fríggjadagur 12. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
10
Nr. 110 • 12. juni 2009
Hetta er annar partur úr
ferðafrágreiðingini
Frá vesturlendsku metropolunum
Buenos Aires og Córdoba í stórum
bussum, man ikki sær í Evropa, til
niðurslitnar bumlibussar í Bolivia.
Nú eg eri komin yvir hinumegin
kilensk/boliviansku grensuna
byrjar alt at líkjast meira teimum
nógvu søgunum, man hevur hoyrt
um Suðuramerika. Her er tann
harði veruleikin. Tað er her, man
verður frámældur einsamallur at
fara sum ljóshærdur turistur...
La Paz, Bolivia, miku
dagur 11. mars 2009
*BANG!*
Eg hoyri eitt buldur aftan fyri
meg. Síðani fleiri skot. Eg ivist
onga løtu í, at tey stava frá nógvu
vápnaðu politistunum, eg júst
eri farin framvið. Eg tori ikki at
snara mær á; hvat hendir, um
tey síggja, at eg standi her og
eygleiði teir? Eg seti ferðina upp.
Tori ei heldur at renna. Gangi
bara skjótt, so skjótt, sum beinini
klára at bera meg.
Líka so knappliga sum skotini
byrjaðu, líka so skjótt steðga
tey aftur og La Paz verður aftur
friðarligur. T.v.s. so friðarligur
sum governmentali høvuðs
staðurin í fátækasta landinum
í Suðuramerika kann verða.
Dagurin er skjótt av og eg royni
at fáa nervarnar at slappa av við
at keypa mær ein stóran kúluís
og seta meg ímillum nógvu
bolivianararnar á plássinum uttan
fyri stóru glæsiligu húsunum hjá
forsetanum í Bolivia, Evo Morales.
Eftir nakrar minuttir byrji eg aftur
at hugsa meiri rationelt; tankarnir
verða minni kaotiskir; eg spyrji
meg sjálva, hvat tað var, sum júst
hendi. Hetta fari eg undir ongum
umstøðum at fortelja fyri nøkrum
har heima. Ikki fyrr enn at eg eri
komin heim í øllum góðum. Tað
var jú heldur ikki ætlanin at fara til
óróliga partin av Bolivia, bardagin
í La Paz átti at verið av fyri fleiri
mánaðum síðani.
Eftir at Bolivia misti strond
sína til Kili í einum bardaga fyri
nógvum árum síðani, er alt byrjað
at ganga niður á hondina fyri
gamla inkararíkið. Kilenarar kunnu
framvegis næstan ikki ferðast
runt í Bolivia uttan at skula halda
tjóðskap teirra loyniligan; at
missa einasta vegin til havið og
havríkidømið er ikki júst nakað,
bolivianararnir fara at fyrigeva
teimum innan næstu mongu árini.
Í dag er Bolivia fátækasta
landið í Suðuramerika og hetta
sigur ikki heilt lítið. 64% av
íbúgvum Bolivias liva í ekstr
emum fátækradømi; hesir liva
fyri undir ein dollara um dagin;
stættarmunirnir eru stórir;
leingi hevur alt sæð svart út
hjá fátøku bóndunum. Á flestu
stóru garðunum kring Bolivia
arbeiða upprunaindiánarar sum
skuldstrælir, har stórur partur av
løn teirra fer til at gjalda skuld,
teir hava arvað frá foreldrum og
eldri ættarliðum. Yvirklassin,
harafturímóti, livir eina luksuriøsa
tilveru, ið líkist tilveruni hjá
einum vælhavandi vesturlendingi.
Men, sum søgan hevur lært
okkum, kann hetta ikki halda
áfram í allar ævir. Ein tíð kemur,
tá ið tey fátæku sláa seg saman
og gera uppreistur. Fyri Bolivia
hendi hetta í 2006, tá ið nýggi
forseti Bolivias, Evo Morales,
varð valdur sum fyrsti forseti við
indiánskan uppruna nakrantíð.
Morales varð vónin, øll høvdu
bíðað eftir í so mong ár. Hann var
fyrsti maður, ið tordi at fara undir
eitt stríð ímóti ríku bóndunum.
Hjartamál hansara eru at minka
um stættarmunirnir í Bolivia og
harvið vónandi eisini skapa eitt
betri samfelag fyri øll. Tað er tó
ikki altíð lætt at stríðast ímóti
yvirklassanum, sum hevur átt
allar ognir landsins, so leingi man
kann minnast. Í fleiri mánaðir
varð man frámældur at ferðast
inn í Bolivia, tí bardagarnir í
landsynningspartinum, har megin
parturin av yvirklassanum býr,
gingu so hart fyri seg. Nú átti tað
at verið meira friðaligt í økinum...
Nervarnir hava tað betur nú og
eg haldi, at eg havi fingið dirvi til
at fara heim aftur til hostellið at
leggja meg, hóast klokkan enn
ikki er vorðin átta. Eg hevði fyrsta
bolivianska busstúr mín í nátt
norður til La Paz úr Uyuni; tað var
ein uppliving. Eftir at hava goldið
ein feitan yvirprís fyri bussin (tað
var sjálvandi ikki sami bussurin,
sum reklamerað var fyri á myndini,
tá ið eg keypti billettina, sum tann
bussurin eg skuldi avstað við),
hevði eg ein langan bumlitúr fyri
framman við einari svøvnleysari
nátt, har vit fleiri ferðir noyddust at
fara úr bussinum fyri at hjálpa til
við at skumpa hann upp úr móru,
og har mánin og stjørnurnar vóru
einastu ljósini á staðnum – júst
sum í filmunum. Tað fyrsta, eg sá,
tá ið eg í morgun kom til hostellið í
La Paz, var eisini, at tey strangliga
frámæla fólki at fara við bussi
suðureftir til Uyuni vegna veður.
Nice!
Copacabana, hós
dagur 12. mars 2009
Tá ið eg í 2007 var íðin studenta
skúlanæmingur, brúkti eg
meginpartin av frítíð mínari til
at arbeiða hart við at útbreiða
kunnleikan um studentahjálparf
elagsskapin Operatión Dagsverk
og táverandi verkætlan hjá
felagsskapinum í La Paz partinum
av Bolivia. Eftir óteljandi greinar,
útvarpssamrøður og fyrilestrar
kendist tað næstan eins og, at eg
sjálv hevði verið í La Paz og sæð
Í verkum sínum skrivaði argentinska fólkahetjan Ernesto Guevara (vanliga
nevndur “el Che”), at kollveltingarligi íblástur hansara stavaði frá longu
ferðum hansara kring Suðuramerika. Tá ið eg sjálv ferðist úr vestur
lendsku londunum Argentina og Kili og upp ígjøgnum fátækastu londini í
Suðuramerika, Bolivia og Peru, skilji eg hugsanirnar hjá tí kenda Che. Ber
tað til ikki at fáa hug at kollvelta heimin á einari ferð sum hesari?
Samrøða
Annika Hedegaard
Isfeldt
Í fótasporum
Che