Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 110 - 12. juni 2009 Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, leggur í tíðindaskrivi eitt tíðindafólk á Degi og Viku undir at bera ósonn tíðindi. Hetta, tí Ingrid Bjarnastein, tíðindakvinna, í einum innslagi týskvøldið 9. juni um uppsagnir á Tvøroyri staðfesti, at Kristin Michelsen noktaði at gera samrøðu við sjónvarpið. Í tíðindaskrivinum greiðir Kristin Michelsen sera væl frá gongdini, og niðurstøðan av hansara egnu frágreiðing er júst tann, sum Ingrid Bjarna­ stein staðfestir á dekkinum á Smyrli á veg út eftir Trongisvágsfirði: “Vit noyðast norður aftur til Havnar uttan at tosa við borgarstjóran Kristin Michelsen, tí hann noktar at gera samrøðu við sjónvarpið”. At gera samrøðu við sjónvarpið merkir at lata seg interviewa við upp­ tøkutóli gangandi. Og sum Kristin Michelsen so væl greiðir frá, so var tað júst tað, hann ikki vildi. Tíðindakvinnan endur­ gav tó loyalt tað, sum hon helt vera høvuðsboðskapin í telfonsamrøðuni, hon hevði við borgarstjóran. Tískil slapp hann til orðanna, hóast hann ikki vildi lata seg interviewa. Við hesum verður váttað, at frágreiðingin hjá Kristini Michelsen er fullkomin ­ undantikið uppáhaldið um, at tíðindakvinnan á Degi og Viku hevur sagt ósatt. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Ísland ringa oljubyrjan Íslendingar hava ikki fingið eina góða byrjan í sínum royndum at finna olju í undirgrundini. Bara tvey smærri feløg hava víst áhuga at leita. Sambart grein her í blaðnum eru tað helst treytirnar Ísland hevur sett feløgunum, ið hava fingið tey at halda seg burtur. Føroyskir myndugleikar gjørdu eitt stórt forarbeiði við at kunna seg um treytir í øðrum londum, áðrenn fyrsta útbjóðing gjørdist veruleiki her. Íslendingar vóru eisini her og vildu vita, hvussu vit høvdu lagt til rættis. Í onkrum føri hava teir brúkt okkum sum fyrimynd, í øðrum føri hava teir sett oljufeløgunum harðari treytir. Ein kann spyrja, hvat hesi óhepnu signalini úr Íslandi kunnu læra okkum. Fyri bæði lond er alt um ráðandi at skapa áhuga fyri leiting. Føroy ingar hava verið samdir um tær treytir settar vórðu oljufeløgunum fyri at virka her, t.d. um bryggjukantin, royalty og oljuskattin. Men ósemja var um, hvørvítt vit skuldu hava eitt alment oljufelag. Oljuráðleggingarnevndin mælti frá, tí hetta fóru feløgini at taka sum eina treyt aftrat, nú tað vildi treytað føroyska luttøku í øllum loyvum. Eisini tí at mett var ikki, at samfelagið sum so varð búgvið til tess. At vit so fingu privat oljufeløg hevur so helst eisini gjørt, at hetta málið varð lagt til síðis. At tosa um nýggjar og øðrvísi treytir til oljufeløg frá okkara síðu vil so vera eitt mál, sum liggur nakað frammi í tíðini, tí neyvan verður nøkur útbjóðing aftur í bræði. Treyðugt so, tí møguleiki kann vera fyri at bjóða út ella lata onkrum oljufelag loyvi at bora í øki, sum ikki varð ”liðugt” borað í verandi útbjóðingum. Ein sokallaður ”open door” møguleiki. Her hugsa vit m.a. um Marjun og Williambrunnarnar. Marjunleiðin varð eitt oljufund, men feløgini hildu seg ikki til tá at fara víðari, tí oljan lág so djúpt. Nýggjar tíðir og tøkni kunnu broyta hetta. Og við Williambrunninum vórðu metingar frammi um, at møguliga fanst kolvetni longur niðri. Brunnurin varð tíansheldur ikki ”avhøvdaður”. Har var bara settur proppur í, hvat merkir, at her kunnu onnur feløg bora aftur í framtíðini. Á hesum stað skrivaðu vit herfyri, at BP ikki boraði niður til sítt endaliga mál. Tað vit síðani hava skilt er, at BP hevði tvey mál (targets) og rakk teimum báðum. Felagið hevði tó frammanundan boringini sagt, at tað vónaði at kunna koma væl longur niður enn endin gjørdist, men vetrartíðin við stórum seinkingum og trupulleikum forðaði fyri hesum. Útmeldingar aftaná ljóðaðu so uppá, at um boringin hevði hildið fram, so vórðu møguleikar at raka við kolvetni kortini. Tí henda viðmerking, hava vit gjørt BP órætt. Hinvegin kenst enn eitt tómrúm, tí nógvir spurningar standa ósvaraðir. Áhugavert verður nú at frætta, hvat Jarðfeingi ætlar við slíkum ”hálvlidnum” brunnum/leiðum sum Marjun og William. Um hesar fara at verða partur av einum nýggjum ”open door” loyvispolitikki, har til ber uttan at skula leggja nýggjar leitirundur fyri løgtingið at lata loyvi út til feløg, sum kunnu hava áhuga í ávísum kendum sum ókendum økjum. