Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2009 Hermann Oskarsson sigur, at bæði OECD, Heimsbankin, IMF og ES hava øll givið sínar metingar um støðuna og, hvussu kreppan fer at laga seg tey næstu árini. Øll eru at kalla samd um tað stóru linjurnar, hóast tað eru nakað ymsar meiningar um smálutirnar. - Øll eru samd um, at tað fer at ganga heilt illa, tí vit fara at fáa eitt beinleiðis fall í BTÚ, altso framleiðslu og virðisøking upp á eini 3% og tað er ikki hent seinastu 60 árini. Metingarnar vísa, at í ár og næsta ár, fara almennu kassarnir í summum londum kring okkum at hava hall upp á 10-15% av brutto- tjóðarúrtøkuni. Tað svarar til einar tvær milliardir í okkara støðu og tað er nógvar ferðir verri enn støðan veruliga er hjá okkum. Hermann Oskarsson sigur, at okkara hall hjá almennu kassunum líkist tí í Danmark og øðrum londum í Evropa, har tað í veruleikanum gongur hampiliga væl. Har er hallið eini 4%-5% av bruttotjóðarúrtøkuni og hallið hjá okkum er á ongan hátt nakað ógvusligt. Hann leggur afturat, at harafturat eru Føroyar í teirri hepnu og góðu støðu, at vit hava onga almennu skuld yvirhøvur. - Sostatt hava vit onki at stúra fyri, tí føroyski landskassin er ógvuliga væl fyri at átaka sær ta skuld, sum er neyðug fyri at forða fyri arbeiðsloysi og fráflyting. Hann sigur, at tað er ómøguligt at siga nakað um, hvussu djúp krepp- an verður. Eitt nú hevur fiskiskapurin ógvuliga nógv at siga. Men vit mugu taka støði í frá teirri støðu, sum er nú og tað er, at botnfiskurin sær ikki væl út, men at alingin er nokk so væl fyri. - Tí sær støðan miðal vánalig út. Tað sær ikki gott út, men heldur ikki katastrofalt. Men tað, vit allarminst hava brúk fyri, er, at tað almenna førir ein afturhaldspoli- tikk, sum ger kreppuna djúpari enn neyðugt. Sjálvur væntar hann, at arbeiðsloysi í byggi- vinnuni og tænastuvinn- uni fer at veksa. Men nógv er treytað av, hvør politikkur verður førdur og tað er fremsta upp- gávan hjá tí almenna at forða fyri arbeiðsloysi. Men tað sær ikki út til, at politikararnir reiðiliga hava fatað tað, hóast vit í Føroyum eru væl fyri í so máta, tí vit skylda onki, at tað setir okkum í eina nógv betri støðu enn nógv onnur lond. Í sambandi við áleikandi kreppuna, hava landsins fremstu politikarar sett sær fyri at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur um 3-5 ár. Men teir hava eisini tosað um, at vit hava eitt bygnaðarligt hall, sum skal burtur upp á 3-5 ár. Hetta hevur Hermann Oskarsson, búskapar- frøðingur, eisini hoyrt. Men hann skilir tað ikki, tí hann veit ikki, hvat politikararnir meina við. Og hann staðfestir, at politikararnir vita ikki sjálvir, hvat teir tosa um. - Tað er ongin, sum veit um vit yvirhøvur hava eit bygnaðarligt hall á fíggjarlógini, tí tað er ongin, sum nakrantíð hevur roknað tað út, sigur hann. - Kortini tosa føroyskir um at vit hava eitt bygnaðarligt hall, sum má burtur. - Sjálvt um eitt bygn- aðarligt hall kanska ljóð- ar fínari enn enn vanligt, hall, so er tað ongin, sum veit, hvat tað er. Hann heldur, at hetta er eitt mótaorð, sum politikarar eru farnir at brúka fyri at ræða fólk og fyri at rættvísgera tann afturhaldspolitikk, teir hava fráboðað. Sjálvur er hann ikki vísur í, at vit hava eitt bygnarligt hall. Hann minnir, at tað almenna fevnir ikki bara um fíggjarlógina og lands- kassan, men eisini um ALS og eftirønargrunnin og aðrar grunnar, sum flóta í pengum. Hann sigur, at útgrein- ingin av einum bygnaðar- ligum halli er eitt sindur flótandi. Men hann lysir hug- takið við einum dømi: 2006 var eitt sera gott ár. Vissi tað almenna onki avlop hevði átt slíkt