fríggjadagur 12. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 • 12. juni 2009
Vikuskifti
9
seinni verður kent sum
Stokkholmsyndromið – góð
kenslan hjá gíslanum fyri gísla
takaranum.
Ímeðan gongur Clark Olofsson
runt í hválvinum og syngur uttan
íhald sangin hjá Robertu Flack,
»Killing me Softly«.
Nú tekur løgreglan eina av
løgnastu avgerðunum undir
øllum Norrmalmstorgdramainum,
nevniliga at avbyrgja ránsmeninar
og gíslarnar í hválvinum. Hetta
økir intensitetin munandi og førir
til, at Janne Olsson við jøvnum
millumbilum leggur snarur um
hálsin á gíslunum.
Hann tosar við gíslarnar um,
hvør teirra skal doyggja fyrst.
Sven Säfström roynir at verja lívið
hjá kvinnunum og setur upp á, at
ránarin skal skjóta hann fyrst.
Yvirlivilsisstrategi
Clark Olofsson verður sagdur
at vera hann, sum kølir niður
støðuna gjøgnum tey seks
døgnini, tey eru forskansað í
hválvinum, við einari ruskspann
í eina horninum, at gera tað
neyðuga av sær í.
Fjórða dagin hoyrist eitt
skurrandi ljóð inni í hválvinum.
Løgreglan er byrjað at bora.
Knappliga verður bølamyrkt, ein
leidningur er kvettur av.
Tá hol er komið í, lorar
løgreglan eina battarí lampu
niður í hválvið. Telefonin ringir,
Sven Säfström tgekur hana og
skrálar:
Hvat tit so gera, gassið okkum
ikki!
Janne Olsson bindur snarur
og hongur í bankaboksirnar. Við
jøvnum millumbili leggur hann
tær um hálsin á gíslunum.
Gjøgnum holið í loftinum lorar
løgreglan eitt myndatól niður og
tekur eina mynd. Hetta verður til
svenska kriminalsøgu og er mest
sannlíkt ein av heimssøguni best
dokumenteraða mynd av einum
brotsverki.
Deyðaræðslan í eygunum á
gíslunum og staranin av Clark
Olofsson beint inn í myndatólið,
sigur alt um støðuna í hválvinum.
Mánadagin lorar løgreglan
mat og øl niður í hválvið, øl við
svøvnevni í. Men tað varnast
Janne og Clark beinanvegin.
Gíslar og gíslatakarar eru
nú sjóðað væl saman móti
tí, sum tey uppfata sum eina
felags hóttan – løgregluni.
Stokkholmsyndromið verður skapt
og verður eitt heiti í psykiatriini.
Mest ítøkiligu frágreiðingina
hevur Kristin Enmark sjálv givið í
einari samrøðú 20 ár seinni:
At søkja samskiljan í einari
kroystari støðu er ikki so undarligt
– tað er ein yvirlivilsisstrategi.
Dramaið endar
Týsdagin, dag seks, skal dramaið
enda. Borað verður av øllum
alvi, og ljóðið í hválvinum er
øgiligt. Janne Olsson skjýtur eitt
skot gjøgnum eitt av holunum,
tá løgreglumaðurin, Olle Abra
hamsson, skal leggja út yvir
skottrygt glas, fyri á tann hátt at
gera hetta til eitt trygt hyggihol.
Hann verður raktur í hondina og
kjálkan, og yvirlivir bert tí hann
hevur marginalarnar á sínari síðu.
Eftir hetta sprænir løgreglan
inn gass. Teir hava fingið
abolitión frá stjørnini. Tað merkir,
at teir, um teir meta tað neyðugt,
kunnu skjóta og drepa Janne
Olsson og Clark Olofsson, uttan
aftaná at skula forklára seg ella
risikera rættarligt eftirspæl.
Eitt róp hoyrist inni í hválvinum.
Vit yvirgeva okkum. Tramin í
hatta gassið.
Løgreglumenninir Håkan Lars
son og Johnny Johnsson eru
ser vandir til uppgávuna. Báðir eru
til reiðar at storma inn í hválvið
og skjóta frá hond við teim um til
enda málið avsagaðu høgl byrs
unum. Men teir eru róligir. Teir
krevja, at gíslarnir koma út fyrst.
Kristin Enmark vil ikki koma út
at byrja við, hon er rædd fyri, at
løgreglan skal fara illa við Clark
Olofsson. At enda koma gíslarnir
tó út.
Teir báðir løgreglumenninir
fara síðani inn í hválvið, binda
Janne Olsson fastan millum sín
við handjørnum og renna út við
honum. Seinni siga teir, at hetta
varð gjørt fyri at bjarga lívinum
hjá Janne Olsson, tí tað vóru fleiri
løgreglumenn, sum fegnir høvdu
dripið hann.
Úti á Norrmalmstorginum
snara teir runt sum eitt slag av
uppvísningi fyri miðlunum.
Sagt verður, at Kristin Enmark
fleiri ferðir seinni skal hava hitt
Clark Olofsson.
Vit hava hitst av og á. Eg
kenni hansara familju og hann
mína, hevur hon greitt frá í einari
samrøðu.
Rætturin dømdi Clark Olofsson
seks og eitt hálvt ára fongsul
fyri meðvirkan tá mett var,
at hann inni í hválvinum fór í
part við Janne Olsson. Men
málið var torskilt. Hann varð jú
førdur til bankan í hondjørnum
av løgregluni eftir boðum frá
stjórnini.
Blaðmaðurin, Roland Alde
heim, gjørdi 20. mars 1974 við
merkingar til dómin í Expressen
undir yvirskriftini »Clark burdi
longu verið frælsur maður«:
»Við hastiligu og oyðandi
avgerðini hjá stjórnini hevur Clark
Olofsson gjøgnum bankadramaið
og eftirfylgjandi dóminum heilt
óneyðugt mist enn eitt ár av
sínum dýrabæra lívi«.
Svea høvuðsrættur fríkendi
seinni Clark Olofsson heilt.
Kendasta kriminalmyndin nakrantíð. Løgreglan
loraði eitt myndatól niður gjøgnum eitt av holunum
í hválvloftinum og tók hesa myndina. Teir tríggir
kvinnuligi gíslarnir sita hjartkyptir saman, meðan Clark
Olofsson júst kemur til sjóndar