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Nú var altjóða ráðstevna hildin við øllum, ið hartil hoyrir. Boðskapurin var, at vit skulu burðardygt veiða oyddan stovn. Almennu Føroyar eru í stríð við seg sjálvar. Dagurin á Faroese Seafood Conference byrjaði við tveimum landsstýris monn­ um, ið hildu hvør sína røðu um evnið, ið www.samvit. fo <http://www.samvit.fo/> lýsir soleiðis: “sustainable practices and the impor­ tance of being able to trace the fish back to sustainable production methods” – ‘burðardyggar venjur og týdningurin av at vera før fyri at spora fiskin aftur til burðardyggar framleiðslu­ hættir.’ Teir báðir Jørgen og Jacob bedýraðu, at føroy­ ingar løgdu dent á “sustain ability” – ‘burðar­ dyggleika,’ umframt frí­ handil, umhvørvisvernd, at mótvirka veðurlags broyt­ ingum og alt tað rætta og vinsæla í altjóða almenna kjakinum. Síðani komu útlendskir fiskakeyparar og fram­ leiðarar kropp av kroppi og søgdu, at hetta var júst tað, sum teir løgdu dent á. Um talan var um Barentshavið ella Bornholm, saltfisk ella sardinur, besti prísur krev­ ur, at fiskurin sporast aftur til burðardyggar fram­ leiðsluhættir. Stevnu gest­ irnir tóku væl ímóti áhald­ andi tilvísingunum til burðardyggleika. Men seinnapartin, eftir at vit á Faroese Seafood Conference høvdu fingið rækjur úr Kina og kræk­ lingar úr New Zealandi til matna, kom vend í. Nú steig umboðið fyri Hav­ stovuna fram á pallin – og helt minningarorð um føroyska toskin, ið eftir øllum at døma ikki verður millum okkara longur. Landsins sakkøni stovnur helt stóran vanda vera á ferð bæði viðvíkjandi toski, hýsu og upsa. Nú er ikki gott at vita, hvørt teir báðir ministarar­ nir bara vilja tosa út lend­ ingar upp í lag og ikki meina nakað við burðar­ dyggleika, ella hvørt teir ikki skilja tær embætis­ fyrireikaðu ensku røðurnar. Ilt at siga, hvat er verri, ósannindi ella óførleiki. Men okkurt er grundleggj­ andi galið, tá ið land okk­ ara kann geva útlendingum so ymisk og ósambærlig boð. Sjálvandi kann vera talan um ósemju um allýsingar ella mátingar. Fiski frøð­ ingarnir mæla til at steðga veiði, tá ið fiskideyðin er so stórur, at stór sann­ líkindi eru fyri at avoyða stovnin, og tá ið gýtingar­ stovnurin er lægri enn fyrr sæð. Eftir báðum hesum mátum er toskurin sera illa fyri; og ráðini – eftir altjóða viðtøkum – eru at steðga við allari veiði. Meiningsleyst er hjá almennu Føroyum at tosa um burðardygga veiði við verandi skipan. Lands­ stýrismenninir kunnu kanska royna seg við øðrum hugtøkum – ‘rakstrar dyggleika,’ ‘mann­ ingardyggleika’ ella onkrum øðrum, sum tekur samanum hetta at seta stutttíðar atlit til rakstrar­ úrslit og manningarúrtøku fram um langtíðaratlit. Teir kundu eisini víst á, hvørji tøl eru skeiv, hvørjir fiskastovnar ferðast ella okkurt annað av tí, sum róð verður uppundir við hvørt. Lurtað verður eftir lobbyum Greitt er, at stórir fiska­ keyparar og fiska fram­ leiðarar hava kravt og fingið í lag, at Eystrasalt og Barentshavið vórðu skipaði burðadygg. Í Før­ oy um er ávirkanin tó týði­ liga umvent proportional við partin av samlaðu veiðini og framleiðsluni. Í beinkjunum í løgtiginum fara í august at sita umboð fyri promillini av veiði­ orkuni, meðan tey stóru prosentini bæði av veiði og serliga av fiskakeypar­ unum ikki lata frætta frá sær við somu miðvísu lobbyismu. Tí má boðskapurin vera: vit mugu hoyra frá før­ oysku fiskakeyparunum. Vilja teir selja teir síðstu stertarnar, ella vilja teir krevja, at løgd verður langtíðarætlan, so vit gera við tosk sum við seyð –meta varliga, hvør tøkan kann vera og, hvat gróð­ urin kann bera, og síðani seta úrtøku í framtíð fram um mettu í nútíð. Fiskastovnar okkara er nú í tykkara hondum. løgtingsmaður KÁrI Á rógvI Gadus Faroensis R.I.P. Tíðindaleiðari Kring varp Føroya JóN BrIAN HvIdtFELdt Tíðindaskriv – svar til Kristin Michelsen