ár, kundu vit tosa um eitt bygnaðarligt hall, tí tíðir- nar vóru so mikið góðar, at tað almenna átti at havt avlop. Sostatt er tað bygn- aðarliga úrslitið tað, sum vit áttu at havt av halli ella avlopið, alt eftir, hvussu tíðirnar eru. Hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við at rokna tað bygnaðarliga hallið út, men enn er tað so ongin, sum veit, hvat tað er. Hann leggur afturat, at døpru útsøgnirnar frá politikarunum eru ein orsøk til, at forbrúkið er minkað so nógv, tí ongin torir at keypa nakað, seta búgv o.s.fr. og tað hevur elvt til arbeiðsloysi. Tosa í blindum Kann ganga heilt galið er tað onkur hýruvogns- koyrari, sum missur arbeiði. So má hann eisini spara og fær ikki ráð at keypa klæðir og klippa sær og so missur hárfríðkarin og krambakall- urin starvið. So fáa tey eisini verri ráð og soleiðis enda vit í eini endaleysari, negativari spiral. - Tí er tað í tíðum, sum hesum, at tað avgjørt ikki skal spara at veita tænastur og at keypa tænastur, tvørt- ur ímóti er tað einasta rætta hjá landinum at økja um virksemið fyri at halda hjólinum gangandi. - Men eftir mínum tykki hevur tað bara gingið galið higartil, sigur Hermann Oskarsson. Ber tað so til at hava hall í óavmarkaða tíð? - Vit tosa nettupp ikki um óavmarkaða tíð, tí einaferð gongur fram á aftur. Í øðrum londum tosa tey um at hava hall tey næstu fimm árini upp á eini 5% av bruttotjóðarúrtøkuni og tað er heldur ongin trupulleiki hjá føroyingum. Feskt dømi á Tvøroyri Búskaparfrøðingurin sigur, at feskasta dømi um hetta er Tvøroyrar, har eini 14 fólk eru søgd upp, tí at kommunan er noydd at spara. - Heldur enn at gera fleiri fólk arbeiðsleys, hevði tað verið munandi skilabetri at latið Tvøroyrar Kommunu sloppið at økt skuldina tey næstu fáu árini, til tíðirnar batna aftur, tí kommunan kann brúka ein mansaldur ella meiri, upp á at betala skuldina aftur. Tað hevur ongan týdning fyri Tvøroyrar Kommunu at økt skuldina einar tvær, tríggjar milliónir um árið í nøkur ár, til vend kom í aftur. Men fyri tey 14 fólkini, sum eru uppsøgd, er støðan ein heilt onnur. Tey hava mist arbeiði, summi eru kanska í vanda fyri at missa hús og heim og tey, sum eru nóg ung, rýma av Tvøroyri, kanska eisini úr Suðuroy og kanska enntá av landinum og tað er ein vanlukka, sigur búskaparfrøðingurin Hermann Oskarsson sigur, at tað eru aðrar kommunur enn Tvøroyri, sum eru í eini slíkari støðu, at tær verða tvingaðar at spara, tí at tær skylda meiri enn eina álíkning, sum er tað mesta, tær hava loyvi at skylda og sum verða noyddar at skerja raksturin, tí inntøkurnar svíkja. - Tvinga landspolitikarar- nar kommunurnar at spara, átti landið at átikið sær ábyrgdina, men tað haldi eg ikki, at landið ger, sigur Hermann Oskarsson. Hann skilir ikki hví politikarar eru áhugaðir at føra ein afturhaldspolitikk. - Tað kann vera tí at teir føla, at hugburðurin hjá føroyingum er so. Tað kann eisini vera tí, at ikki sær so gott út á CV-num hjá einum politikara, at hann hevði hall øll árini, hann sat. Men Hermann Oskarsson sigur politikarar mugu lyfta seg upp um tað, tí so sjálvsøknir kunnu teir ikki føra politikk. Eitt, sum verður ført fram, er, at avtaka rentu­ stuðul til sethús og sjó­ mannafrádráttin? - Eg eri ikki ímóti at avtaka studningsskipanir. Men hetta er avgjørt ikki rætta tíðin at gera tað. Sum støðan er nú, skulu polit- ikarar halda fingrarnar burtur frá øllum, sum ávirkar inntøkurnar hjá fólki til tað verra. Slíkt skal gerast í góðum tíðum, sigur Hermann Oskarsson. - Og hvør skal tora at seta spakan í at byggja, við eini hóttan um at avtaka rentustuðulin. Og tað rakar byggivinnuna hart. Hetta