Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 110 • 12. juni 2009 Mest kenda brotsverkið í svensk­ ari søgu – um sæð verður burtur frá Palme­morðinum – fór fram frá 23. til 28. august 1973. Hetta gísladrama er upprunin til kriminalpsykologiska fyribrigdi, Stokkholmsyndromið, sum føroyski tónleikabólkurin, 200, nýtir sum heiti á nýggjari fløgu. Tey flestu okkara hava uttan iva hoyrt hetta heitið nevnt áður, og nógv vita eisini, at hetta stavar frá einari gíslatøku í Stokkholm, men hvat tað var, sum í smálutum fór fram hesar dagarnar í august, vita helst tey fægstu. Við tilfari úr svenska Afton­ bladet og internetsíðum – millum aðrar Wikipedia – skulu vit greiða frá, hvat fór fram hesar seks dagarnar í august 1973. Klokkan var júst farin av 10 fyrrapart hósdagin 23. august 1973, tá Jan­Erik Olsson, vanliga nevndur Janne, kom inn í deildina hjá Kreditbanken (núverandi Nordea) á Norrmalmstorginum í Stokkholm. Ílatin brúnan parúkk, sólbrillum og við brúnkremi á andlitinum tekur hann eina skammbyrsu úr taskuni, skjýtur fleiri ferðir upp í loft og rópar: »Hendan veitslan er bert byrjað!«. Hann tekur eitt radio úr taskuni, setur tað á diskin og skrúvar fult frá. Einki annað ljóð enn rocktónleikur fyllir rúmið, tá Janne biður eitt starvsfólk um at binda tríggjar kvinnur, 23­ára gomlu Kristin Enmark, skrivara, Elisabeth Oldgren, kassadamu (21) og Birgittu Lundblad (32). Aftur skjýtur hann upp í loft og rópar: »Veitslan er bara byrjað«. Loysikrøv Løgreglan er skjót á staðnum. Fyrstir eru Morgan Rylander og Ingemar Warpefeldt, og teir fara inn í bankan. Tá Janne Olsson sær teir spyr hann, av onkrari ókendari grund á enskum, »Are you a policeman«. »Yes, I am«, svarar Ingemar Warpefeldt ovfarin. Tá skjýtur Janne Olsson móti Warpefeldt, rakar hann í hondina og gevur honum mein fyri lívið. Meðan Warpefeldt liggur eymkandi og bløðandi á gólvinum, gevur Janne hinum løgreglumanninum, tí nú ræðslusligna Morgan Rylander, boð um at seta seg í ein stól, har hann biður hann syngja okkurt. Øll eru púra ørkymlað, men tá Janne Olsson veittrar hóttandi við skammbyrsuni, byrjar Morgan Rylander at syngja »Lonesome Cowboy«, har hann situr í stólinum. Mitt í øllum ger ein eldri, væl ílatin maður um seg, og við deyðsforakt fer hann beint móti ránsmanninum. ­ Eg geri ein samfelagsinnsats, halt uppat við hesum tvætlinum, segði hann. Teir báðir løgreglumenninir mugu føra gamla mannin út. Tað er leiðarin fyri harðskaps­ deildini, sum fyrst fær at vita kravboðini hjá Janne Olsson: »Clark Olofsson skal latast leysur úr fongslinum í Norrköping og førast til bankan. Løgreglan skal lata mær tríggjar milliónir krónur, tvær skammbyrsur, skottryggar vestar og ein skjótan bil«. Ringja til Palme Kravboðini verða borin víðari til Olof Palme, forsætismálaráðharra, og Lennart Geijer, løgmálaráðharra, sum velja at eftirlíka krøvunum. Løgreglan førir klokkan fýra seinnapartin sama dag Clark Olofsson í hondjørnum til bankan. Ein bláur Ford Mustang verður parkeraður uttan fyri bankan. Í bilinum hevur løgreglan goymt ein radiosendara so løgreglutyrlur kunnu spora