Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 • 12. juni 2009 Vikuskifti 11 allar hesar ræðuleikar; so væl kendi eg eftirhondini landið. Tá ið man ger sær so nógvar hugmyndir um okkurt, havi eg lært, at man lættiliga verður vónbrotin. Tað er ongantíð júst, sum man hevði ímyndað sær, at tað fór at vera. At koma til Bolivia og síggja alt tað, eg í nógvar mánaðir havi tosa við so nógv fólk um, er tó júst, sum tað eigur at vera. Lítlu, rundu boliviansku kvinnurnar í stórum hattum og myrku børnini í kloddutum klæðum eru eins og á postkortunum fremst á myndini, meðan undurfulla landslagið sæst aftanfyri. Eg hevði hugsað, at stóru stættar­ munirnir kanska ikki fóru at síggjast í stórbýunum eins nógv og á stóru hacienda’unum í bygdunum, men her fór eg heilt skeiv. La Paz er ikki ein ríkur býur, men tað er ein fólkaríkur býur. Av níggju milliónum íbúgvum Bolivias, búgva 1,3 milliónir í La Paz. Býurin er býttur upp í tveir partar: ein ríkan yvirklassapart og ein fátækan, vandamiklan part. Falskir taxabilar, falskir politistar og falskir turistar gera lívið øðrvísi her. Puno, Peru, leygar­ dagur 14. mars 2009 At koma úr Føroyum til Buenos Aires, Argentina, var als ikki eitt so stórt mentanarsjokk, eg hevði væntað, at tað fór at verða. Faktiskt var tað als ikki nakað sjokk. At koma úr Kili til Bolivia er ein onnur søga. Tá ið vit viðhvørt hava lyndi til at koyra øll suðuramerikasku londini í ein stóran “suðuramerik­ anskan bólk” og so halda, at hesin bólkurin næstan fevnir um tað sama, kundu vit ikki farið meira skeiv. Argentina, Kili og Evropa hava á ein hátt nógv meiri til felags, enn Bolivia og Argentina nakrantíð fara at hava, tá sæð verður burtur frá, at tey síðstnevndu liggja á sama kontinenti. At síggja munin, sum tann stóri Che Guevara nú fyri mongum árum síðani sá, millum tey múgvandi og tey fátæku londini í Suðuramerika, ger ein ovfarnan. ­ Tað skal tó viðmerkjast, at við suðuramerikanskum eygum eru Argentina og Kili jú vælhavandi lond; hjá okkum høvdu tey ivaleyst verið bólkaði sum “developing countries”, menningarlond. Nú eri eg at enda komin til sætta og seinasta landið her í Suðuramerika, Peru. Til meira slumm, til fleiri fátøk gøtubørn og fleiri følsk ferðamannafeløg. Tá ið man situr og lesur um mystiska gamla ríkið hjá inkaindiánarunum, kemur vælumtókta Machu Picchu helst einum fyrst í huga. Puno við kendu flótandu oyggjunum, sum eg fyrst komi til, er langt frá mystikkinum kring inkaríkið. Slumm, slumm og meira slumm, hvar enn man so vendir sær. Urubamba, sunnu­ dagur 15. mars 2009 Uff, enn ein heilur dagur er farin til ein einkultan busstúr. Eg fari ongantíð aftur at gremja meg um langa koyritúrin úr Havn til Klaksvíkar ella Vágarnar, tað er so heilt vist. Hóast hesir busstúrarnir á ein hátt hava eitt slag av sjarmu í sjálvum sær, eru teir nokk tað einasta, sum kann gera, at man ikki hevur hug at ferðast hendan vegin. Seinasti busstúrurin úr Puno til Cusco hevur uppiborið eina longri frágreiðing. 388 km langi túrurin átti sambært bussfirmainum at tikið umleið sjey tímar; men eftir at hava verið her í eina tíð og fingið royndir við bussunum í Suðuramerika, verður man bilsin, um tíðarætlanin heldur. Eftir eina seinkaða byrjan, sum var íkomin, tí bussjaførurin hevði stongt hurðina til bussin fyri at seta seg handan bilstýrið at lesa morguntíðindablað sítt, koyrdu vit avstað við endadestinatiónini “Cuzco” kl. 8 í morgun – langt áðrenn eg vanliga fái eygu. Tveir tímar seinni komu vit til býin Juliaca. Har stóð ein hópur av peruanarum, ið skuldu við bussinum við einari ørgrynnu av tingum. Tað tók umleið ein hálvan tíma stappa alt hetta draslið inn í hendan yvirfylta bussin. Vit turistar hugdu óróligir eftir klokkuni; tá ið allur hesin hópurin av ferðafólki og góðs teirra at enda var komin upp í bussin – vit vóru jú longu ein hálvan tíma seinkaði, hóast vit enn ikki høvdu koyrt ein fimtapart av túrinum. Longu sjey minuttir eftir at vit vóru farin avstað aftur úr Juliaca, kom næsta seinkanin, tá ið bussurin av onkrari