fríggjadagur 12. juni 2009síða 42
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 109 • 11. juni 2009
2
Anna Maria Kvist, tíðindaleiðari hjá
Legolandi greiðir frá: Vit hava leingi
spælt okkum við tankan, um at gera
tað til eina heilt serliga uppliving at
búgva á Hotel Legolandi. Tað skal
kennast sum um ein býr í sjálvum
Legolandi. Heilt til børnini fara í
song, skulu tey hava kensluna av,
at tey búgva í sjálvum Legolandi.
Tí hava vit gjørt 29 spildurnýggj
kømur í vetur, sum hava eitt
ævintýrskent snið, greiðir Anna
Maria Kvist frá. Stóru kømurini
hava eina barnaseksjón við nøkrum
koyggjusengrum. Í tí eina kamarinum
er ein vælgjørd legoslanga, sum
er gjørd við gulum og svørtum
legoklossum. Og í hvørjum kamari er
eitt legodjór av onkrum slagi.
Eitt slag av list
Spurd um ein kann loyva sær at
siga, at mongu legofigurarnir kring
alt Hotel Legoland eru eitt slag
av list, svarar Anna Maria Kvist:
- Ja her í Legolandi hava vit 12
modeldesignarir, sum brúka alla sína
orku til at byggja við legoklossum,
og hesi fólkini eru sanniliga listafólk
á sínum øki. Eg havi enn ikki hoyrt
um, at tey hava fingið eina uppgávu,
sum tey ikki klára at loysa. Og eg
eri eisini so hugtikin av, at tey eisini
megna at gera lutir, sum eru heilt
rundir, við legoklossum. Men tey
megna at framleiða nakrar ógvuliga
náttúrutrúgvar lutir.
Ymisk tema
Á Hotel Legoland hava tey valt at
hava ymisk tema, sum eru fyri bæði
kynini. – Fyri genturnar hava vit
gjørt nøkur ordan prinsessukømur,
og tá er talan um eitt ljósareytt
paradís fyri smágenturnar. Har er
himmalsong, prinsessukrónur, og
alt tað sum hoyrir til dreymin hjá
tí lítlu gentuni. Vit hava eisini gjørt
nøkur ordilig dreingjakømur, sum
t.d. sjónarænarakømur, har ein
kennir, at ein býr umborð á einum
sjórænaraskipi. Og har eru nógvir av
teimum lutunum, sum eru umborð
á einum sjórænaraskipi, so børnini
kunnu spæla líka til tey fara í song,
greiðir Anna Marie Kvist frá.
Børnini í fokus
Tað verður ikki bara arbeitt við tí
sjónliga, ljóð hevur sín stóra leiklut á
Hotel Legolandi. – Tá barnafamiljan
t.d. kemur inn til okkara nýggju og
stóru móttøku, so kann ein síggja
ein risastóran legodreka, sum júst er
klatraður upp gjøgnum ein brunn.
Annan hvønn minutt gevur drekin
ljóð frá sær, og av og á kemur eisini
roykur frá drekanum, og hetta er
nakað sum børnunum veruliga
dámar, staðfestir Anna Maria Kvist.
Spurd um hvussu tey vaksnu trívast
á Hotel Legolandi, svarar Anna
Maria Kvist: - Vit hava sjálvandi verið
ógvuliga spent uppá hvussu tey
vaksnu fóru at trívast her, aftaná tær
stóru broytingarnar vit hava gjørt
í vetur, men higartil hava vit bara
fingið jaligar afturmeldingar frá bæði
børnunum, og teimum vaksnu. Tá
børnini trívast, so trívast foreldrini
eisini. Børnini eru sjálvsagt í fokus
her, men tað skal eisini vera okkurt
fyri foreldrini. Har sum matstovurnar
eru, har hava vit nøkur spæliøki,
har børnini kunnu spæla, meðan
foreldrini so kunnu fáa tíð til at njóta
ein góðan bita.
Skattaveiða
Skipað verður eisini fyri einari
skattaveiðu, tá børnini koma til Hotel
Legoland. – Tá børnini koma inn í
kamarið, so skulu børnini beinaveg
í holt við at nærgranska serligu
kømurini. Vit leggja eitt skattakort
á pútirnar hjá børnunum, og hartil
nakrar litblýantar, og so er meiningin,
at børnini skulu fara á skattaveiðu
inni í kamarinum. Børnini skulu loysa
nakrar uppgávur, og megna tey at
loysa uppgávurnar, so fáa tey nakrar
kotur, sum tey skulu brúka, til at
lata upp skattakistuna, sum er inni
í kamarinum. Niðri í skattakistuni
liggur sjálvsagt ein skattur, sum
børnini eiga, tá tey hava funnið
hann. Og eg fari ikki at avdúka hvat
skatturin er, tað mugu børnini sjálv
finna út av, tá tey koma til Hotel
Legoland.
Hotel Legoland
ger ein góðan figur