.a luttók statsministarin í
Slovenia
Mikulas
Dzurinda. Millum 5 teir
fremstu av monnunum vóru
3 úr Kenya og 2 russarar.
Hjá kvinnunum var tann
fyrsta úr Etiopia, og nr. tvey
og trý úr Kenya.
Fólkatingsvalið
hevur
sett síni spor, og tríggir
fólkatingslimir sum stillað
uppaftur, tóku avgerð um at
fara heim fríggjadagin. Teir
hava bert tríggar vikur til
valstríðið, so teir krevja at
leggja seg í selarnar fyri at
fáa eitt gott val og tryggja
sær enn eitt fýra ára skeið í
Fólkatinginum.
Tað er ótrúligt, sum
amerikumenn eru blíðir og
hjálpsamir. Tað vísir seg,
sum um teimum dámar sera
væl at verða spurdir um
hjálp. Av tí at vegakervið er
uppbygt vid Aveveu longs
og Streets tvørs í talrekkju,
kann ein nærum ikki fara
skeivur. Eg havi, fyri at
koma í tal við fólk, nýtt
høvið at spyrja um ymiskt,
og geva teir sær góða tíð at
greiða frá tí, spurt er um.
Næstan altíð endar tað vid
spurninginum, hvar ein er
frá. Enn havi eg ongan hitt,
sum veit hvat ella hvar Før-
oyar eru. Tað nærmasta var
maðurin aftan fyri diskin í
Postal Administration FN,
sum segði seg hava hoyrt
navnið, og helt at Føroyar
lógu í Eystursjónum.
Týsdagin 6 november er
borgarstjóraval í New York.
Sjónvarpið
hevur
sent
regluligar lýsingar frá val-
evnunum.
Tveir
liggja
ájavnt í meiningskanning-
unum. Annar er media-
millióningurin
Mike
Bloomberg, sum verdur
stuðlaður av núverandi
borgarstjóra og er Repu-
blikanari. Hitt er demo-
kraturin
Mark
Greene.
Spennandi verður at síggja,
hvussu leikur fer. Annars
má sigast, at valið er merkt
av syrgiligu hendingunum
11 september, bumbuhótt-
anum og herjanini av
Anthrax pulvur, sum gevur
eitt døkt baksýni.
Vit hava tað gott øll
somul og kenna okkum
trygg. Komandi vikuskifti
verður hæddarpunktid í
hesi 56 setuni í ST. Tá
koma teir stóru at taka
orðið. Sum vanligt fær
Brasilia fyrst orðið og síðan
verður tað amerikanski
forsetin George Bush, sum
kemur at tosa í 15 minuttir.
Teir fortaldu á morgun-
fundinum
hjá
donsku
sendinevndini, at ST ár
2000 hevdi roynt eina
nýggja skipan, har tríggjar
lampur vóru á talarastól-
inum. Ein grøn lampa lýsti,
meðan tala vard, ein gul tá
talutíðin var um at vera
liðug og ein reyð, tá tíðin
var úti. Tá Fidel Castro
leiðari á Cuba fekk orðið,
legði hann ein lummaklút
oman yvir lampurnar og
talaði seg lidnan. Hetta
førdi til lógvabrestir frá
luttakarunum og er lítið
hugsandi, at hendan skipan
verður nýtt aftur.
Eg fari at enda hesa ferð
og senda bestu heilsur heim
til Føroyar.
Knøpp hálvtriðja
millión er á muni
millum tilboðini upp
á Skálafjraðar-
siglingina, sum
Strandferðslan hevur
boðið út
ÚTBJÓÐING
Edvard Joensen
HT Transport í Gøtu og P/F
Thor í Hóavík hava boðið
upp á Skálafjarðarleiðina,
sum Strandfaraskip Land-
sins hava boðið út.
Tilboðini vóru eitt sindur
ójøvn. Tað hægra, tað frá
Thor,
var
upp
á
10.220.950,- krónur, með-
an HT Transport beyð sær
til at røkja leiðina fyri
7.750.000,- krónur.
