fríggjadagur 12. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 110 - 12. juni 2009
Politikararnir hava
lagt eina lúsa ætlan
fyri, hvussu Føroyar
skulu koma burtur
úr kreppuni. Eftir
mínum tykki, hava
teir boðað frá einum
politikki, har teir
beinleiðis satsa upp
á, at føroyingar skulu
rýma av landinum
og tað er tann
størsta katastrofan
av øllum, sigur
Hermann Oskarsson,
búskaparfrøðingur
Búskaparkreppa
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eftir mínum tykki, eru
føroyskir
politikararnir
beinleiðis farnir at satsa
upp á, at føroyingar skulu
rýma av landinum.
- Og tað er ein lorta
strategi!!!!
Hermann
Oskarsson,
búskaparfrøðingur og fyrr-
verandi formaður í Bú-
skaparráðnum, heldur lítið
um tær ætlanir, sum higartil
hava verið frammi um,
hvussu politikararnir ætla
at stýra Føroyska samfelag-
num ígjøgnum kreppuna,
sum nú leikar á.
Hann sigur, at politikar-
arnir
í
Føroyum
gera
akkurát tað øvugta av tí,
sum teir áttu at gjørt.
Higartil hava vit ikki
fingið nógv at vita um,
hvørjar politiskar ætlanir,
samgongan hevur lagt fyri
ætlaða politikkin tey næstu
árini fyri at koma okkum so
snikkaleys
burtur
úr
kreppuni, sum gjørligt.
Men vit hava í øllum
førum fingið at vita, at
yvirskipaða endamálið er,
at hallið á fíggjarlógini skal
vera burtur um 3-5 ár.
- Hetta eru fullkomiliga
skeiv
signal
at
senda
almenninginum
í
eini
kreppustøðu, sum hesari,
sigur búskaparfrøðingurin.
Hann sigur, at útsøgnir,
sum hesar, kunnu ikki føra
ikki til annað enn at skapa
ótta og stúran og eru við til
at ræða fólk av landinum.
Og hann leggur afturat, at
verður førdi politikkurin,
soleiðis, sum landsins frem-
stu leiðarar hava fráboðað,
fer tað at gera keppuna
nógv djúpari, enn neyðugt.
Búskaparfrøðingurin sig-
ur, at tað, sum fer at raka
føroyska samfelagið harðast
av øllum, er, vissi vit føra
ein politikk, sum fer at reka
fólk av landinum.
Tað, sum hendi í kreppuni
í nítiárunum, var, at tað
almenna skyldaði so nógv,
at vit høvdu ongar møgu-
leikar at læna.
Og tí bar ikki til hjá landi-
num at spenna seg út og
brúka pengar fyri at forða
fyri arbeiðsloysi og úrslitið
var, at túsundtals føroyingar
rýmdu av landinum.
- Avleiðingin av tí, er, at
vit eru bara 49.000 fólk í
Føroyum, men vit kundu
verið 56.000 - 58.000 fólk.
Og tað hevur ómetaligar
avleiðingar fyri føroyska
samfelagið
og
føroyska
vælferð, at vit eru 7.000-
9.000 fólk færri at framleiða
vørur og tænasturm eitt nú
til tey eldru. Tann stóra
vanlukkan er ikki, at vit ikki
hava ráð til eftirlønir. Tann
stóra vanlukkan er, at vit
hava ikki nóg mikið av fólki
til at røkta gomul og sjúk.
Hermann Oskarsson sig-
ur, at eftir hansara tykki er
politikkurin, sum nú er frá-
boðaður undir hesi kreppuni
rætt og slætt kensluleysur.
- Hetta minnir um tann
politikkin, sum vit vórðu
tvingað at føra undir hinari
kreppuni fyrst í nítiárunum,
har løgmaður í veruleikanum
onki fekk gjørt uttan at
ynskja fólki, sum stungu í
sekkin,
góða
ferð
av
landinum.
