fríggjadagur 12. juni 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 • 12. juni 2009
Vikuskifti
7
um heimalívið, men hann hevur
víðkað hesar frásøgumerktu
myndirnar við øðrum meira
dekorativum myndevnum. Hetta
er galdandi fyri teir mongu
grínandi skøltarnar, sum lista
maðurin hevur valt at málað
einamest av tí einfaldu orsøk,
at honum dámar vakra formin
á menniskjaliga skallanum.
Myndirnar eru allar pastost
málaðar við nógvum, tjúkkum
løgum av máling, meðan
myndevnið oftast er ógvuliga
einfalt. Í summum myndum
sameinir listamaðurin tað dekora
tiva og tað narrativa, eitt nú í
myndini “Gul bygd”, har Hanni
Bjartalíð um somu tíð vísir til og
endurnýggjar klass iska føroyska
bygdamyndevnið.
Føroysk list kolldømd
Tey eru ikki tespilig, ummælini,
sum føroysk listafólk hava fingið
niðri í Danmark í seinastuni.
Fyrst var tað skarprættarin á
Informatión, tann trendy lista
samlarin Michael Jeppesen, sum
so at siga legði linjuna, tá hann
við støði í framsýningini “Natúr
ligvís” kolldømdi alla føroyska list
(uttan Zacharias Heinesen!), tá
hann staðfesti, at grundir eru til,
at føroysk list ikki er kend uttan
fyri Føroyar.
Og herfyri var tað freelance
ummælarin, akademikarin Torben
Sangild, sum í mong ár hevur
ummælt tónleik, sum í Politiken
gav okkum av grov fíluni í ummæli
av framsýningini "Færøsk sam
tids kunst" á Bryggjuni við at
sammeta føroysk listaverk við
verk, ið eru at finna á einum og
hvørjum kvøldskúlaskeiði. Eitt
ummæli er bert ein meining.
Hendan meiningin fær kanska
eina breiðari eksponering enn
aðrar meiningar, men framvegis
er hon bert ein meining, sum
lesararnir
kunnu taka støðu til. Men mong
hava øst seg um ummælið hjá
Sangild, sum er ørkymlandi, tá
hugsað verður um, at nøkur av
okkara bestu listafólkum luttóku á
teirri um mældu framsýningini.
Í staðin fyri at harmast skulu vit
kanska gleðast um atfinningarnar.
Eg vil til ein og hvørja tíð heldur
hava erligar ákoyringar enn tey
deymutu føroyavinaligu um
mælini, sum altíð vóru prinsipielt
positiv á teirra serliga, eitt
sindur niðurlátandi hátt við støði
í romantiseraðu og stereotypu
ímyndini av føroyingum sum eitt
primitivt náttúrufólk. Føroyingar
eru komnir víðari, og tað eru
okkara listafólk sanniliga eisini,
tó at vit møguliga ikki duga so
væl at gera vart við hetta.
Eitt nú er listamaðurin Marius
Olsen (sum var ein teirra,
ið funnist varð at í ummæli
Sangilds) í sínum verkum bæði
metalistarligur og filosofiskur,
sum eg veit ikki hvat. Hansara
myndir eru intertekstuellar ella
sipa til aðrar myndir, eins og tær
ofta innihalda myndir í myndini
osfr. Hetta er bara ikki nakað,
sum Marius ger serliga nógv burt
ur úr í heitum sínum, sum ofta eru
rættiliga ítøkilig og beint fram.
Vantandi kunnleiki til
føroyska myndlist
Uppgerðin við “Færøkunst”
er óivað tiltrongd, men tað,
vit nú hava sæð av donskum
ummælum, er tíanverri merkt av
vantandi kunnleika til føroyska
list, sum helst er úrslitið av
vantandi áhuga, ið aftur kann
hanga saman við mongdini av
vánaligari føroyskari list, sum
hevur verið eksporterað til
Danmarkar millum ár og dag.
Alt hetta úrslitar í, at tað gerst
í lagi at spilla føroyska list út í
ummælum, har tað verður siktað
sum í blindum. Tú skalt í øllum
førum vera starblindur fyri ikki
at fata poetiska lættleikan og
listarligu tyngdina í verki Anker
Mortensens (eisini ein teirra, ið
funnist var at í nevnda ummæli).
Sum rákið hevur verið seinastu
árini, er abstrakt myndlist
rættiliga ómoderna, (eitur tú ikki
Per Kirkeby og framsýnir á Tate
Modern í næstum), og sum tað
sær út í løtuni, er føroysk list
eisini ómoderna í øllum førum
millum ummælarar í Keyp
mannahavn. Hesum kunnu vit
tó liva við, so leingi vit hava
framúr listafólk sum tey, ið sýna
fram á framsýningini "Býarløg"
og tey omanfyri nevndu, eins og
Trónd Patursson, Tórodd Poulsen,
Arnold Vegghamar, Rannvá
Kunoy, Zacharias Heinesen og
Torbjørn Olsen fyri bert at nevna
nøkur – har eru mong onnur.
Tað, okkum vantar, er tað, sum
eigur at vera rundan um listina,
t.d. kompetenta listaformidling
og listakjak, ið kann hækka støðið
ikki á listini, men á føroyska
listatilvitinum. Hetta hevði óivað
heilt av sær sjálvum ført við
sær fjølbroyttari listatilgongdir,
herímillum eisini meira av
konseptlist. Tað, sum krevst,
umframt útbúgvingar møguleikar
her á landi, er heilt einfalt, at
fólk við rættum førleikum verða
sett í rættan sess allastaðni, har
listin verður viðgjørd, stuðlað og
formidlað.
Framsýningin »Býarløg« í
Müllers Pakkhúsi í Havn er
opin fram til 18. juni 2009
dagliga frá klokkan 14:00 til
17:00. Tað er Inger Smærup
Sørensen, list frøðingur,
sum hevur kuraterað
framsýningina
Ein nærmynd av fabulerandi
myndunum hjá Anker Mortensen
Myndirnar hjá Anker Morten sen eru næstan sum ein listar ligur biðimúrur at sjá
Tvær myndir hjá Anker
Mortensen
Hanni Bjartalíð. Myndir við
jarðsambandi
Hanni Bjartalíð moderniserar klassisk myndevni
Poetisku húsini hjá Hanna Bjartalíð