Poul Jákup Thomsen,
fólkaflutningsleiðari
hjá
Strandferðsluni, sigur, at
Strandfaraskip
Landsins
hava treytað sær at velja
millum tilboðini,. So tað
verður ikki bara av sær
sjálvum tikið við tí lægra
tilboðnum, sigur hann.
Bæði feløgini, sum boðið
hava, hava skip tøk til sigl-
ingina. Ávís krøv eru sett
til skipini. Millum annað at
tey skulu ikki vera eldri enn
frá 1990, og at tey í minsta
lagi skulu ganga 20 míl.
Hesar treytir lúka bæði
skipini, sum feløgini hava í
boði. Skipið, sum HT
Transport hevur í boði, er í
vinnu, meðan skipið hjá
Thor er spildurnýtt og júst
latið av skipasmiðju ní
Noreg.
Lægra tilboðið, sum kom
inn, er á leið tað dupulta av
tí, siglingin kostar Strand-
ferðsluni í dag, sigur Poul
Jákup Thomsen.
Men hann leggur afturat,
at talan í hesum førinum er
um nógv betri skip enn
Ternuna I, sum í dag røkir
rutuna. So tænastan, sum
væntast kann, verður ikki at
líkna við tær umstøður, í
dag eru umborð á Ternuni I.
Tíðindabræv úr New York:
Heldur soldátar enn generalar
Tvey tilboð upp á
Skálafjarðarleiðina
Útsýnið suður av toppinum á Empire State Building er frálíkt
Tað ganga nógvar
søgur um upp-
stilling í Sjálv-
stýrisflokkinum í
kjalarvørrinum av
ósemjuni, sum
komin er í flokkin.
Men hvørki Tordur
Niclasen ella Lasse
Klein siga seg fara
upp í Sjálvstýris-
flokkin
UPPSTILLING
Edvard Joensen
Tordur Niclasen verður
verandi í Miðflokkinum,
og Lasse Klein er als
ikki uppi í politikki.
Báðir avsanna, at teir
skulu vera bidnir at stilla
upp á sjálvstýrislistan-
um í Eysturoy til fólka-
tings- og løgtingsvalini,
sum standa fyri.
Í Eysturoynni ganga
tveir fyrrverandi løg-
tingsmenn, sum á ein-
hvønn hátt eru vorðnir
gott samtaluevni hjá
fólki, nú rok er í Sjálv-
stýrisflokkinum. Lasse
Klein er fyrrverandi
løgting- og landsstýris-
maður fyri Sjálvstýris-
flokkin, meðan Tordur
Niclasen
hevur
um-
boðað bæði Kristiliga
Fólkaflokkin og Mið-
flokkin á tingi og í
landsstýrinum.
Um
báðar verður gitt, at teir
skulu stilla upp fyri
Sjálvstýrisflokkin
til
komandi valini. Men
báðir avsanna, at soleið-
is er.
Tordur Niclasen, sig-
ur, at hann hevur verið á
fyrsta uppstillingarfundi
hjá
Miðflokkinum
í
samband við løgtings-
valið. Men hann er ikki
biðin um at stilla upp og
hevur heldur onga støðu
tikið til, um hann fer at
gera tað.
– Men eitt er púra
greitt, sigur hann, at fari
eg at stilla uppaftur,
verður tað fyri Mið-
flokkin. Hasar søgurnar
um, at eg skal fara upp í
Sjálvstýrisflokkin, hava
einki upp á seg.
Eisini veðrur gitt, at
fyrrveraandi sjálvstýris-
maðurin, Lasse Klein,
fer at stilla upp aftur fyri
Sjálvstýrisflokkin, eftir
at hann seinast stillaði
upp fyri Kristiliga Fólk-
aflokkin, sum ikki fekk
umboð á tingi.
Men Lasse Klein sigur
stutt, at hann er farin
burtur úr politikki, og í
løtuni ongar sum helst
ítøkiligar ætlanir hevur
um at byrja aftur.
Tordur verður
verandi
Ternan I gevst at sigla, tá
Skálafjarðarleiðin er
útlisiterað, og verður avloyst
av eini tvíkilju
C
M
Y
K
7
6