- Tað er ikki neyðugt í
dag, men tað er tað, sum er
fráboðað. Og eg haldi, at
føroyskir politikarar svíkja
borgaran við at sveiggja við
spariknívinum í hesum,
tíðum.
Nú vita vit ikki, hvat
endaliga úrslitið verður,
men bara tað, at signalini
um sparingar verða send út,
loysir tað ótta á fólk og
órógvar nýtsluna og íløg-
urnar í landinum og tað er
til stóran skaða, fyri ikki at
tosa um hóttandi fráflyting.
Hvør skal bera hallið?
Hermann Oskarsson sigur,
at í eini kreppustøðu, sum
hesari, er ongin ivi um, at
vit koma at hava hall
mótvegis umheiminum.
Tað einasta, sum spurn-
ingurin snýr seg um, er:
Hvør skal bera hetta hallið,
tí tað sigur seg sjálvt, at
onkur skal jú hava tað.
Hann hevur hug at býta
eitt samfelag sundur í trý:
Privatu borgararnir, privata
vinnulívið og teir almennu
kassarnir.
- Privatu borgararnir hava
sína avmáldu tíð á jørðini,
so doyggja vit og so verður
gjørt upp eftir okkum.
Vinnulívið hugsar nøkur fá
ár fram, í tíðina, kanska
eini 20 ár fyri tær mest
framrættaðu fyritøkurnar.
- Men almennu kassarnir
eru her í allar ævir og tí er
tað bara tað almenna, sum
kann átaka sær skuld í allar
ævir. Tað er bara tað al-
menna, sum kann átaka sær
eitt hall og betala tað aftur
yvir tey næstu 100 árini og
tí hevur tað almenna eina
heilt serliga støðu sum
skuldari.
Fyri at sleingja eitt tal út,
er tað einki í vegin fyri, at
landskassin átekur sær eina
skuld upp á eini 10% av
bruttotjóðarúrtøkuni í eitt
ella tvey ár, er tað ein skuld,
sum, sum landið kann
betala aftur tey næstu 20
árini ella longri.
- Men verða tað teir
privatu
borgararnir
og
privata
vinnulívið,
sum
skulu átaka sær ein slíka
skuld, verður tað ein rúgva,
sum rýmir av landinum, tí
tað fer at broyta teirra til-
verugrundarlag so grund-
leggjandi við arbeiðsloysi
og húsagangi.
Hann sigur, at hetta er tann
boðskapurin, sum politikar-
arnir í øllum øðrum londum
senda sínum borgarum.
Sostatt er boðskapurin hjá
politikarum í øðrum londum,
at tað almenna er til reiðar at
átaka sær eina skuld fyri at
tryggja borgararnar.
Tí er tað, at politikararnir
í øðrum londum royna at
sissa sínar borgararar við
boðskapinum um, at teir
skulu kenna seg tryggar, tí
tað almenna skal átaka sær
tað neyðugu skuldina fyri at
stýra ígjøgnum kreppuna.
Tað merkir í veruleikan-
um, at borgararnir sjálvir
skulu betala tað – men bara
yvir nógv longri tíð.
Hann sigur, at soleiðis er
tað, at politikarar í øllum
øðrum londum handfara
eina kreppustøðu upp á.
Púra skeivt
Hermann Oskarsson stað-
festir, at í Føroyum gera
politikararnir akkurát tað
øvugta.
- Tær politisku útmelding-
arnar vit hava fingið higar-
til, tað er neyðugt, at finna
sparingar í landskassunum
tey næstu árini.
- Vit hava fingið at vita,
at hallið á fíggjarlógini skal
vera burtur um 3-5 ár og at
næsta ár skal hallið í øllum
førum
vera
undir
500
milliónir.
- Tað er ein púra skeiv
útsøgn at koma við í eini
krepputíð, sum hesari. Ístað-
in fyri at fráboða sparingar,
áttu politikararnir at boða
borgarunum frá, at teir skulu
kenna seg púra tryggar, tí at
landskassin er til reiðar at
átaka sær so stóra skuld sum
neyðugt
fyri
at
halda
arbeiðsloysinum niðri.
