Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2009 lýsingar 7 www.naerverk.fo Arbeiðsøki Fíggjarstjórastarvið er eitt nýupprættað starv í Nærverkinum. Sum fíggjarstjóri hevur tú beinleiðis tilvísing til Mary í Garði, stjóra, og tú verður partur av leiðslutoyminum. Fíggjarstjórin fær ein stóran leiklut í almennu vælferðini. Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Títt arbeiðsøki verður avbjóðandi og vítt- fevnandi. Tú skalt kunna hava nógvar bóltar í luftini í senn. Og tú skalt duga at halda høvdið kalt, tá á stendur. Uppgávurnar spenna allan vegin frá fíggjarlógararbeiði, fíggjarstýring og fram- rokningum til ráðgeving og vegleiðing internt og eksternt og íverksetan av broytingum og nýggjum tiltøkum. Tú fært dagligu ábyrgdina av fíggjar-, roknskapar- og lønarviðurskiftunum í Nærverkinum. Fíggjarstjórin skal taka sær av umsiting av rakstrargøgnum og felags innkeypi. Og tað verður tú, ið skal samráðast um rakstraravtalur og keypsáttmálar og umsita hesi. Játtanin til Nærverkið telist millum landsins størstu. Tað krevur hollan fíggjarligan kunnleika. Góð samstarvsevni eru neyðug, tí kábalin skal ganga upp. Við uml. 1400 starvsfólkum er Nærverkið Føroya størsta arbeiðspláss. Nærverkið er ein landsstovnur, og fíggjarstjórin kemur at hava sítt dagliga arbeiðspláss á Meginskrivstovuni, ið liggur á Argjum. Vit vænta, at tú hevur: · Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand.polit., cand.merc. ella cand.oecon. · Viðkomandi starvsroyndir innan fíggjarviðurskifti · Viðkomandi leiðsluroyndir · Kunnleika til almenna fyrisiting · KT-kunnleika · Hollan málsligan førleika Setanarviðurskifti: Setanarøkið er Nærverkið umframt Almanna- málaráðið við stovnum. Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins, umframt 15% í eftirløn, men uttan at talan er um tænastumannastarv. Setanar- treytir annars verða ásettar í sersáttmála. Tann, sum sett/-ur verður, má tola broytingar í starvsinnihaldinum. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Send umsókn við avriti av prógvum og viðkomandi skjølum til: Nærverkið Stílað: Mary J. í Garði, stjóri Argjavegur 26, Postsmoga 3037 110 Tórshavn Vilt tú vita meira um starvið, skalt tú venda tær til Mary J. í Garði, stjóra á tel. 36 00 00. Umsóknarfreist: Fríggjadagin 10. juli 2009. 500 mió. krónur, sum skulu fíggja eldrasambýli, rakstur av røktarheimum, heimarøkt, sambýli fyri menningartarnað, vardar verkstaðir, tænastur til sálarsjúk og lønarútgjaldingar til øll 1400 starvsfólkini, ið starvast kring alt landið. 500 mió. krónur, sum skulu stýrast við størsta hegni og nærlagni. Heilsu- og sjúkrarøktEldrasambýli RøktaRheim HeimaHjálp DagtilhalDØkisterapi Bústovnar Vardir Verkstaðir Virknishús Umlættingarstovnar Sambýli fyri menningartarnað TænasTur Til sálarsjúkheimarøkt Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 36 00 00, Faks 36 00 01, naerverk@naerverk.fo 500 milliónir krónur Nýggi fíggjarstjórin í Nærverkinum skal stýra hesari upphædd. Er tað tær, vit leita eftir? Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru tríggjar deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan og Stuðulstænastan. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. sansir.fo BYGMA BALSLEV SØKIR... Starvsfólk til nýggju Handverkarabúðina Sum heitið sigur, er hetta ein nýggjur handil, ið vendir sær beinleiðis til handverkaran. Tú skalt vera ágrýtin og hugagóð/ur og hava góð samstarvsevni, bæði viðv. arbeiðsfeløgum og kundum. Best er um tú hevur hóskandi útbúgving, ella drúgvar royndir. Lønin verður ásett eftir avtalu. Bygma Balslev kann bjóða tær eitt gott, trygt starv, við góðum arbeiðsfeløgum, og góðum umstøðum annars. Ljóðar hetta áhugavert, so er at senda umsókn sum skjótast, og viðhefta avrit av møguligum prógvum og viðmælum. Umsóknarfreistin er 30. juni 2009 Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Eyðun Hansen (eh@balslev.fo) Bygma Balslev - Vegurin Langi - 188 Hoyvík - tlf. 345000 Bakara lærlingur Hoyvíksvegur 65 100 Tórshavn Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakarayrkið, hava vit eitt lærupláss leyst at søkja. Bakaríið Grón hevur eina sera fjølbroytta framleiðslu innan alt bakarahandverk, har tú kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðsum­ hvørvi saman við nógvum røskum fólki. Bakaralæran er ein fjølbroytt út­ búgving, ið gevur fleiri framtíð­ armøguleikar. Nøkur velja at halda fram, har tey hava lært, meðan onnur vilja royna okkurt annað. Eitt nú starvast fleiri bakarar umborð á cruiseskipum, í oljuvinnuni og innan hotelvinnuna. Bakaralæran gevur eisini møguleika fyri víðariútbúgving til m.a. mat­ vørutøkning. Lærutíðin til bakara er 3 ár og 7 mðr., harav 38 vikur á tekniskum skúla í Danmark. Ætlanain er, at tú skal byrja skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara á tlf 312161 (gerandisdagar kl.10­15) . Eisini kanst tú senda umsókn á e­post: sveinur@gron.fo