Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2009 200 fáa arbeiðsboð mánadagin Tey 529 ungfólkini, sum hava teknað seg til at vera við í verkætlanini “Ung í arbeiði” í summar, fáa mánamorgunin at vita frá Tórshavnar kommunu, um tey hava fingið tillutað pláss ella ikki. Hetta verður kunngjørt á heimasíðuni hjá kommununi, www.torshavn.fo. Tey, sum eru so heppin at fáa arbeiðsboð, fara eisini mánadagin at fáa sms-boð á fartelefonina um hetta. - Á heimasíðuni kunnu tey síggja, hvønn bólk, tey eru komin í. Í teimum førum, har bólkaleiðari er settur, kunnu tey eisini síggja tað, men enn eru ikki allir bólkaleiðararnir settir, sigur Tórshavnar Kommuna. Av teimum 529 verða tað umleið 200, sum fáa arbeiðsboð, og tey verða býtt í helvt, so umleið 100 arbeiða í tvær vikur og síðani umleið 100 í aftur tvær vikur. Frá 29. juni til 24. juli verða hesi ungu ein partur av býarmyndini, tá tey fara at fríðka um og gera ymiskt arbeiði runt um í kommununi. Norðurlandahúsið bjóðar nú aftur til bindiskeið. Hesa ferð er tað danska Dorthe Merete Lykke Jensen, ið kemur at vegleiða við japanskum bindieffektum List og handverk Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Í morgin verður skeið í bind- ing í Norðurlandahúsinum. Fyri nøkrum vikum síðan var tað danska móta størnu- skotið, Hans Christian Mad- sen, ið Norðurlandahúsið hevði fingið fatur í. Hesa ferð bjóðar Norðurlandahús- ið føroyingum skeið saman við donsku Dorthe Merete Lykke Jensen. Hon er út- búgvin tekstilsniðgevi á sniðgevaraskúlanum í Kold- ing, og hevur umframt at arbeiða í danska mótaheim- inum, eisini verið í Japan og arbeitt. Við royndum av altjóða mótaheiminum, fer Dorthe Merete Lykke Jen- sen at greiða sínum arbeiðs- hátti, hvussu hon mennir sniðgevingarháttir og mynst- ur, samanseting av tilfari, binditeknikkir og alla arbeiðsgongdina frá fyrstu bindiroynd til lidnu kollek- tiónina. Á skeiðnum í Norður- landahúsinum verður bund- ið við hond. Sniðgevin heit- ir á tey, ið ætla at luttaka, um at hava við sær stokkar og tógv av ymsum tjygdum. Tey, ið luttaka á skeiðnum, skulu sniðgeva spennandi strukturflatur við íblástri frá teimum teknikkum, sum Dorthe gevur gjøgnum skeiðið. Tað kann eitt nú vera binding við skiftandi stokkatjygdum, ella bindi- royndir, sum luttakarar seinni kunnu nýta til klædna- sniðgeving ella til býli. Tilmelding fer fram við at venda sær til Norður- landahúsið. Bindiskeið við íblástri úr Japan Filmsfólkini handan Buzz Aldrin leggja í løtuni seinastu hond á upptøkurnar í Føroyum. Teimum tørvar nú statistar. Millum annað til eina jarðarferð í Saksun Mentan Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Sum nevnt fleiri ferðir fyrr í vár, fara upptøkurnar til ”Buzz Aldrin, hvor ble det av det i alt mylderet?” fram í Føroyum í summarmán- aðunum. Leiklutirnir eru allir settir, bilar eru funnir, og so smátt er klárt at fara undir upptøkurnar. Men nú manglar filmslið- num statistar til ymsu upp- tøkurnar. Nevnast kann, at statistar millum annað skulu nýtast til eina jarðar- ferð í Saksun og til eina upptøku inni á Café Natúr. Eyð Matras, ið samskipar hendan partin av upptøkun- um, sigur at tey skulu nýta umleið 80 fólk, og at tey skulu vera at finna í ald- ursbólkinum 25-70 ár. Brúk er fyri báðum kynum, og væntandi skulu statistarnir nýtast í fleiri upptøkum. Í Saksum verður tikið upp frá 16. juli og fram eftir, og á Café Natúr eftir ólavsøku. Byrjað verður at taka upp 23. juni, og tíðliga í juni mánaði skulu allar upptøkurnar vera lidnar. Tey, ið hava hug at vera statistar í filminum, sum er bygdur á skaldsøguna eftir Johan Harstad, kunnu seta seg í samband við Eyð Matr- as á eymatr@post.olivant. fo við upplýsingum um aldur, kyn, telefon nummar og nær tey eru tøk. Samsýning verður latin statistunum. Statistar til jarðarferð Útgávukonsertin hjá Guðrið Hansdóttir í Sjónleikarhúsinum er útseld. Tí verður eykakonsert tveir tímar seinni, klokk­ an 22 í annaðkvøld tónLeikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Áhugin fyri at hoyra nýggja tilfarið hjá Guðrið Hansdóttir, er stórur. Tað er longu útselt til útgávu- konsertina, sum verður leygarkvøldið 13. juni kl 20. Tí verður eykakonsert seinni sama kvøld, klokk- an 22 í Sjónleikarhúsin- um. Leygarkvøldið klokkan 20 fer Guðrið Hansdóttir at hava útgávukonsert í sjón- leikarhúsinum. Nýggja fløg- an The Sky is Opening kom út síðsta fríggjadag, og hava løgini sum I Defy og Walk With Me verið nógv at hoyrt í Kringvarpinum síð- an fløgan kom út. Leygar- kvøldið fer Guðrið at framføra nýggju løgini, og við sær hevur hon nakrar av landsins bestu tónleikarum. Nevnast kunnu Mikael Blak, Magnus Johannesen, Leivur Thomsen, Líggjas Olsen, Flóvin E. Viderø, Tóri Restorf, Rebekka Blak, Bernharður Wilkin- son, Ása Wraae og Ólavur Olsen. Heiðrik á Heygum fer at hita upp og fer hann at framføra nýggj løg av síni komandi útgávu. Atgongu- merki fáast á MESS skriv- stovuni í Niels Finsensgøtu og í Expert í SMS. Eyka­ konsert við Guðrið