- Hetta er akkurát tíðin, tá
ið politikararnir skulu gera
seg út til at átaka sær skuld
og at brúka pening skilagott
so at so fá sum gjørligt
verða arbeiðsloys.
Hann sigur, at tað er als
ongin
trupulleiki
fyri
almennu Føroyar at átaka
sær eina skuld upp á einar
tvær milliardir tey næstu
fáu árini.
- Tað avgerðina hava før-
oyskir politikarar ikki verið
nóg vaksnir til at taka,
leggur Hermann Oskarsson
afturat.
Ístaðin fyri koma teir við
útsøgnum, sum elva til
óttan og stúran og sum kann
gera sítt til, at fólk fara at
rýma av landinum.
Og tað er ein vanlukka av
dimensjónum.
Hann spyr um politisku
útsøgnirnar kunnu vera eitt
úrslit av at tað er føroyskur
hugburður, at vit skulu
spara og onki skylda.
- Kanska eru vit so
bygdaslig í heimssamfelag-
num, at vit seta tað fremst
av øllum at spara og onki
skylda, hóast avleiðingin
er, at arbeiðsloysið veksur
og at byrðan hjá mongum
verður so tung, at tey
kanska rýma av landinum.
- Kanska duga vit at
síggja avleiðingarnar av
einum slíkum hugsunnar-
hátti. Men so eiga polit-
ikararnir at ganga undan og
vísa á tað røttu leiðina í eini
støðu, sum hesari og rætta
leiðin er ikki at spara.
Hann sigur, at sparingar
fara sum ringar í vatninum.
Koyrir tú minni í hýruvogni
Tað, sum Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur ræðist mest,
er, at politikararnir gera álvara av tí, teir hava hótt við seinastu
mánaðirnar
Satsa upp á at føroyingar
skulu rýma av landinum
Grønland fær barnaumboðsmann
Anda Uldum, sum umboðar flokkin Demokratarnar í tí nývalda grønlendska
Landstinginum, segði í gjár, at hann fer at virka fyri, at Grønland fær ein
barnaumboðsmann. Anda Uldum bleiv ikki valdur í Landstingið á valinum,
men kemur á ting sum varamaður hjá Jens B. Frederiksen, sum verður
landsstýrismaður. Anda Uldum segði við kringvarpið KNR, at hann fer at
virka fyri einum lógarpakka til tey grønlendsku børnini, og at skipanin við
einum barnaumboðsmanni verður ein partur av pakkanum. Uppgávan hjá
umboðsmanninum verður at tryggja rættindini hjá børnum og ungum í
Grønlandi. Svøríki hevur eina tílíka skipan.
Danske Bank størri vinning
Tann størsti danski bankin, Danske Bank, missir framvegis
nógvar pengar, men serfrøðingar siga, at bankin er komin á
botn, og at hann fer at vinna meiri pengar í framtíðini. Greinarar
hava sagt, at Danske Banbk fer ætlandi at missa einar 25 milli-
ardir krónur upp á útlán í ár. Tá søgdu teir, at bankin fer at hava
í mesta lagi 800 milliónir krónur í avlopi í ár, men nú siga teir,
at avlopið verður 2,2 milliardir krónur, skrivar Jyllands-Posturin.
Sambært greinarunum kann Danske Bank framvegis rokna við
at missa nógvar pengar upp á tey privatu viðskiftafólkini
orsakað av arbeiðsloysi og øðrum.
Fyri hvønn einstakan er tað skilagott at spara.
Men fara allir einstaklingar at spara, er tað ein
vanlukka fyri samfelagið. Hermann Oskarsson
sigur, at tað er akkurát tað, sum nú er hent, tí
forbrúkið er nógv minkað. Tí er tað ikki fremsta
skyldan hjá tí almenna at spara enn meir.
Tvørturímóti skal tað almenna traðka í karakter
og brúka pening fyri at forða fyri arbeiðsloysi og
fyri at vekja álit millum borgarar