Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Una Petersen av Tvøroyri starvast í handlinum “Mi Casa”, sum liggur á tí snotuliga torginum við tí kunstiga himmalhválvinum í Aquadome-høllini hjá Lalandia. – Mítt starv í høvuðsheitum er at selja klæðir, bæði barnaklæðir og vaksnamannaklæðir, greiðir Una Petersen frá. Tað eru bert fýra mánaðir síðani Una kom í starv hjá Lalandia. Una og hinar í handlinum høvdu nógv at reika fyri, áðrenn klárt var at byrja virksemi hjá Mi Casa. Una heldur, at tað er rættiliga sermerkt at arbeiða á tí serliga innandura torginum við tí serliga kunstiga himmalhválvinum, men tað er ljóst og gott inni í krambúðini, og tí hevur hon ikki nakran ampa av serstøku ljósviðurskiftunum, sum eru á torginum í Aquadome-høllini. – Hetta er sum at vera sunnanfyri um kvøldið, sigur Una brosandi. Tær hava úr at gera, tí nógv koma inn í Mi Casa, og er eisini javnan, at Una hittir føroyingar, sum hava leitað sær inn í krambúðina. Serligt te og kaffi Mi Casa selur kortini ikki bara klæðir. Krambúðin selur eisini brúkslist. – Her er alt frá koppum til prýðislutir, sukurláta, gimsteinar, te, kaffi, og krydd av ymiskum slagi, greiðir Una frá, sum eisini staðfestir, at talan er um merkisvørur. Una peikar á úrvalið á hillunum, og vit kunnu skjótt staðfesta, at har alskyns sløg av kaffi, grønt te, hvítt te. – Vit hava enntá nakað sum eitur “náttte”, sum ein kann drekka um náttina. Búð í Billund síðani 1981 Una trívist væl í Billund, og hevur hon búð í miðjútska býnum síðani 1981. Í Billund kommunu búgva umleið 8.000 fólk, millum íbúgvarnir eru eisini fleiri føroyingar, sum Una hevur samband við. Una heldur, at Billund hevur alt tað, sum krevst fyri at kunna trívast, bæði tá tað kemur til skúlatilboð, handilstilboð, matstovutilboð, frítíðartilboð o.a. sum krevst fyri at trívast á einum staði. – Og so hava vit bæði floghavn, Legoland og Lalandi, so her er bara alt, slær Una frá. Hon vil viðmæla føroyingum at vitja Billund, og hon væntar at síggja fleiri føroyingar inni í Mi Casa í summar. Stóra summarkappingin hjá Sosialinum Send inn og vinn nógvar flottar vinningar Summarkappingin '09 VINN FERÐASEÐLAR Tel 34 10 00 atlantic.fo Melda teg til Club Atlantic og og fá sertilboð sendandi við telduposti Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Melda til á: www.atlantic.fo Vika 24: Leiðin til Billund 8 síður við spenn­ andi tilfari um summar Føroysk kramba kvinna í Lalandia