er ein óneyðug ræðslu-herferð frá tí almenna, sum er til stóran skaða, heldur Her- mann Oskarsson. Men vera stig tikin á hesum øki, er tað einasta rætta at pumpa pengarar út aftur í samfelagið beinan- vegin í íløgum, bæði í betong, útbúgvingar og við at keypa vørur og tænastur frá ymsum veitarum fyri at halda hjólini malandi. Eitt nú eru nógv skrásetingar- arbeiðið av ymsum slagi, bæði hagtøl, fólkaflytingar og annað, sum okkum manglar og sum tað er eitt gott høvi at fara undir nú. Humbukk Fleiri politikarar hava víst, at tað er alneyðugt, at hallið á fíggjarlógini verður avmarkað, tí annars er vandi fyri, at vit koma at skylda so ogv, at vit fáa ikki ráð at betala tað aftur. Hermann Oskarsson er so bersøgin sum at siga, at hetta er humbukk. - Eg havi hoyrt politikarar tosa um, at vandi er fyri, at føroyingar enda í eini skuldarfellu. Men fyri nøkrum døgum síðani seldi landskassin lánsbrøv fyri 1,5 milliard. Tað tók ein lítlan tíma at selja tey. - Er tað tekin um, vit eru nær í námind av eini skuldarfellu, spyr hann. Hann sigur, at skuldarfella er tað, sum Zimbabve, Suðurafrika og Peru kunnu koma í. - At politikarar soleiðis loypa ræðslu á borgaran tænir bara einum endamáli og tað er at rættvísgera tann førda politikkin – sum er skeivur. Annars er tað ongin, sum nakrantíð hevur roknað út, hvussu stórt hall vit kunnu loyva okkum at hava og, hvussu leingi. - Høvdu vit sett okkum niður at tosa um, hvussu stórt hall, vit kunnu hava tey næstu fimm árini, høvdu vit komið langt. Men tað er altso ongantíð roknað út, hóast ymsir politikarar hava til fragd at hála ymisk upp úr hattinum at ræða fólk við. Hermann Oskarsson stað- festir, at hvør króna, sum tað almenna sparir, rakar onkran annan. Tí er tað eisini full- komiliga mótstríðandi at siga, at vit skulu spara útreiðslur, men samstundis halda hjólunum gangandi. Tað er burturvið at siga, at vit skulu spara eina ávísa upphædd í heilsuverkinum og billa fólki inn, at tað onga ávirkan fær fyri sjúklingin, tí sjálvandi fer tað ávirkan. - Veruleikin er, at fyri hvørja einastu krónu, tað almenna sparir, verður eitt tilsvarandi hall ført yvir á onkran annan, staðfestir Hermann Oskarsson. Bruttotjóðarúrtøkan er virðið á øllum vørum og tænastum, sum verða framleidd­ ar til nýtslu og íløgur í einum landi í einum ávísum tíðarskeiði, t. d. einum ári Afrika fær ikki hjálpina Fleiri hjálparfelagsskapir harta nú Frakland og Italia, tí londini hava ikki hildið tey lyfti, sum tey góvu á einari ráðstevnu í 2005 um at hjálpa neyðstøddum í Afrika. Millum felagsskapirnar, sum finnast at Fraklandi og Italia, er felagsskapurin One, sum sangarin Bono úr bólkinum U2 stovnaði, og sum stríðst ímóti fátækradømi um allan heimin. Ein annar kendur tónlistarmaður, Sir Bob Geldof, og fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan skriva í einari nýggjari frágreiðing, sum One hevur latið gera, at tað eru ikki menningarlondini, sum hava elvt til fíggjarkreppuna, sum nú herjar, men at kortini eru tað tey, sum líða mest av henni. Saab verður svenskt Svenska bilverksmiðjan Koenigsegg, sum er marglætisbilar, hevur keypt bilaverksmiðjuna Saab Automobile. Sambært svenska sjónvarpinum eru tað norskir íleggjarar við tí stóra íløgufelagnum Eker Group á odda, sum hava fíggjað keypið. Tíðindini um keypið vaktu stóran ans, og fleiri ivast í, at Koenigsegg, sum ger millum 15 og 20 bilar um árið og hevur ein umsetning um 100 milliónir krónur árliga, er ført fyri at keypa Saab. Nakað annað er, at Koenigsegg og Eker Group kunnu fáa lán við veðhaldi frá svensku stjórnini, tí tað hevur stjórnin lovað tí, sum keypir Saab.