fríggjadagur 12. juni 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 • 12. juni 2009
Vikuskifti
6
Framsýningin “Býarløg” hjá
Hanna Bjartalíð, Anker Morten
sen og Hansinu Iversen í Müllers
Pakkhúsi hevur rætt og slætt tað,
sum skal til, fyri at ein framsýning
eydnast til fulnar. Hon er poetisk,
undur vøkur og so vekir hon eisini
viðkomandi undran hjá áskoð
aranum, sum samstundis kann
fegnast um, at tað eyðsýniliga
stendur betri til við føroysku
listini, enn danskir ummælarar
fyri tíðina vilja vera við.
Rúmlig avbjóðing
Tá tað nú eru trý av okkara bestu
listafólkum, sum sýna fram, er
tað ikki so nógv tað høga góðsku
støðið, men meira handfaringin
av framsýningar hølunum, sum
kemur óvart á. Tí Müllers Pakkhús
er ikki lættasta hølið at fáast
við, tá talan er um uppheinging
av listaframsýn ingum. Rúmið
er so nógv í sær sjálvum við
skeiv um vinklum og imponerandi
grótveggjunum, sum skjóta seg
fram og aftur í rúminum, og
hetta elvir lætt til trupulleikar,
tá listaverk skulu plaserast. Á
onk rum framsýn ingum í Müll
ers Pakkhúsi hava vit sæð
fríttstandandi upp hangs talvur,
sum møguliga eru praktiskar,
men sum jú fullkomi liga fjala
vakra rúmið. So er betri at síggja
eina framsýning sum hesa, her
verkini spæla framúr væl saman
við hølinum, og tú eisini fært
eina kenslu av, at hølið er ein
umráðandi partur av sjálvum
hugskotsgrundarlagnum undir
framsýningini.
Uppheingingin av verkunum
hjá teimum trimum listafólkun um
er ymislig og væl hugsað bæði
í mun til heildina og einstøku
listaverkini, sum, tó at tey eru
rættiliga ymisk, hanga væl
sam an í eini heild í samskifti við
hvørt annað; stóru myndirnar hjá
Hansinu Iversen, sum hanga á
endavegginum eitt gott petti út
frá sjálvum múrinum og smáu
myndirnar hjá Anker Mortensen,
ið eru settar inn í tann óslætta
grótveggin og so myndirnar og
objektini hjá Hanna Bjartalíð, ið
á ymsan hátt standa og liggja á
gólvinum og á plattum.
Tað stórbæra, tað inni
liga og tað eyðmjúka
Sum sansaligar ovursjónir hanga
myndirnar hjá Hansinu Iversen
á endavegginum og lýsa móti
áskoðaranum, tá hann trínur
inn í rúmið. Hansina Iversen er
nógv broytt, síðani eg seinast
sá hennara myndir og til ber at
staðfesta, at hon aftur hevur flutt
seg nógv, eisini í mun til fyri
myndir sum Mark Rothko og Ninu
Roos.
Myndirnar eru enn nonfigura
tivar við rundleiddum formum,
og listakvinnan fæst enn við
rúmdina í myndunum, ið gerst
alsamt meira víðkað og saman
sett. Men í mun til áður tykjast
nýggju myndirnar heldur flatari
við meira eindimensionalum
formum, ið breiða seg um allan
myndaflatan. Litirnir eru gløðandi
heitir, myrkt brúnt við einum
næstan ósjónligum bláum farra,
ið svalir og javnvigar í mun
til tann appilsingula og reyða
litin vinstrumegin í myndini. Í
miðgrundini liggur ein heitur
sóljugulur, rundleiddur formur á
skák í spenta myndarúminum,
ið tykist vera á tambi sum beint
áðrenn eina spreinging av onkrum
slag.
Sami áhugin fyri tí organiska,
livandi vøkstrinum hómast
somuleiðis í smáu myndunum hjá
Anker Mortensen, tó at tær eru
púra ymiskar í mun til mynd irnar
hjá Hansinu Iversen í innihaldi,
estetikki fyri ikki at tala um stødd.
Smáu støddirnar draga áskoðaran
tætt at mynd unum og geva eina
inniliga uppliving, sum eisini ber
brá av mystikki og átrúnaði, til
dømis í fleiri av træmyndunum,
ið sipa til gamlar halgimyndir
(ikonir). Myndevnini eru rættiliga
ymisk, men í fleiri myndum
hómast eitt landslagsskapilsi,
sum á abstrakt an, fabulerandi
hátt tykist bera fram kenslur
av eydnu, lættleika og einum
eyðmjúkum og enda leysum
takksemi. Anker Morten sen er í
sínum myndamáli ikki óskyldur
Ingálvi av Reyni í teimum rørandi
einfaldu vatnlita myndunum, sum
Ingálvur málaði tey seinnu árini.
Endurnýggjað
bygdamyndevni
Teir smáu húsaskulpturarnar
hjá Hanna Bjartalíð kenna vit
aftur frá Heystframsýningini í
fjør, men nú hevur listamaðurin
skapað fleiri av hesum sermerktu
standmyndunum, ið eru so
originalar og fínar, at um Lista
savnið ikki rennur oman á leistum
í Müllers Pakkhús at ogna sær
nakrar, ja so skilji eg einki.
Hetta er forrestin eisini galdandi
fyri hini bæði listafólk ini – og
nú verður eisini betri pláss
í Listaskálanum, nú Graf iski
Verkstaður Føroya er fluttur oman
á Skálatrø.
Tað er okkurt barnsligt og frítt
yvir húsaskapilsunum hjá Hanna
Bjartalíð, ið minnir um kroysur
nar, børnini plagdu at byggja
fyrr. Samstundis er eingin ivi
um, at tað er ein vaksin lista
maður, ið stendur aftan fyri tær
mongu detaljurnar sum til dømis
glasvindeygu og gardinur, eins
og tær poetisku litsamanseting
arnar geva okkum varhugan av
eini kenslubornari listamannasál.
Myndevnisringrásin hjá Hanna
Bjartalíð hevur ofta snúð seg
Framsýningin »Býarløg« er poetisk og
undurvøkur og prógvar týðiliga, at tað
stendur betur til við føroysku listini, enn
danskir ummælarar vilja vera við í løtuni
Rúmið og ljósið spælir saman við verkunum
Sansaligar ovursjónir
hjá Hansinu Iversen
»Eg vil til ein og hvørja tíð hel
dur hava erligar ákoyringar enn
tey deymutu føroyavinaligu um
mælini, sum altíð vóru prinsipielt
positiv á teirra serliga, eitt sindur
niður látandi hátt«
Kinna Poulsen
Tá tað
eydnast
Ummæli
Kinna Poulsan