løgnari orsøk breyt saman. Hví? Nei, tað veit eg ikki. Hví skuldi busssjaførurin seta seg so lágt sum til at greiða okkum trimum neyðars turistum frá hesum? Peruanararnir tyktust ikki at taka sær nakað serligt av hesum; teir hava ivaleyst ongantíð roynt tað, vit heima vanliga rópa ”busstúrar”. Tá ið ein miskunnsamur, nýggjur bussur nakrar tímar seinni kom til plássið, har vit stóðu sveittandi og bíðaðu, høvdu vit tíbetur havt tíð til at sníkja okkum til eitt lokalt sølutorg og keypt turrar, peruanskar, pappírsbollar, vit hugnaðu okkum við teir næstu tímarnar. Hetta gjørdu vit, inntil bussurin aftur steðgaði. Hesu ferð við eitt landamark til ein nýggjan landspart. Eg var langt síðani sovnað í bumlandi bussinum, tá ið peruansku kvinnurnar knappliga hálvgrátandi fóru at skríggja orðini “policía, policía!”. Tað var eygsjónliga ikki nakað eindømi, at peruanarar royna at smugla ymiskt úr Bolivia til peruanskar landspartar. Hetta var orsøkin til, at nakrir vápnaðir politistar nú vóru farnir undir at tøma bussin fyri alskyns smuglaravørur, sum t.d. ótrúlíga nógvar útgávur av spanska Matadorspælinum, Monopolio. Politistarnir fingu tó ikki alt smuglaragóðsið við sær. Nakrir minuttir seinni steðgaði bussurin nevniliga í einum lítlum, fátøkum býi, har íbúgvarnir, ið tóku ímóti bussinum, mintu sera nógv um smá børn jólaaftan, tá ið bussurin varð tømdur fyri tað innsmuglaða góðsið. Ja, nú skuldi man kanska trúð, at vit høvdu fingið nóg mikið av drama fyri hesu ferð, men nei, hetta er jú Peru, vit tosa um. Vit naivu, óvitandi fremmandafólk høvdu framvegis tað løgnasta av øllum í væntu. Sjaførurin hevði júst sett bussin í gear aftur eftir síðsta stopp okkara, tá ið hann brádliga steðgaði aftur. Eg smekkaði høkuna inn í ryggsetrið frammanfyri meg, nakrir dreingir fóru sendandi upp móti loftinum og ein nýføddur peruanari setti í at gráta hjartanítandi og mundi ikki tagna aftur eftir ein langan flúgvutúr úr ørmunum hjá mammuni og eftir bussgólvinum. Eg veit framvegis ikki heilt, hvat ið her hendi, men tað, eg sá, var, at ein peruanskur maður næstan varð steinaður beint uttan fyri bussvindeygað. Ein stórur bólkur av peruanarum var savnaður uttan fyri bussin, har tveir súrir politistar komu rennandi fyri at bjarga tí neyðars manni, ið ein eldri peruansk kvinna sló við høgra skógvi sínum. Mennirnir kring hana vóru í øðini; teir runnu runt fyri at finna steinar at blaka eftir manninum. Gráturin úr bussinum og rópini “piedras, piedras!” frá monnunum uttanfyri vóru við til at skapa hesa serligu løtumyndina. Í Cuzco skuldu fólk frá tí felags­ skapinum, eg skal arbeiða fyri her í Peru, koma á bussterminalin eftir mær hendan dagin at fylgja mær til nýggju familjuna. Tá eg at enda kom fram nógvar tímar seinni enn ætlað, vóru tey sjálvandi langt síðan farin avstað aftur. – Vit fingu ikki fatur á tær; vit bíðaðu í tríggjar tímar og fóru avstað... Vælkomin til Peru. 18. januar fór eg fyri fyrstu ferð í lívinum við einum flogfari einsamøll við Buenos Aires, høvuðsstaður Argentina, sum destinatión. Suðuramerika hevur í mínum hugaheimi ongantíð tykst serliga áhuga­ vert. Tað er staðið, har øll hini longu hava verið – og man tímir sjálvandi ikki at gera sum “øll hini”. Tá ið eg í desember endaði mítt arbeiði sum sjálvboðin á høvuðsskrivstovuni hjá hjálparfelagsskapinum Operatión Dagsverk (”OD”), í Keypmannahavn eftir fimm mánaðir, fekk eg hug at royna meg innan nakað heilt nýtt og øðrvísi. Eitt kvøldið fekk eg knappliga eitt hugskot um at fara til Peru og ein mánaða seinni var eg á veg til eitt heilt nýtt lív í Suðuramerika. Ætlanin var at ferðast runt i Argentina, Kili, Bolivia og Peru og arbeiða sum sjálvboðin ensktlærari í ávíkavíst Cór­ doba, Argentina, í ein mánaða og í Cuzco, Peru, í ein mánaða. Eftir tríggjar mánaðir í spanska partinum av Amerika, fer leiðin aftur norður. Áðrenn heimferðina leggi eg leiðina umvegis enska partin av Amerika, New York, har eg skal halda 20­ára føðingardag mín á arbeiðaradegnum 1. mai saman við trimum OD­ vinkonum. Fakta m