bilin. Kriminalovastin, Håkan Larsson, spyr um loyvi at skjóta brotsmenninar og fær klárboð, men ov seint er. Gíslatakarin, gíslar og Clark Olofsson hava tá forskansað seg í bankahválvinum, har bankaboksirnar eru goymdar. Har inni finna teir bankamannin, Sven Säfström, sum hevði goymt seg har. Hann verður eisini tikin gísli. Dramaið er longu vorðið ein raðsending í sjónvarpinum. Um somu tíð liggur gamli kongurin, Gustaf VI Adolf, fyri deyðanum á Helsingborg sjúkrahúsinum, og tíðindini frá Norrmalmstorginum verða tí vavd inn í viðmerkingar um heilsustøðuna hjá kongi. Stutt undan miðnátt ringir tele fonin á forsætisráð harra­ skrivstovuni hjá Palme. Tað er Janne Olsson. ­ Sleppa vit ikki úr bankanum, verða skjótt eingir gíslar eftir, skrálar hann. Palme hoyrir eitt kvinnuskríggj, og so byrjar ránsmaðurin at telja niður frá tíggju. Janne Olsson hevur tikið kvørkratak á Elisabeth Oldgren. Samrøðan verður avbrotin, áðrenn Janne er liðugur at telja niður. Fyrsta tekinið Dagur tvey byrjar við einari mis skiljing. Løgreglan heldur, at ránarin er horvni brotsmaðurin, Kaj Hansson, og tí hava teir flogið bróður Kaj Hansson frá Skåne fyri at tosa ránsmannin til sættis. Svarið verður ein skotsalva. Kaj Hansson hugnar sær á Hawaii, og tá hann lesur um hendingina í einum dagblaði, ringir hann heim til Svøríkis fyri at avsanna nakran leiklut í brotsgerðini. Hetta førir so aftur til, at hann verður handtikin og sendur heim aftur til Svøríkis. Um 17­tíðina henda næsta dagin fær Olof Palme aftur eina uppringing úr bankanum. Hesaferð er tað gíslin, Kristin Enmark, sum ringir. ­ Eg eri veruliga ógvuliga vónsvikin av tær, Palme. Eg havi verið javnaðarfólk alt mítt lív, og nú haldi eg, at tú situr og spælir við okkara lívum. Eg eri als ikki bangin fyri teimum, ikki á minsta hátt desperat. Kunnu tit ikki lata okkum fara avstað, Clark og ránsmannin? Hetta er fyrsta tekinið upp á tað, sum í øllum heiminum Gisladrama Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Stokkholmsyndromið Stokkholmsyndromið. Hetta kriminal­ psykolog iska heitið eigur sín uppruna í einari gíslatøku á Norrmalmstorginum í Stokkholm, tá 32 ára gamli Jan­Erik Olsson tók fýra gíslar á høvuðs deildini hjá táverandi Kreditbanken. Í miðdepl­ inum av hesi gíslatøku – og annar parturin av upprunanum til Stokk­ holmsyndromið – er tann í Føroyum ikki heilt ókendi Clark Olofsson. Í sambandi við útgávuna av sama navni hjá bólkinum 200 hyggja vit at tí, sum fór fram hesar augustdagarnar í 1973, og hvat tað var, sum skapti umrødda heiti Birgitta Lundblad og Kristin Enmark (høgrumegin) avmyndaðar saman við einum filmsmanni og einum kriminalløgreglu­ manni í 2003. Tað er Kristin Enmark, sum er upprunin til hugtakið Stokkholm­syndromið, tá hon menti verjukendar kenslur mótvegis Clark Olofsson undir Norrmalms gíslatøkuni Clark Olofsson avmyndaður í 2002. Hann hevur sitið meiri enn helvtina av lívi sínum í fongsli, seinast fyri at smugla rúsevni í Danmark, har hann varð dømdur 14 ára fongsul í 1999. Hann var tó leyslatin í 2005, men handtikin aftur 20. juli 2008. Hann fylti 62 1. februar 2009